power of prayer
24 versir um "power of prayer"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Jóhannes 14:14 Jóhannes
Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:17 Fyrra Tessalonikabrævið
Biðið uttan íhald!
Jóhannes 15:7 Jóhannes
Verða tit í Mær, og verða orð Míni í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Rómverjabrævið 8:26 Rómverjabrævið
So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.
Rómverjabrævið 8:27 Rómverjabrævið
Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heilagu.
Matteus 7:7 Matteus
Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!
Matteus 7:8 Matteus
Tí hvør tann, ið biður, fær; tann, ið leitar, finnur; tann, ið bankar uppá, honum skal verða latið upp.
Matteus 18:19 Matteus
Uppaftur sigi Eg tykkum: Verða tveir tykkara á jørðini samsintir um at biðja um okkurt – veri, hvat tað vera má – tað skal verða teimum givið av Faðir Mínum, sum í Himli er.
Markus 11:24 Markus
Tí sigi Eg tykkum: Alt, ið tit biðja um og vilja hava – trúgvið, at tit hava fingið tað, so skal tykkum verða so!
Jóhannes 14:13 Jóhannes
og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum.
Seinna Korintbrævið 10:4 Seinna Korintbrævið
vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi – til at bróta niður hervirki
Seinna Korintbrævið 10:5 Seinna Korintbrævið
– táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Efesusbrævið 6:19 Efesusbrævið
fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums,
Efesusbrævið 6:20 Efesusbrævið
fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum – at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Jákupsbrævið 1:5 Jákupsbrævið
Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!
Jákupsbrævið 5:18 Jákupsbrævið
Aftur bað hann, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er hitt hugreysta álit, vit hava á Honum, at biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.