poverty
22 versir um "poverty"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 25:35 Triðja Mósebók
Táið bróðir tín kemur í armóð og er ikki mentur at bjarga sær longur, skalt tú styðja hann; sum fremmandur og innfluttur skal hann liva hjá tær.
Orðtøkini 22:2 Orðtøkini
Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.
Seinna Korintbrævið 8:9 Seinna Korintbrævið
Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.
Orðtøkini 20:13 Orðtøkini
Elska ikki svøvn, tí so verður tú fátækur! Lat eyguni upp, so fært tú nóg mikið av breyði at eta.
Orðtøkini 28:6 Orðtøkini
Betri er fátækur, ið livir ólastandi, enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum, um hann so er ríkur.
Orðtøkini 31:8 Orðtøkini
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!
Orðtøkini 31:9 Orðtøkini
Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!
Sálmarnir 103:6 Sálmarnir
HARRIN ger rættvísi og rætt móti øllum kúgaðum.
Orðtøkini 17:5 Orðtøkini
Tann, ið spottar hin fátæka, háðar skapara hansara; tann, ið gleðist um vanlukku, verður ikki óstraffaður.
Orðtøkini 19:4 Orðtøkini
Ríkidømi skapir nógvar vinir, men hin fátæki verður skildur frá vini sínum.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Orðtøkini 24:33 Orðtøkini
[Sigur tú:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 24:34 Orðtøkini
– sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Orðtøkini 28:11 Orðtøkini
Ríkur maður er vísur í egnum eygum, men hin fátæki, sum vit hevur, dugir at síggja, hvussu hann er.
Orðtøkini 29:7 Orðtøkini
Hin rættvísi tekur sær av søk teirra, sum lítið hava at týða, men hin gudleysi skilir einki.
Prædikarin 9:16 Prædikarin
Tá segði eg: „Vísdómur er betri enn styrki; men vísdómur hins fátæka er vanvirdur, og orðum hansara verður ikki lurtað eftir!“
Lukas 6:20 Lukas
Hann lyfti tá upp eygu Síni, hugdi á lærisveinar Sínar og segði: „Sæl eru tit fátæku; tí ríki Guds er tykkara.
Lukas 6:21 Lukas
Sæl eru tit, sum nú hungra; tí tit skulu verða mettað. Sæl eru tit, sum nú gráta; tí tit skulu læa.
Lukas 12:32 Lukas
Óttast ikki, lítla fylgi! Tí Faðir tykkara líkaði at geva tykkum ríkið.
Lukas 12:33 Lukas
Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!