postulin Paulus

83 versir um "postulin Paulus"

Versir

Síða 2 av 2
Galatiabrævið 1:18 Galatiabrævið

Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerusalem at læra Kefas at kenna, og eg steðgaði hjá honum fimtan dagar.

7
Galatiabrævið 1:19 Galatiabrævið

Men av hinum ápostlunum sá eg ongan; bert Jákup, bróður Harrans, sá eg.

7
Galatiabrævið 1:20 Galatiabrævið

– Tað, sum eg her skrivi til tykkara – fyri ásjón Guds vitni eg, at eg lúgvi tað ikki.

7
Galatiabrævið 1:21 Galatiabrævið

Síðani ferðaðist eg um í Sýrlandi og Kilikia.

7
Galatiabrævið 1:22 Galatiabrævið

Men persónliga kendu hinar kristnu samkomurnar í Judea meg ikki;

7
Galatiabrævið 1:23 Galatiabrævið

tey hoyrdu bert: „Hann, ið áður søkti at okkum, prædikar nú evangeliið um trúnna, sum hann einaferð ætlaði at oyða.“

7
Galatiabrævið 1:24 Galatiabrævið

– Og tey prísaðu Gudi fyri meg.

7
Galatiabrævið 2:1 Galatiabrævið

Fjúrtan ár seinni fór eg so aftur niðan til Jerusalem við Barnabasi og tók eisini Titus við.

7
Galatiabrævið 2:2 Galatiabrævið

Eg fór hagar eftir opinbering. Og eg legði fram fyri teir, serliga fyri hinar mest umhildnu, evangeliið, sum eg prædiki millum heidningarnar – um eg mundi renna ella hevði runnið til einkis.

7
Galatiabrævið 2:3 Galatiabrævið

Men enntá ikki Titus, sum við mær var, og sum var Grikki, varð tvingaður at lata seg umskera

7
Galatiabrævið 2:4 Galatiabrævið

– eg meini, fyri at eftirlíka hinum følsku brøðrum, ið høvdu sníkt seg inn at lúra eftir frælsi okkara, sum vit hava í Kristi Jesusi, so teir kundu gera okkum til trælir.

7
Galatiabrævið 2:5 Galatiabrævið

Fyri teimum viku vit ikki so mikið sum ein tíma í eftirlæti – fyri at sannleikin í evangeliinum kundi standa fastur hjá tykkum.

7
Galatiabrævið 2:6 Galatiabrævið

Men teir, ið vóru hildnir at vera nakað – hvat teir nú vóru, er mær tað sama, Gud ger ikki mannamun – eg sigi, hinir mest umhildnu áløgdu mær einki meir;

7
Galatiabrævið 2:7 Galatiabrævið

tvørtur ímóti: Táið teir sóu, at mær var litið upp í hendur at tala evangeliið fyri hinum óumskornu, eins og Pæturi var litið upp í hendur at tala tað fyri hinum umskornu

7
Galatiabrævið 2:8 Galatiabrævið

– tí Hann, sum gav Pæturi kraft til ápostlaverk millum hinar umskornu, gav mær kraft til hitt sama millum heidningarnar –

7
Galatiabrævið 2:9 Galatiabrævið

og táið teir lærdu at kenna náðina, ið mær var givin, góvu Jákup, Kefas og Jóhannes – sum hildnir vórðu at vera stuðlar – mær og Barnabasi samfelagshond: Vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu

7
Galatiabrævið 2:10 Galatiabrævið

– bert, at vit skuldu minnast hini fátæku, og tað havi eg eisini júst roynt at gera.

7
Galatiabrævið 2:11 Galatiabrævið

Men táið Kefas kom til Antiokia, steig eg upp móti honum beint upp í eyguni – tí hann var at lasta.

7
Galatiabrævið 2:12 Galatiabrævið

Tí áðrenn nakrir komu frá Jákupi, át hann saman við heidningunum;* men táið teir komu, dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini.

7
Galatiabrævið 2:13 Galatiabrævið

Saman við honum hyklaðu eisini hinir Jødarnir, so at enntá Barnabas varð rivin við av hykli teirra.

7
Galatiabrævið 2:14 Galatiabrævið

Men táið eg sá, at teir gingu ikki beint fram eftir sannleikanum í evangeliinum, segði eg við Kefas, so allir hoyrdu: „Táið tú, sum Jødi ert, livir sum heidningur og ikki sum Jødi, hvussu kanst tú tá tvinga heidningarnar at liva sum Jødar!“

7
Galatiabrævið 2:15 Galatiabrævið

– Vit eru av náttúru Jødar og ikki syndarar av heidnari ætt;

7
Galatiabrævið 2:16 Galatiabrævið

men av tí at vit vita, at menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum, men við trúgv á Jesus Kristus, so hava vit eisini trúð á Kristus Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir við trúgv á Kristus og ikki av lógverkum; tí av lógverkum verður einki hold rættvísgjørt.

7
Galatiabrævið 2:17 Galatiabrævið

Men um vit, táið vit royndu at verða rættvísgjørdir í Kristusi, sjálvir eisini funnust at vera syndarar, er Kristus fyri tað tænari syndarinnar! Minni enn so!

7
Galatiabrævið 2:18 Galatiabrævið

Byggi eg upp aftur tað, sum eg breyt niður, vísi eg meg sjálvan sum lógbrótara.

7
Galatiabrævið 2:19 Galatiabrævið

Tí eg eri við lógini deyður frá lógini, fyri at eg skal liva fyri Gud.

7
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.

7
Galatiabrævið 2:21 Galatiabrævið

Eg seti ikki náði Guds úr gildi; tí fæst rættvísi við lóg, so er jú Kristus deyður til einkis.

7
Ápostlasøgan 20:24 Ápostlasøgan

Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi – at vitna um náðievangelium Guds.

3
Kolossibrævið 1:21 Kolossibrævið

Eisini tykkum, sum einaferð vóru gjørd Honum fremmand og vóru fíggindar av sinnalagi, í hinum óndu verkum –

3
Kolossibrævið 1:22 Kolossibrævið

tykkum hevur Hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami Hansara við deyðanum, fyri at føra tykkum fram fyri ásjón Sína, heilag, lýtaleys og ólastandi

3
Kolossibrævið 1:23 Kolossibrævið

– so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfest og føst, og lata tykkum ikki vika frá vónini í evangeliinum, sum tit hava hoyrt, sum er prædikað fyri øllum skapninginum undir himli, og hvørs tænari eg, Paulus, eri vorðin.

3
Efesusbrævið 3:7 Efesusbrævið

Tænari tess eri eg vorðin eftir teirri náðigávu Guds, ið mær er givin við veldiga mátti Hansara.

2