postulin Paulus
83 versir um "postulin Paulus"
Versir
Síða 1 av 2Rómverjabrævið 1:1 Rómverjabrævið
Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostul, kosin at kunngera evangelium Guds,
Rómverjabrævið 1:2 Rómverjabrævið
sum Hann frammanundan í heilagum skriftum hevði lovað við profetum Sínum,
Rómverjabrævið 1:3 Rómverjabrævið
um Son Hansara, sum eftir holdinum er føddur av ætt Dávids,
Rómverjabrævið 1:4 Rómverjabrævið
og sum eftir Anda heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu – Jesus Kristus, Harra okkara.
Rómverjabrævið 1:5 Rómverjabrævið
Við Honum hava vit fingið náði og ápostlaembæti til at virka trúarlýdni millum øll heidningafólkini – navni Hansara til heiður;
Rómverjabrævið 1:6 Rómverjabrævið
millum teirra eru tit við – hini kallaðu Jesu Krists.
Rómverjabrævið 1:7 Rómverjabrævið
– Til øll hini elskaðu Guds, sum í Róm eru, kallað, heilag: Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
Rómverjabrævið 1:8 Rómverjabrævið
Fyrst takki eg Gudi mínum við Jesusi Kristi fyri tykkum øll, at trúgv tykkara er tiltikin um allan heimin.
Rómverjabrævið 1:9 Rómverjabrævið
Tí Gud, sum eg í anda mínum tæni í evangeliinum um Son Hansara, er vitni mítt, hvussu eg uttan íhald minnist tykkum
Rómverjabrævið 1:10 Rómverjabrævið
og altíð í bønum mínum biði um, at mær tó til endan einaferð skal eydnast, eftir vilja Guds, at koma til tykkara.
Rómverjabrævið 1:11 Rómverjabrævið
Tí mær leingist at síggja tykkum, fyri at eg kann lata tykkum fáa part í onkrari andaligari náðigávu, so tit kunnu styrkjast
Rómverjabrævið 1:12 Rómverjabrævið
– eg meini við: At eg hjá tykkum kann verða lívgaður saman við tykkum við felags trúgv okkara, tykkara og míni.
Rómverjabrævið 1:13 Rómverjabrævið
Eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, at eg mangan havi ætlað at koma til tykkara – men higartil havi eg verið hindraður – so eg kundi fingið nakað av ávøksti, eisini tykkara millum, eins og millum hini heidningafólkini.
Rómverjabrævið 1:14 Rómverjabrævið
Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís.
Rómverjabrævið 1:15 Rómverjabrævið
Eg eri tí – fyri mín part – til reiðar at kunngera evangeliið, eisini fyri tykkum, sum eru í Róm.
Rómverjabrævið 1:16 Rómverjabrævið
Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.
Rómverjabrævið 1:17 Rómverjabrævið
Rættvísi Guds av trúgv opinberast í tí fyri trúgv – sum skrivað er: „Hin rættvísi skal liva av trúgv.“
Rómverjabrævið 1:18 Rómverjabrævið
Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.
Rómverjabrævið 1:19 Rómverjabrævið
Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið
Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.
Rómverjabrævið 1:22 Rómverjabrævið
Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar
Rómverjabrævið 1:23 Rómverjabrævið
og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum.
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið
Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið
og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.
Rómverjabrævið 1:28 Rómverjabrævið
Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið
– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið
tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið
skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið
Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.
Rómverjabrævið 7:15 Rómverjabrævið
Tí eg veit ikki, hvat eg geri; eg geri jú ikki tað, sum eg vil; nei, tað, sum eg hati, geri eg.
Galatiabrævið 1:1 Galatiabrævið
Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ei heldur við nøkrum menniskja, men við Jesusi Kristi og Gudi Faðir, sum reisti Hann upp frá hinum deyðu,
Galatiabrævið 1:2 Galatiabrævið
og allir brøðurnir, ið hjá mær eru – til samkomurnar í Galatia.
Galatiabrævið 1:3 Galatiabrævið
Náði veri við tykkum og friður frá Gudi Faðir og Harra okkara Jesusi Kristi,
Galatiabrævið 1:4 Galatiabrævið
sum gav Seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at bjarga okkum út úr hesum núverandi ónda heimi, eftir vilja Guds og Faðirs okkara!
Galatiabrævið 1:5 Galatiabrævið
Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
Galatiabrævið 1:6 Galatiabrævið
Eg undrist á, at tit so skjótt lata tykkum venda burtur frá Honum, ið kallaði tykkum við náði Kristusar, til annað evangelium –
Galatiabrævið 1:7 Galatiabrævið
sum tó einki annað er; bert eru nakrir, sum villa tykkum og vilja rangsnúgva evangelium Kristusar.
Galatiabrævið 1:8 Galatiabrævið
Men um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður!
Galatiabrævið 1:9 Galatiabrævið
Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!
Galatiabrævið 1:10 Galatiabrævið
Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.
Galatiabrævið 1:11 Galatiabrævið
Tí tað skal eg lata tykkum vita, brøður, at evangeliið, sum eg havi prædikað, er ikki menniskjaverk;
Galatiabrævið 1:12 Galatiabrævið
eg havi jú heldur ikki fingið tað ella lært tað av nøkrum menniskja, men við opinbering Jesu Krists.
Galatiabrævið 1:13 Galatiabrævið
Tit hava jú hoyrt, hvussu eg bar meg at fyrr, táið eg livdi sum Jødi, at eg ómetaliga hart søkti at samkomu Guds og oyddi hana.
Galatiabrævið 1:14 Galatiabrævið
Eg fór longur í jødadóminum enn mangir javnaldrar í fólki mínum; eg var enn ídnari fyri lærdómum fedra mína.
Galatiabrævið 1:15 Galatiabrævið
Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni –
Galatiabrævið 1:16 Galatiabrævið
at opinbera Son Sín í mær, fyri at eg skuldi kunngera evangeliið um Hann millum heidningarnar, spurdi eg við tað sama ikki hold og blóð til ráðs,
Galatiabrævið 1:17 Galatiabrævið
fór heldur ikki niðan til Jerusalem til teirra, sum undan mær vóru ápostlar; nei, eg fór burt til Arabia og kom so aftur til Damaskus.