positiv hugburður
74 versir um "positiv hugburður"
Versir
Síða 1 av 2Filippibrævið 2:1 Filippibrævið
Er nú nøkur áminning í Kristusi, er nøkur troyst kærleikans, er nakað samfelag Andans, er nøkur hjartans góðska og miskunn,
Filippibrævið 2:2 Filippibrævið
so gerið gleði mína fullkomna – at tit semjast tykkara millum, hava sama kærleika, somu sál, somu tráan,
Filippibrævið 2:3 Filippibrævið
einki gera av stríðshugi ella tráan eftir tómari æru, men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv,
Filippibrævið 2:4 Filippibrævið
og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til!
Filippibrævið 2:5 Filippibrævið
Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi!
Filippibrævið 2:6 Filippibrævið
Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri býti at vera javnlíki Guds;
Filippibrævið 2:7 Filippibrævið
nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur.
Filippibrævið 2:8 Filippibrævið
Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.
Filippibrævið 2:9 Filippibrævið
Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er,
Filippibrævið 2:10 Filippibrævið
fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru,
Filippibrævið 2:11 Filippibrævið
og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.
Filippibrævið 2:12 Filippibrævið
Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan upp á frelsu tykkara!
Filippibrævið 2:13 Filippibrævið
Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.
Filippibrævið 2:14 Filippibrævið
Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast,
Filippibrævið 2:15 Filippibrævið
so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum
Filippibrævið 2:16 Filippibrævið
og halda fram orð lívsins, mær til rós á degi Kristusar – at eg havi ikki runnið til einkis, ei heldur arbeitt til einkis.
Filippibrævið 2:17 Filippibrævið
Um eg tá verði ofraður undir ofringini av trúgv tykkara og tænastuni fyri hana, so gleðist eg, og gleðist saman við tykkum øllum.
Filippibrævið 2:18 Filippibrævið
Á sama hátt skulu eisini tit gleðast, og gleðast saman við mær.
Filippibrævið 2:19 Filippibrævið
Eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg skjótt fái sent Timoteus til tykkara, fyri at eisini eg kann fáa gott mót, táið eg fái at vita, hvussu tykkum veit við.
Filippibrævið 2:20 Filippibrævið
Tí eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við;
Filippibrævið 2:21 Filippibrævið
allir søkja teir sítt egna, ikki tað, sum Kristi Jesusi hoyrir til.
Filippibrævið 2:22 Filippibrævið
Men roynda trúskap hansara kenna tit, at eins og barn tænir faðir sínum, hevur hann tænt við mær í evangeliinum.
Filippibrævið 2:23 Filippibrævið
Hann vóni eg tá at fáa sent, við tað sama sum eg fái at síggja, hvussu við mær verður.
Filippibrævið 2:24 Filippibrævið
Og eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt.
Filippibrævið 2:25 Filippibrævið
Men eg helt vera neyðugt at senda Epafroditus til tykkara, hann, sum er bróðir mín og virkar og stríðir saman við mær, og sum er sendimaður og tænari tykkara at hjálpa mær í trongd míni.
Filippibrævið 2:26 Filippibrævið
Tí honum longdist eftir tykkum øllum, og hann hevði ongan frið á sær, av tí at tit høvdu hoyrt, at hann var sjúkur.
Filippibrævið 2:27 Filippibrævið
Hann var eisini sjúkur – og deyðsjúkur; men Gud miskunnaði honum – og ikki bert honum, men mær við – so eg skuldi ikki hava sorg oman á sorg.
Filippibrævið 2:28 Filippibrævið
Eg skundi mær tí tess meir at senda hann, fyri at tit aftur kunnu verða glað, táið tit síggja hann, og eg kann fáa lætta í sorg míni.
Filippibrævið 2:29 Filippibrævið
Takið tá ímóti honum í Harranum við allari gleði, og haldið slíkar í æru!
Filippibrævið 2:30 Filippibrævið
Tí fyri Kristusar verks skuld mundi hann doyð, við tað at hann vágaði lívið fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Sálmarnir 45:7 Sálmarnir
Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, rættvísisproti er sproti ríkis Tíns.
Esaias 40:8 Esaias
Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!“
Rómverjabrævið 5:1 Rómverjabrævið
Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.
Rómverjabrævið 5:2 Rómverjabrævið
Við Honum hava vit eisini fingið atgongd í trúnni til hesa náði, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um dýrd Guds.
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,
Rómverjabrævið 5:4 Rómverjabrævið
tolið roynt sinni, hitt roynda sinnið vón –
Rómverjabrævið 5:5 Rómverjabrævið
og vónin ger ikki til skammar; tí kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er.
Rómverjabrævið 5:6 Rómverjabrævið
Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, táið tíðin var komin, fyri gudleys.
Rómverjabrævið 5:7 Rómverjabrævið
Neyvan fer nakar at doyggja fyri ein rættvísan – fyri hin góða kundi tað verið, at onkur hevði havt mót at doyð –
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Rómverjabrævið 5:9 Rómverjabrævið
Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini.
Rómverjabrævið 5:10 Rómverjabrævið
Tí vórðu vit, táið vit vóru fíggindar, sátt við Gud við deyða Sonar Hansara, skulu vit mangan meir, eftir at vit nú eru sátt, verða frelst við lívi Hansara.
Rómverjabrævið 5:11 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum eisini av Gudi við Harra okkara Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við.
Rómverjabrævið 5:12 Rómverjabrævið
Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu
Rómverjabrævið 5:13 Rómverjabrævið
– tí synd var í heiminum, áðrenn lógin var; men synd verður ikki tilroknað, har eingin lóg er.
Rómverjabrævið 5:14 Rómverjabrævið
Tó ráddi deyðin frá Ádami til Móses, eisini yvir teimum, ið ikki høvdu syndað við broti, Ádams líkum – sum er fyrimynd Hansara, ið koma skuldi.
Rómverjabrævið 5:15 Rómverjabrævið
Men ikki er so við náðigávuni sum við fallinum; tí doyðu hini mongu við falli hins eina, so er mangan meir náði Guds og gávan komin í yvirflóð til hini mongu við náði hins eina mans, Jesu Krists.
Rómverjabrævið 5:16 Rómverjabrævið
Og við gávuni er ikki, sum var, táið hin eini syndaði; tí dómurin kom við einum einstøkum og varð til fordøming, men náðigávan varð út av mongum føllum til rættvísgering.