portvørðir

73 versir um "portvørðir"

Versir

Síða 1 av 2
Sálmarnir 84:10 Sálmarnir

Gud, skjøldur okkara! Hygg higar og skoða andlit hins salvaða Tíns!

7
Fyrra Krønikubók 26:1 Fyrra Krønikubók

Viðvíkjandi duravaktaraflokkunum, so hoyrdi til Kora’itarnar Meselemja, sonur Kore, av sonum Asaf.

6
Fyrra Krønikubók 26:2 Fyrra Krønikubók

Synir Meselemja vóru: Zakarja – hin frumborni – Jediael, hin annar, Zebadja, hin triði, Jatniel, hin fjórði,

6
Fyrra Krønikubók 26:3 Fyrra Krønikubók

Elam, hin fimti, Jóhanan, hin sætti, Eljoenai, hin sjeyndi.

6
Fyrra Krønikubók 26:4 Fyrra Krønikubók

Synir Obed-Edom vóru: Semaja – hin frumborni – Józabad, hin annar, Jóa, hin triði, Sakar, hin fjórði, Netanel, hin fimti,

6
Fyrra Krønikubók 26:5 Fyrra Krønikubók

Ammiel, hin sætti, Issakar, hin sjeyndi, Pe’ulletai, hin áttandi – tí Gud hevði signað hann.

6
Fyrra Krønikubók 26:6 Fyrra Krønikubók

Sonur hansara Semaja fekk eisini synir, sum vórðu hinir ráðandi í fedrahúsi sínum; tí teir vóru dugnamenn.

6
Fyrra Krønikubók 26:7 Fyrra Krønikubók

Synir Semaja vóru: Otni, Refael, Obed, Elzabad og brøður hansara – dugnamenn – Elihu og Semakja.

6
Fyrra Krønikubók 26:8 Fyrra Krønikubók

Allir hesir hoyrdu til eftirkomarar Obed-Edoms, bæði teir og synir og brøður teirra, dugnaligir og raskir menn til tænastuna – tilsamans 62 eftirkomarar Obed-Edoms.

6
Fyrra Krønikubók 26:9 Fyrra Krønikubók

Meselemja hevði eisini synir og brøður, dugnamenn, tilsamans 18.

6
Fyrra Krønikubók 26:10 Fyrra Krønikubók

Synir Hosa, sum hoyrdi til Meraritarnar, vóru: Simri – sum var høvd, tí víst var hann ikki hin frumborni, men faðir hansara setti hann til høvd –

6
Fyrra Krønikubók 26:11 Fyrra Krønikubók

Hilkia, hin annar, Tebalja, hin triði, Zakarja, hin fjórði; synir og brøður Hosa vóru tilsamans 13.

6
Fyrra Krønikubók 26:12 Fyrra Krønikubók

Hesir duravaktaraflokkarnir – tað vil siga ættarhøvdingarnir – áttu tað arbeiði at gera vaktaratænastu í húsi HARRANS saman við brøðrum sínum.

6
Fyrra Krønikubók 26:13 Fyrra Krønikubók

Teir kastaðu lut um hvørt portur fyri seg, hin minsti sum hin størsti, eftir fedrahúsum sínum.

6
Fyrra Krønikubók 26:14 Fyrra Krønikubók

Fyri portrið móti eystri fall luturin á Selemja; eisini fyri son hansara Zakarja, ein klókan ráðgevara, kastaðu teir lut, og lutur hansara fall á portrið móti norðri.

6
Fyrra Krønikubók 26:15 Fyrra Krønikubók

Fyri Obed-Edom fall luturin móti suðri, og fyri synir hansara fall tað á goymsluna.

6
Fyrra Krønikubók 26:16 Fyrra Krønikubók

Fyri Suppim og Hosa fall luturin móti vestri, við Salleketportur, við vegin, ið gongur niðaneftir, hvør vaktarstøðin við aðra.

6
Fyrra Krønikubók 26:17 Fyrra Krønikubók

Móti eystri stóðu seks Levitar, móti norðri hvønn dag fýra, móti suðri hvønn dag fýra, og við goymsluhúsið tveir og tveir.

6
Fyrra Krønikubók 26:18 Fyrra Krønikubók

Við Parbar móti vestri stóðu fýra við vegin og tveir við Parbar.

6
Fyrra Krønikubók 26:19 Fyrra Krønikubók

Hetta vóru duravaktaraflokkarnir av eftirkomarum Kora’itanna og Merari.

6
Fyrra Krønikubók 9:17 Fyrra Krønikubók

Duravaktararnir: Sallum, Akkub, Talmon, Ahiman og brøður teirra; Sallum var høvdið –

5
Fyrra Krønikubók 9:18 Fyrra Krønikubók

og líka enn standa teir við Kongaportur, fyri eystan. Hetta vóru duravaktararnir í Levitaflokkinum.

5
Fyrra Krønikubók 9:19 Fyrra Krønikubók

Sallum, sonur Kore, son Ebjasaf, son Kora, og brøður hansara, teir, ið vóru av ætt hansara, Kora’itar, teir høvdu sum tænastuarbeiði sítt at vera vaktarar við gáttir tjaldsins, við tað at fedrar teirra høvdu verið vaktarar við dyrnar í tilhaldi HARRANS.

5
Fyrra Krønikubók 9:20 Fyrra Krønikubók

Pinehas, sonur Eleazar, var forðum høvdingi teirra; við honum var HARRIN.

5
Fyrra Krønikubók 9:21 Fyrra Krønikubók

Zakarja, sonur Meselemja, var duravaktari við inngongd samkomutjaldsins.

5
Fyrra Krønikubók 9:22 Fyrra Krønikubók

Allir hesir, ið vóru útvaldir til at halda vakt við dyrnar, vóru tilsamans 212; teir vóru uppskrivaðir í ættarbøkur eftir bygdum sínum; Dávid og Sámuel síggjari høvdu innsett teir í embæti teirra.

5
Fyrra Krønikubók 9:23 Fyrra Krønikubók

Teir og synir teirra stóðu og hildu vakt við portur hús HARRANS, tjaldhúsins.

5
Fyrra Krønikubók 9:24 Fyrra Krønikubók

Duravaktararnir stóðu móti hinum fýra ættunum, móti eystri, vestri, norðri og suðri.

5
Fyrra Krønikubók 9:25 Fyrra Krønikubók

Og brøður teirra, sum búðu í bygdum sínum, skuldu koma inn so við og við, sjey dagar í senn, og hjálpa teimum.

5
Fyrra Krønikubók 9:26 Fyrra Krønikubók

Tí teir fýra yvirduravaktararnir vóru menn, ið litið varð á. – Hetta vóru Levitarnir. – Teir høvdu eisini umsjón við kømurunum og skattkømurunum í húsi Guds.

5
Fyrra Krønikubók 9:27 Fyrra Krønikubók

Um náttina hildu teir til rundan um hús Guds; tí teir áttu at halda vakt, og teir skuldu hvønn morgun lata upp portrini.

5
Seinna Kongabók 22:4 Seinna Kongabók

„Far til Hilkia, høvuðsprestin, og bið hann telja saman allan peningin, ið latin er til hús HARRANS, sum teir, ið halda vakt við dyrnar, hava savnað saman frá fólkinum,

4
Fyrra Krønikubók 15:23 Fyrra Krønikubók

Berekja og Elkana vóru duravaktarar arkarinnar.

4
Fyrra Krønikubók 15:24 Fyrra Krønikubók

Prestarnir Sebanja, Jósafat, Netanel, Amasai, Zakarja, Benaja og Eliezer blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, og Obed-Edom og Jehia vóru duravaktarar arkarinnar.

4
Fyrra Krønikubók 23:5 Fyrra Krønikubók

4000 skulu vera duravaktarar, og 4000 skulu lova HARRANUM við ljóðførunum, ið eg havi latið gera til lovsongin.“

4
Seinna Krønikubók 8:14 Seinna Krønikubók

Hann gjørdi, sum Dávid, faðir hansara, hevði fyriskrivað, og setti prestaflokkarnar til tænastu teirra og Levitarnar til tað, ið teir skuldu gera, til at syngja lovsongin og ganga prestunum til handa, eftir sum hvønn dag tørvaði; og duravaktararnar setti hann við hvørt portrið fyri seg, eftir skiftum teirra – tí so hevði Dávid gudsmaður boðið.

4
Seinna Krønikubók 23:19 Seinna Krønikubók

Hann setti eisini duravaktararnar við portur hús HARRANS, fyri at eingin, sum á onkun hátt var óreinur, skuldi koma inn hagar.

4
Nehemias 12:25 Nehemias

Mattanja, Bakbukja, Obadja, Mesullam, Talmon og Akkub vóru duravaktarar og hildu vakt við goymslurnar við portrini.

4
Seinna Kongabók 7:10 Seinna Kongabók

Teir komu so og róptu til vaktina við býportrið og bóru teimum hesi boð: „Vit komu í tilhald Árameara; men har hvørki sást ella hoyrdist menniskja; men hestarnir og eslini stóðu tjóðrað, og tjøldini vóru órørd.“

3
Seinna Kongabók 7:11 Seinna Kongabók

Vaktin við portrið rópti hetta út, og boð vórðu borin um tað inn í kongshøllina.

3
Seinna Krønikubók 31:14 Seinna Krønikubók

Kore Levitur, sonur Jimna, duravaktarin fyri eystan, hevði umsjón yvir hinum sjálvkravdu gávum, ið latnar vórðu til Gud, og skuldi býta út offurgávur HARRANS og hinar háheilagu gávur.

3
Seinna Krønikubók 34:13 Seinna Krønikubók

Teir vóru eisini settir yvir berararnar og vóru umsjónarmenn yvir øllum teimum, ið høvdu at gera við tey ymisku arbeiðini. Nakrir av Levitunum vóru eisini skrivarar, formenn og duravaktarar.

3
Nehemias 7:1 Nehemias

Táið múrurin var komin at standa, setti eg hurðarnar í, og duravaktararnir, sangararnir og Levitarnir vórðu settir til arbeiði sítt.

3
Nehemias 7:2 Nehemias

Eg setti yvir Jerusalem Hanani, bróður mín, og saman við honum Hananja, høvuðsmann borgarinnar; tí hann var álítandi og gudsóttandi maður sum fáir.

3
Nehemias 7:3 Nehemias

Eg segði við teir: „Portur Jerusalems skulu ikki latast upp, fyrrenn sólin er høgt á luftini; og meðan teir* enn standa har, skulu hurðarnar latast aftur og læsast. Og tit skulu seta vakt – menn, sum búgva í Jerusalem – hvønn á vaktarstað sítt og hvønn uttan fyri hús sítt.“

3
Esaias 62:6 Esaias

Á múrar tínar, Jerusalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina – tit, sum áminna HARRAN, unnið tykkum ongan frið!

3
Esaias 62:7 Esaias

Og gevið ikki Honum frið, fyrrenn Hann byggir Jerusalem upp aftur, fyrrenn Hann ger tað til lovsong á jørðini!

3
Esaias 62:8 Esaias

HARRIN hevur svorið um høgru hond Sína og veldiga arm Sín: Eg skal ikki longur geva fíggindum tínum korn títt at eta, ei heldur skulu fremmandir drekka vín títt, sum tú hevur havt sleip av;

3
Esaias 62:9 Esaias

nei, tey, ið heysta kornið, skulu eta tað – og prísa HARRANUM – og tey, ið savna inn vínið, skulu drekka tað í forgørðum halgidóms Míns.

3
Esaias 62:10 Esaias

Farið, farið um portrini, ruddið fólkinum vegin! Leggið, leggið veg, ruddið grótið burtur av honum! Reisið merki fyri fólkasløgini!

3