politikkur og trúgv

42 versir um "politikkur og trúgv"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið

Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –

10
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið

so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.

10
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið

Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!

10
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið

Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.

10
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið

Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.

10
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið

Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.

10
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið

Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!

10
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið

Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.

10
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið

Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

10
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið

Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.

10
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið

– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.

10
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið

Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!

10
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið

Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!

10
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið

Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!

10
Fyrra Tessalonikabrævið 4:11 Fyrra Tessalonikabrævið

og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum,

7
Fyrra Tessalonikabrævið 4:12 Fyrra Tessalonikabrævið

so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til.

7
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið

Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.

7
Filippibrævið 3:20 Filippibrævið

Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,

5
Dániel 4:17 Dániel

So er avgjørt – vaktararnir hava ráðlagt tað – og eftir boðum hinna heilagu er hetta mál avgjørt – fyri at øll, ið liva, skulu sanna, at hin Hægsti valdar yvir kongadøminum millum menniskjuni, letur, hvønn ið Hann vil, fáa tað – og setur tann, ið minst hevur at týða millum menniskjuni, at ráða yvir tí.“

4
Dániel 2:21 Dániel

Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit;

3
Mika 6:8 Mika

– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!

3
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

3
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

3
Matteus 22:17 Matteus

Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?“

3
Matteus 22:18 Matteus

Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: „Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg!

3
Matteus 22:19 Matteus

Vísið Mær skattapeningin!“ Tá fingu teir Honum denar.

3
Matteus 22:20 Matteus

Hann spurdi teir: „Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?“

3
Matteus 22:21 Matteus

Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“

3
Ápostlasøgan 5:27 Ápostlasøgan

Táið teir so vóru komnir við teimum, leiddu teir teir fram fyri ráðið. Høvuðspresturin tók teir nú til avhoyringar og segði:

3
Ápostlasøgan 5:28 Ápostlasøgan

„Vit góvu tykkum av álvara tað boð, at tit máttu ikki læra í hesum navni; og nú hava tit fylt Jerusalem við læru tykkara og ætla at føra blóðið av hesum manni yvir okkum!“

3
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan

Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!

3
Titusarbrævið 3:1 Titusarbrævið

Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk,

3
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið

Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.

3
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið

Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.

3
Sálmarnir 33:12 Sálmarnir

Sælt er tað fólk, ið hevur HARRAN til Gud, tað fólk, ið Hann hevur valt Sær til arv.

2
Matteus 22:37 Matteus

Hann svaraði honum: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“

2
Matteus 22:39 Matteus

Men annað er hesum líkt: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

2
Matteus 28:18 Matteus

Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.

2
Matteus 28:19 Matteus

Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,

2
Ápostlasøgan 2:44 Ápostlasøgan

Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;

2
Ápostlasøgan 2:45 Ápostlasøgan

ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.

2
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið

Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.

2