politikkur
30 versir um "politikkur"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Fyrra Timoteusarbrævið 2:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:2 Fyrra Timoteusarbrævið
fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið
Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.
Sálmarnir 33:12 Sálmarnir
Sælt er tað fólk, ið hevur HARRAN til Gud, tað fólk, ið Hann hevur valt Sær til arv.
Matteus 22:17 Matteus
Sig okkum tí, hvat heldur Tú: Er loyviligt at lata skatt til keisaran, ella ikki?“
Matteus 22:18 Matteus
Men Jesus var varur við óndskap teirra og segði: „Hyklarar tykkara! Hví freista tit Meg!
Matteus 22:19 Matteus
Vísið Mær skattapeningin!“ Tá fingu teir Honum denar.
Matteus 22:20 Matteus
Hann spurdi teir: „Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?“
Matteus 22:21 Matteus
Teir svaraðu: „Keisarans.“ Tá segði Hann við teir: „So gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er!“
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Fimta Mósebók 15:7 Fimta Mósebók
Táið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri hinum fátæka bróður tínum;
Fimta Mósebók 15:8 Fimta Mósebók
nei, tú skalt lata hondina upp fyri honum og læna honum tað, ið honum fattast, og sum honum tørvar.
Fimta Mósebók 15:9 Fimta Mósebók
Varða teg, at ikki ljótur tanki kemur upp í hjarta tínum, so tú sigur: „Nú kemur skjótt sjeynda árið, eftirgevingarárið,“ og tú so hyggur við illum eygum á hin fátæka bróður tín og letur hann einki fáa! Tí hann fer tá at rópa til HARRAN undan tær, og tú fært synd á teg.
Fimta Mósebók 15:10 Fimta Mósebók
Av góðum huga skalt tú geva honum, og tað má ikki gera hjarta tínum ilt, táið tú gevur honum; tí so skal HARRIN Gud tín signa teg í øllum arbeiði tínum og í øllum, sum tú fert undir at gera.
Fimta Mósebók 15:11 Fimta Mósebók
Tí fátæk koma altíð at vera í landinum; tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt lata upp hondina fyri bróður tínum, fyri hinum treingjandi og fátæka, ið tú hevur í landi tínum.
Orðtøkini 29:2 Orðtøkini
Táið rættvís nørast, gleðist fólkið, men táið gudleysur maður valdar, suffar fólkið.
Dániel 2:21 Dániel
Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit;
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Matteus 28:18 Matteus
Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.
Filippibrævið 3:20 Filippibrævið
Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:11 Fyrra Tessalonikabrævið
og at seta æru tykkara í at liva stillir og ansa hvør eftir sínum egna og arbeiða við hondum tykkara, soleiðis sum vit søgdu við tykkum,
Fyrra Tessalonikabrævið 4:12 Fyrra Tessalonikabrævið
so tit kunnu vísa teimum, ið uttanfyri eru, sámiligan atburð, og ongan treingja til.
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið
Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!