planki

98 versir um "planki"

Versir

Síða 2 av 2
Matteus 6:21 Matteus

Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.

5
Matteus 6:22 Matteus

Eygað er ljós likamsins; er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst;

5
Matteus 6:23 Matteus

men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!

5
Matteus 6:24 Matteus

Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.

5
Matteus 6:25 Matteus

Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!

5
Matteus 6:26 Matteus

Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!

5
Matteus 6:27 Matteus

Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!

5
Matteus 6:28 Matteus

Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;

5
Matteus 6:29 Matteus

men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.

5
Matteus 6:30 Matteus

Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!

5
Matteus 6:31 Matteus

Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“

5
Matteus 6:32 Matteus

Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.

5
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

5
Matteus 6:34 Matteus

Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“

5
Matteus 8:1 Matteus

Táið Hann nú fór oman av fjallinum, fylgdi nógv fólk Honum.

5
Matteus 8:2 Matteus

Nú kom ein spitalskur, fall niður fyri Honum og segði: „Harri! Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan.“

5
Matteus 8:3 Matteus

Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Við tað sama varð hann reinsaður frá spitalsku síni.

5
Matteus 8:4 Matteus

Jesus segði nú við hann: „Síggj til, at tú ongum sigur tað! Men far og lat prestin sýna teg og ber fram gávuna, ið Móses hevur givið boð um, teimum til vitnisburð!“

5
Matteus 8:5 Matteus

Táið Hann so var komin inn í Kapernaum, kom høvuðsmaður til Hansara, bað Hann og segði:

5
Matteus 8:6 Matteus

„Harri! Drongur mín liggur lamin heima við hús í svárari pínu.“

5
Matteus 8:7 Matteus

Jesus segði við hann: „Eg skal koma og grøða hann!“

5
Matteus 8:8 Matteus

Høvuðsmaðurin svaraði: „Harri! Eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Nei, sig bert orð, so verður drongur mín frískur!

5
Matteus 8:9 Matteus

Eg eri jú sjálvur maður, ið standi undir øðrum, og eg havi uppaftur hermenn undir mær; sigi eg nú við ein: „Far!“ so fer hann, og við annan: „Kom!“ so kemur hann, og við tænara mín: „Ger hetta!“ so ger hann tað.“

5
Matteus 8:10 Matteus

Táið Jesus hoyrdi hetta, undraðist Hann og segði við tey, sum fylgdu Honum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv – nei, ikki í Ísrael heldur!

5
Matteus 8:11 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis.

5
Matteus 8:12 Matteus

Men børn ríkisins skulu verða koyrd út í myrkrið uttanfyri; har skal vera grátur og tannagrísl.“

5
Matteus 8:13 Matteus

So segði Jesus við høvuðsmannin: „Far! Tær verði, sum tú trúði!“ Og drongurin varð frískur í somu stund.

5
Matteus 8:14 Matteus

Táið Jesus kom inn í hús Pæturs, sá Hann, at vermóðir hansara lá og hevði fepur.

5
Matteus 8:15 Matteus

Tá nam Hann við hond hennara, og hon slapp frá feprinum; og hon fór upp og borðreiddi fyri Honum.

5
Matteus 8:16 Matteus

Men táið kvøldið var komið, førdu tey til Hansara mong, sum sett vóru av illum andum; og Hann rak út andarnar við orði og grøddi øll hini sjúku –

5
Matteus 8:17 Matteus

fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: „Hann tók veikleikar okkara og bar sjúkur okkara.“

5
Matteus 8:18 Matteus

Táið Jesus nú sá nógv fólk rundan um Seg, beyð Hann, at yvirum skuldi verða farið.

5
Matteus 8:19 Matteus

Har kom ein skriftlærdur og segði við Hann: „Meistari! Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.“

5
Matteus 8:20 Matteus

Jesus svaraði honum: „Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður; men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at.“

5
Matteus 8:21 Matteus

Ein annar, ein av lærisveinum Hansara, segði við Hann: „Harri! Loyv mær fyrst at fara og jarða faðir!“

5
Matteus 8:22 Matteus

Men Jesus segði við hann: „Fylg Mær, og lat hini deyðu jarða deyðu síni!“

5
Matteus 8:23 Matteus

Hann fór nú í bátin, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum.

5
Matteus 8:24 Matteus

Og harður stormur varð á vatninum, so báturin fjaldist av aldunum; men Hann svav.

5
Matteus 8:25 Matteus

Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: „Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur.“

5
Matteus 8:26 Matteus

Hann segði við teir: „Hví eru tit ræddir, tit trúarveiku!“ So reistist Hann og hótti vind og aldur, og blikalogn varð.

5
Matteus 8:27 Matteus

Tá undraðust menninir og søgdu: „Hvør er tó hesin, síðani bæði vindar og vatn akta Hann?“

5
Matteus 8:28 Matteus

Táið Hann so var yvirum komin, til land Gadarena, møttu Honum tveir, sum vóru settir av illum andum; teir komu út úr grøvunum og vóru ógvuliga óðir, so eingin slapp fram tann vegin.

5
Matteus 8:29 Matteus

Teir róptu: „Hvat hava vit við Teg at gera, Tú Sonur Guds! Ert Tú komin higar at pína okkum, áðrenn tíð er?“

5
Matteus 8:30 Matteus

Langt frá teimum lá stórt svínafylgi og át.

5
Matteus 8:31 Matteus

Hinir illu andarnir bóðu Hann nú: „Rekur Tú okkum út, so loyv okkum at fara í svínafylgið!“

5
Matteus 8:32 Matteus

Hann segði við teir: „Farið!“ Tá fóru teir út og fóru í svínini. Og alt fylgið leyp út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum.

5
Matteus 8:33 Matteus

Men hirðarnir flýddu og fóru inn í býin og søgdu frá øllum – og hvussu gingist hevði við teimum, ið settir høvdu verið av illum andum.

5
Matteus 8:34 Matteus

Tá fór allur býurin út at møta Jesusi, og táið tey sóu Hann, bóðu tey Hann fara burt av leiðum sínum.

5