plágur

11 versir um "plágur"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 15:1 Opinberingin

Eg sá annað tekin í Himli, stórt og undurfult: Sjey einglar, sum høvdu hinar sjey seinastu plágur – við teimum er vreiði Guds fullførd.

3
Onnur Mósebók 9:14 Onnur Mósebók

Hesa ferð skal Eg senda allar plágur Mínar, yvir teg sjálvan, yvir tænarar tínar og yvir fólk títt – fyri at tú skalt sanna, at eingin er sum Eg á allari jørðini.

2
Triðja Mósebók 26:21 Triðja Mósebók

Standa tit Mær tá kortini ímóti og vilja ikki akta Meg, so skal Eg sláa tykkum enn meiri, ja, sjeyfalt, sum syndir tykkara hava uppiborið.

2
Lukas 21:11 Lukas

Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pest; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.

2
Opinberingin 11:6 Opinberingin

Teir hava vald at lata himmalin aftur, so einki regn kemur niður, teir dagarnar teir profetera; og teir hava vald yvir vøtnunum, at umskapa tey til blóð, og at sláa jørðina við alskyns plágu, so ofta sum teir vilja.

2
Opinberingin 15:6 Opinberingin

Hinir sjey einglarnir, ið høvdu hinar sjey plágurnar, komu út úr templinum, klæddir í reint og skínandi lín og við gullbeltum spentum um bróstið.

2
Opinberingin 15:8 Opinberingin

Templið fyltist av royki av dýrd Guds og av kraft Hansara; og eingin kundi fara inn í templið, fyrrenn hinar sjey plágur hinna sjey eingla vóru á enda.

2
Opinberingin 16:9 Opinberingin

Menniskjuni brendust í stórum hita – og spottaðu navn Guds, sum hevur vald yvir hesum plágum; og tey vendu ikki við til at geva Honum dýrd.

2
Opinberingin 18:4 Opinberingin

Eg hoyrdi aðra rødd úr Himli; hon segði: „Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara og verða rakt av plágum hennara!

2
Opinberingin 18:8 Opinberingin

so skulu á einum degi plágur hennara koma: Deyði, sorg og hungur! Hon skal verða brend upp; tí sterkur er Harrin Gud, sum hevur dømt hana.

2
Opinberingin 22:18 Opinberingin

Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók.

2