Pisga
46 versir um "Pisga"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 34:1 Fimta Mósebók
Síðani fór Móses av Móabsheiðum niðan á Nebofjall, á Pisgatind, beint yvir av Jeriko; og HARRIN læt hann síggja alt landið: Gilead líka til Dan,
Fimta Mósebók 34:2 Fimta Mósebók
alt land Naftali, Efra’ims og Manasse, alt land Juda líka at havinum fyri vestan,
Fimta Mósebók 34:3 Fimta Mósebók
Suðurlandið og Jordanslættan, dalin við Jeriko – Pálmastaðin – líka at Zoar.
Fimta Mósebók 34:4 Fimta Mósebók
Og HARRIN segði við hann: „Hetta er landið, ið Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, táið Eg segði: „Avkomi tínum skal Eg geva tað!“ Nú havi Eg latið teg síggja tað við egnum eygum, men tú skalt ikki koma inn í tað!“
Fimta Mósebók 34:5 Fimta Mósebók
So doyði Móses, tænari HARRANS, har í Móabslandi – sum HARRIN hevði sagt.
Fimta Mósebók 34:6 Fimta Mósebók
Hann jarðaði hann í dalinum í Móabslandi, beint yvir av Bet-Peor, og til henda dag veit eingin, hvar grøv hansara er.
Fimta Mósebók 34:7 Fimta Mósebók
Móses var 120 ár, táið hann doyði; sjón hansara var ikki viknað, og lívsmegi hansara var ikki svunnin.
Fimta Mósebók 34:8 Fimta Mósebók
Ísraelsmenn grótu um Móses á Móabsheiðum í tríati dagar; so vóru grátidagarnir at enda, sorgin eftir Móses.
Fimta Mósebók 34:9 Fimta Mósebók
Josva, sonur Nun, var fyltur við vísdómsanda, tí Móses hevði lagt hendurnar á hann; og Ísraelsmenn aktaðu hann og gjørdu, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
Fimta Mósebók 34:10 Fimta Mósebók
Men ikki stóð aftur upp í Ísrael nakar profetur sum Móses, hann, ið HARRIN umgekst andlit til andlit
Fimta Mósebók 34:11 Fimta Mósebók
– táið hugsað verður um øll tekinini og undrini, ið HARRIN hevði sent hann at gera í Egyptalandi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara,
Fimta Mósebók 34:12 Fimta Mósebók
og um allan hin veldiga mátt, ið Móses vísti, og øll hini stóru, ræðuligu verk, ið hann gjørdi fyri eygum als Ísraels.
Fjórða Mósebók 23:13 Fjórða Mósebók
Tá segði Balak við hann: „Kom við mær til eitt annað stað, haðani tú sært tey – hiðani sært tú bert eitt sindur av teimum, tú sært tey ikki øll – og banna mær teimum so haðani!“
Fjórða Mósebók 23:14 Fjórða Mósebók
So tók hann hann við sær niðan á Vaktarheyggj á Pisgatindi, reisti har sjey altar og ofraði tarv og veðr á hvørjum altari.
Fjórða Mósebók 23:15 Fjórða Mósebók
Síðani segði Bileam við Balak: „Statt tú nú her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari har yvir at fáa opinbering!“
Fjórða Mósebók 23:16 Fjórða Mósebók
Tá kom HARRIN ímóti Bileam, legði honum orð í munnin og segði: „Far aftur til Balak, og tala, sum Eg havi sagt tær!“
Fjórða Mósebók 23:17 Fjórða Mósebók
Táið hann kom til hansara, sá hann hann standa hjá brenniofri sínum saman við høvdingum Móabs; og Balak segði við hann: „Hvat segði HARRIN?“
Fjórða Mósebók 23:18 Fjórða Mósebók
Tá bar hann fram ljóð sítt og segði: „Reis teg, Balak, og hoyr! Lurta eftir mær, tú sonur Zippor!
Fjórða Mósebók 23:19 Fjórða Mósebók
Gud er ikki menniskja, so Hann skuldi logið, ikki menniskjabarn, so Hann skuldi angrað! Skuldi Hann sagt nakað og ikki gjørt tað! Skuldi Hann talað og ikki fullført tað!
Fjórða Mósebók 23:20 Fjórða Mósebók
Sært tú, at signa er mær givið – Hann hevur signað, og eg kann onga vend geva tí!
Fjórða Mósebók 23:21 Fjórða Mósebók
Ei skoðar Hann órætt í Jákupi, ei sær Hann mein við Ísrael – HARRIN Gud hansara er við honum, og fagnaðarróp sum fyri kongi ljóða har.
Fjórða Mósebók 23:22 Fjórða Mósebók
Gud leiddi tey út av Egyptalandi; styrki hava tey sum villtarvurin.
Fjórða Mósebók 23:23 Fjórða Mósebók
Ikki er gandur í Jákupi, ikki eru spádómsbrøgd í Ísrael! Táið tíðin er komin, verður sagt Jákupi og Ísrael tað, ið Gud ætlar at gera.
Fjórða Mósebók 23:24 Fjórða Mósebók
Hygg – eitt fólk, ið reisist sum honleyva, loypur upp sum leyva! Ei legst tað, fyrrenn tað hevur mettað seg av ráni og drukkið blóð av dripnum!“
Rutt 1:1 Rutt
Á teimum døgum ið dómararnir stjórnaðu, kom einaferð hungursneyð í landinum. Tá fór maður úr Betlehem í Juda til Móabsland at búgva har sum fremmandur við konu síni og báðum sonum sínum.
Rutt 1:2 Rutt
Maðurin æt Elimelek, kona hansara No’omi, og synir hansara Malon og Kiljon; teir vóru Efratitar, úr Betlehem í Juda. Tey komu nú til Móabsland og vórðu verandi har.
Rutt 1:3 Rutt
So doyði Elimelek, maður No’omi, og hon sat eftir við báðum sonum sínum.
Rutt 1:4 Rutt
Teir tóku sær móabitiskar konur; onnur æt Orpa, og onnur Rutt. Men táið tey høvdu búð har eini tíggju ár,
Rutt 1:5 Rutt
doyðu teir báðir við, Malon og Kiljon, so at kvinnan sat einsamøll eftir báðar synir sínar og mann sín.
Rutt 1:6 Rutt
Tá fór hon avstað við sonarkonum sínum, til at fara heimaftur úr Móabslandi; tí hon hevði frætt í Móabslandi, at HARRIN hevði vitjað fólk Sítt og givið teimum breyð.
Rutt 1:7 Rutt
Hon fór nú við báðum sonarkonum sínum avstað, haðani sum hon hevði havt tilhald. Men á leiðini heimaftur til Judaland
Rutt 1:8 Rutt
segði No’omi við báðar sonarkonur sínar: „Vendið nú við og farið heimaftur, hvør til hús móður sínar! HARRIN veri tykkum góður, eins og tit hava verið góðar, bæði við teir, ið farnir eru, og við meg!
Rutt 1:9 Rutt
HARRIN gevi tykkum, at tit finna eitt heim, hvør í húsi mans síns!“ So kysti hon tær. Men tær skóru í grát
Rutt 1:10 Rutt
og søgdu við hana: „Nei, vit koma við tær heimaftur til fólk títt!“
Rutt 1:11 Rutt
Tá segði No’omi: „Vendið við, døtur mínar! Hví vilja tit koma við mær? Beri eg enn synir í fanginum, sum kunnu verða menn tykkara!
Rutt 1:12 Rutt
Vendið við, døtur mínar, farið nú heimaftur! Eg eri ov gomul at verða kona nakran mann! Og um eg so helt, at eg hevði vón enn, ja, um eg so hesa nátt gav manni meg, og um so var, at eg fekk synir,
Rutt 1:13 Rutt
skuldu tit fyri tað bíðað, inntil teir komu til! Skuldu tit fyri tað stongt tykkum inni og livað ógiftar! Nei, døtur mínar! Mær tykir so hjartaliga synd í tykkum – tí meg hevur hond HARRANS rámt, og tað hart!“
Rutt 1:14 Rutt
Tær skóru nú aftur í grát. Og Orpa kysti vermóður sína, men Rutt vildi ikki skiljast frá henni.
Rutt 1:15 Rutt
Tá segði hon: „Tú sært, at hin sonarkona mín er farin heimaftur til fólk sítt og gud sín – far tú nú eisini heimaftur og fylg við hini sonarkonu míni!“
Rutt 1:16 Rutt
Men Rutt svaraði: „Royn ikki at yvirtala meg at fara frá tær og fara heimaftur! Nei, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín;
Rutt 1:17 Rutt
har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað. HARRIN lati mær gangast illa, bæði nú og hereftir, um nakað annað enn deyðin skilir meg frá tær!“
Rutt 1:18 Rutt
Táið No’omi nú sá, at hon vikaðist ikki frá at koma við henni, gavst hon at tosa við hana um tað.
Rutt 1:19 Rutt
Tær hildu so fram báðar, inntil tær komu til Betlehem. Men táið tær komu til Betlehem, kom røringur í allan staðin, og kvinnurnar søgdu: „Er hetta No’omi?“
Rutt 1:20 Rutt
Men hon segði við tær: „Kallið meg ikki No’omi*! Kallið meg Mara,** tí hin Alvaldi hevur latið nógva sorg koma yvir meg!
Rutt 1:21 Rutt
Rík fór eg hiðani, og fátæka hevur HARRIN latið meg koma aftur. Hví kalla tit meg No’omi, táið HARRIN hevur vitnað móti mær, og hin Alvaldi hevur latið mær gangast so illa?“
Rutt 1:22 Rutt
– So kom No’omi tá aftur úr Móabslandi við sonarkonu síni, Móabitkvinnuni Rutt – tær komu til Betlehem fyrst í byggskurðinum.