pílir
32 versir um "pílir"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Seinna Sámuelsbók 22:15 Seinna Sámuelsbók
Hann skeyt pílar og spjaddi teir,* snarljós og loypti ræðslu á teir.
Sálmarnir 21:11 Sálmarnir
Tú skalt týna ávøkst teirra av jørðini, avkom teirra millum menniskjabørnini.
Sálmarnir 21:12 Sálmarnir
Tí Tær royna teir at volda ilt, teir hava upphugsað ónd ráð – men teir skulu einki vera mentir!
Esaias 49:1 Esaias
Hoyrið Meg, tit oyggjar, lurtið eftir, tit fólk langt burtur! HARRIN hevur frá móðurlívi kallað Meg, Hann hevur frá móðurfangi nevnt navn Mítt.
Esaias 49:2 Esaias
Hann hevur gjørt munn Mín til hvast svørð og fjalt Meg í skugga handar Sínar! Hann hevur gjørt Meg til blankan píl og loynt Meg í pílahúsa Sínum.
Esaias 49:3 Esaias
Og Hann segði við Meg: „Tú ert tænari Mín, Tú ert Ísrael, sum eg skal opinbera dýrd Mína á!“
Esaias 49:4 Esaias
Men Eg segði: „Til einkis havi Eg arbeitt Meg móðan, til onga nyttu havi Eg oytt kraft Mína!“ – Men kortini er rættur Mín hjá HARRANUM, og løn Mín hjá Gudi Mínum!
Esaias 49:5 Esaias
Og nú sigur HARRIN, sum frá móðurlívi hevur gjørt Meg til tænara Sín, til at leiða Jákup aftur til Sín og savna Ísrael fyri Seg – og Eg eri dýrmætur í eygum HARRANS, og Gud Mín er vorðin styrki Mín –
Esaias 49:6 Esaias
Hann sigur: „Tað er ov lítið, at Tú ert tænari Mín til at fáa ættir Jákups aftur á føtur og leiða heimaftur hina frelstu leivd Ísraels – nei, Eg skal gera Teg til ljós heidninga, so frelsa Mín kann náa at enda jarðarinnar!“
Esaias 49:7 Esaias
So sigur HARRIN, frelsari Ísraels, hin heilagi í Ísrael, við Hann, sum er vanvirdur av hvørjum menniskja, við Hann, sum býður fólki ímóti, við Hann, sum er trælur kúgara: Kongar skulu síggja tað og reisa seg, høvdingar skulu síggja tað og kasta seg niður – fyri HARRANS skuld, Hansara, sum er trúfastur, fyri hins Heilaga Ísraels skuld, Hansara, sum útvaldi Teg.
Esaias 49:8 Esaias
So sigur HARRIN: Í náðistundini bønhoyri Eg Teg, frelsudagin hjálpi Eg Tær, og Eg skal varðveita Teg og gera Teg til sáttmála fyri fólkið, so Tú skalt fáa landið aftur á føtur, skifta sundur arvalutirnar, sum liggja í oyði,
Esaias 49:9 Esaias
og siga við fangarnar: „Farið út!“ við tey, sum í myrkri eru: „Komið fram!“ Gras skulu tey finna fram við vegnum, og allir hinir naknu heyggjar skulu vera teimum beiti.
Esaias 49:10 Esaias
Tey skulu ikki hungra og ikki tysta, og hvørki hitt gløðandi sandhav ella sólin skal saka tey; tí Hann, sum miskunnar teimum, skal vísa teimum veg og leiða tey at vatnskeldum.
Esaias 49:11 Esaias
Og Eg skal gera øll fjøll Míni til vegir, og allar gøtur Mínar skulu hækkast.
Esaias 49:12 Esaias
Hygg, tey koma úr fjarløgu, summi norðaneftir, summi vestaneftir, og summi úr Sinimslandi!
Esaias 49:13 Esaias
Lovsyngið, tit Himlar, fegnast, tú jørð! Tit fjøll, skerið í gleðiróp! Tí HARRIN troystar fólk Sítt, og hinum ørmu Sínum vísir Hann miskunn.
Esaias 49:14 Esaias
Zion segði: „HARRIN hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg!“
Esaias 49:15 Esaias
– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!
Esaias 49:16 Esaias
Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!
Esaias 49:17 Esaias
Børn tíni koma rennandi; teir, sum brutu teg niður og løgdu teg í oyði, skulu fara frá tær.
Esaias 49:18 Esaias
Lyft eygunum og hygg rundan um teg: Tey savna seg øll somul, tey koma til tín! So satt sum Eg livi – sigur HARRIN – skalt tú lata teg í tey øll somul sum prýði og binda tey um teg sum brúður!
Esaias 49:19 Esaias
Tí toftir tínar og oyðistøð tíni og herjaða land títt – sanniliga, nú skalt tú vera teimum ov trong, sum búgva har, og teir, sum løgdu teg í oyði, skulu vera langt burtur!
Esaias 49:20 Esaias
Enn skalt tú fáa at hoyra børnini frá døgunum, ið tú satst barnleys, siga: „Plássið er mær ov trongt – førka teg, so eg fái búð her!“
Esaias 49:21 Esaias
Tá skalt tú siga í hjartanum: „Hvør hevur føtt mær hesi? Eg var jú barnleys og ófruktbør, í útlegd og burtrikin! Og hvør hevur fostrað hesi? Eg sat jú einslig eftir! Hvar vóru tá hesi?“
Esaias 49:22 Esaias
So sigur Harrin HARRIN: Eg skal lyfta hond Míni til heidningarnar og reisa merki Mítt fyri fólkasløgunum, og tey skulu koma við sonum tínum í favninum, og døtur tínar skulu tey bera á økslini.
Esaias 49:23 Esaias
Kongar skulu vera fosturfedrar tínir, drotningar teirra daddur tínar; tey skulu kasta seg á andlitið til jarðar fyri tær og sleikja dust fóta tína; og tú skalt sanna, at Eg eri HARRIN, og at tey, sum bíða eftir Mær, skulu ikki verða til skammar.
Esaias 49:24 Esaias
Kann nakar taka herfongin frá hinum sterka, ella kunnu fangar sleppa frá honum, sum teir av røttum tilhoyra!
Esaias 49:25 Esaias
Ja! Tí so sigur HARRIN: Bæði skulu fangarnir verða tiknir frá hinum sterka, og herfongur yvirgangskropsins skal sleppa, og Eg skal standa teimum ímóti, sum standa tær ímóti, og børn tíni skal Eg frelsa.
Esaias 49:26 Esaias
Eg skal lata teir, ið kúga teg, eta sítt egna kjøt, og av sínum egna blóði skulu teir verða druknir sum av vínberjaløgi, og alt hold skal sanna, at Eg, HARRIN, eri frelsari tín, at hin veldigi Jákups er endurloysari tín.