pestilens / sótt

32 versir um "pestilens / sótt"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir

Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,

3
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir

sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“

3
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir

Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;

3
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir

við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.

3
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir

Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,

3
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir

ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.

3
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir

Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;

3
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir

tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.

3
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir

„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;

3
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir

teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.

3
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir

Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;

3
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir

teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;

3
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir

á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.

3
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir

„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;

3
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir

hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;

3
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir

við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“

3
Lukas 21:11 Lukas

Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pest; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.

3
Onnur Mósebók 5:3 Onnur Mósebók

Tá søgdu teir: „Gud Hebrearanna hevur møtt okkum; lat okkum nú fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina og ofra til HARRAN Gud okkara, so Hann slær okkum ikki við pest ella svørði!“

2
Onnur Mósebók 9:15 Onnur Mósebók

Eg hevði longu rætt hond Mína út og sligið teg og fólk títt við pest, so tú vart oyddur av jørðini;

2
Triðja Mósebók 26:25 Triðja Mósebók

Eg skal lata tykkum verða rámt av hevndarsvørði, ið skal hevna sáttmálan; og søkja tit tykkum skjól í býum tykkara, so skal Eg senda pest ímillum tykkara, og tit skulu falla í hond fíggindans.

2
Fjórða Mósebók 14:12 Fjórða Mósebók

Eg skal sláa tey við pest og gera enda á teimum, og so skal Eg gera teg til eitt størri og sterkari fólk enn hetta!“

2
Fyrra Kongabók 8:37 Fyrra Kongabók

Táið hungursneyð kemur í landinum, táið pest kemur, táið kornbrenning og gulnan kemur, grashoppur og gnagarar,* táið fíggindar teirra treingja tey í landinum, har býir teirra liggja – táið onkur plága kemur, onkur sjúka

2
Jeremias 24:10 Jeremias

Eg skal senda svørð, hungur og pest ímóti teimum, inntil tey eru avoydd úr landinum, ið Eg gav teimum og fedrum teirra.

2
Jeremias 28:8 Jeremias

Profetarnir, ið verið hava undan mær og tær, frá fornum tíðum, hava profeterað móti mongum londum og móti stórum ríkjum um ófrið, vanlukku og pest.

2
Jeremias 42:17 Jeremias

Allir teir menn, ið hava sett í seg at fara til Egyptalands at búgva har, skulu doyggja fyri svørði og av hungri og pest; eingin teirra skal verða eftir og komast undan vanlukkuni, ið Eg lati koma yvir teir.

2
Jeremias 42:22 Jeremias

Tí skulu tit nú vita, at tit skulu doyggja fyri svørði og av hungri og pest á tí staði, hagar tit stunda eftir at koma til at búgva har sum fremmandir.“

2
Ezekiel 5:17 Ezekiel

Eg skal senda móti tykkum hungur og vill dýr, sum skulu gera tykkum barnleys; pest og blóð skal ganga yvir teg, og svørð skal Eg lata koma yvir teg. Eg, HARRIN, havi talað!

2
Ezekiel 7:15 Ezekiel

Svørð uttanfyri og pest og hungur innanfyri! Tann, ið úti á markini er, skal falla fyri svørði, og tann, sum inni í býnum er, honum skal hungur og pest gera enda á.

2
Ezekiel 14:21 Ezekiel

Tí sigur Harrin HARRIN so: Táið Eg sendi hinar fýra óndu revsidómar Mínar – svørð, hungur, vill dýr og pest – yvir Jerusalem, til at oyða av tí bæði fólk og fæ,

2
Amos 4:10 Amos

Eg havi sent pest ímillum tykkara sum hinaferð í Egyptalandi; Eg havi dripið unglingar tykkara við svørði og latið hestar tykkara verða til herfong; Eg læt stinkin av heri tykkara stíga upp í nøs tykkara – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.

2
Habakkuk 3:5 Habakkuk

Pest gongur fyri ásjón Hansara, og sótt gongur í fótasporum Hansara.

2
Matteus 24:7 Matteus

Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.

2