persónligur vøkstur mitt í trongd

33 versir um "persónligur vøkstur mitt í trongd"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Pætursbrævið 2:1 Fyrra Pætursbrævið

Leggið tí av allan óndskap, alt svik og hykl, alla øvund og alt baktal!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:2 Fyrra Pætursbrævið

Tráið – eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu

4
Fyrra Pætursbrævið 2:3 Fyrra Pætursbrævið

– so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:4 Fyrra Pætursbrævið

Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur,

4
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið

og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:6 Fyrra Pætursbrævið

Í skriftini stendur jú: „Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.“

4
Fyrra Pætursbrævið 2:7 Fyrra Pætursbrævið

Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall –

4
Fyrra Pætursbrævið 2:8 Fyrra Pætursbrævið

hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið

Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,

4
Fyrra Pætursbrævið 2:10 Fyrra Pætursbrævið

tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds, tit, sum ikki høvdu funnið miskunn, men nú hava fingið miskunn.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:11 Fyrra Pætursbrævið

Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:12 Fyrra Pætursbrævið

Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:13 Fyrra Pætursbrævið

Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta

4
Fyrra Pætursbrævið 2:14 Fyrra Pætursbrævið

ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:15 Fyrra Pætursbrævið

Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna –

4
Fyrra Pætursbrævið 2:16 Fyrra Pætursbrævið

sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið

Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:18 Fyrra Pætursbrævið

Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu!

4
Fyrra Pætursbrævið 2:19 Fyrra Pætursbrævið

Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:20 Fyrra Pætursbrævið

– Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:21 Fyrra Pætursbrævið

Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara,

4
Fyrra Pætursbrævið 2:22 Fyrra Pætursbrævið

sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik,

4
Fyrra Pætursbrævið 2:23 Fyrra Pætursbrævið

sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi

4
Fyrra Pætursbrævið 2:24 Fyrra Pætursbrævið

– sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:25 Fyrra Pætursbrævið

Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara.

4
Markus 13:33 Markus

Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er.

3
Filippibrævið 1:9 Filippibrævið

Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti,

3
Filippibrævið 1:10 Filippibrævið

so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt – til dag Kristusar,

3
Filippibrævið 1:11 Filippibrævið

fylt við rættvísiávøksti, sum virkaður verður við Jesusi Kristi, Gudi til dýrd og lov.

3
Fyrra Pætursbrævið 4:13 Fyrra Pætursbrævið

Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum – so tit eisini kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara.

3
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:2 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.

2
Judasarbrævið 1:13 Judasarbrævið

Tey eru villar havsbylgjur, sum skúma frá sær sína egnu skomm, villfarandi stjørnur – niða og nátt í allar ævir eru teimum goymdar!

2