persónlig reinføri

62 versir um "persónlig reinføri"

Versir

Síða 2 av 2
Triðja Mósebók 11:39 Triðja Mósebók

Doyr okkurt av teimum fýrføttu dýrunum, ið tit nýta til føði, so skal tann, ið nemur við tann deyða kroppin, vera óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 11:40 Triðja Mósebók

Tann, ið etur kjøt av slíkum deyðum kroppi, skal vaska klæði síni og vera óreinur líka til kvølds, og tann, ið ber slíkan deyðan kropp, skal vaska klæði síni og verða óreinur líka til kvølds.

2
Triðja Mósebók 11:41 Triðja Mósebók

Øll smádýr, ið á jørðini skríða, skulu vera tykkum andstygd; tey mugu ikki etast;

2
Triðja Mósebók 11:42 Triðja Mósebók

hvørki tað, ið á búkinum skríður, ella tað, ið gongur á fýra beinum ella fleiri – einki av øllum teimum smádýrum, ið á jørðini skríða, mugu tit eta; tí tey eru andstygd.

2
Triðja Mósebók 11:43 Triðja Mósebók

Gerið ikki tykkum sjálv viðurstyggilig av nøkrum slíkum skriðdýrum, dálkið tykkum ikki av teimum, so tit verða órein!

2
Triðja Mósebók 11:44 Triðja Mósebók

Tí Eg eri HARRIN Gud tykkara, og tit skulu halga tykkum og vera heilag, tí Eg eri heilagur – dálkið tykkum ikki av nøkrum av teimum skriðdýrum, ið á jørðini skríða!

2
Triðja Mósebók 11:45 Triðja Mósebók

Tí Eg eri HARRIN, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi at vera Gud tykkara; og tit skulu vera heilag, tí Eg eri heilagur.

2
Triðja Mósebók 11:46 Triðja Mósebók

– Hetta er lógin um fýrføtt dýr og fuglar og allar livandi skapningar, ið rørast í vatninum, og allar livandi skapningar, ið á jørðini skríða

2
Triðja Mósebók 11:47 Triðja Mósebók

– so at munur kann verða gjørdur á óreinum og reinum, á teimum dýrum, ið etast kunnu, og á teimum, ið ikki mugu etast.““

2
Seinna Sámuelsbók 19:24 Seinna Sámuelsbók

Eisini Mefiboset, sonur Saul, var komin hagar ímóti konginum. Hann hevði ikki vaskað sær um føturnar, ikki greitt skeggið og ikki vaskað klæði síni, frá tí degi kongurin fór avstað, og líka til tann dag hann kom aftur við friði.

2
Rómverjabrævið 14:14 Rómverjabrævið

Eg veit og eri í Harranum Jesusi vísur í, at einki er í sær sjálvum óreint; bert honum, ið roknar nakað fyri óreint – honum er tað óreint.

2
Seinna Korintbrævið 7:1 Seinna Korintbrævið

Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta!

2