Persía

37 versir um "Persía"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 44:28 Esaias

sum sigur um Kýrus: „Hann er hirði Mín!“ Allan vilja Mín skal hann fullføra og siga um Jerusalem: „Tað skal byggjast upp aftur, og templið skal verða grundað!“

4
Ester 1:3 Ester

Triðja árið, ið hann sat við stýrið, helt hann veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum; herhøvdingarnir í Persia og Media og stórmenn hansara og høvdingarnir í landspørtunum vóru gestir hjá honum.

3
Ezra 3:7 Ezra

Síðani góvu teir steinhøggarunum og træsmiðunum pening; og monnunum í Zidon og Týrus góvu teir mat, drekka og olju, fyri tað at teir skuldu flyta sedrisvið av Libanon sjóvegin til Joppe, eftir loyvinum, ið Kýrus kongur í Persia hevði givið teimum.

2
Ezra 7:1 Ezra

Nakað eftir hetta – meðan Artaxerxes persarakongur sat við stýrið – fór Ezra, sonur Seraja, son Azarja, son Hilkia,

2
Ezra 7:2 Ezra

son Sallum, son Zadok, son Ahitub,

2
Ezra 7:3 Ezra

son Amarja, son Azarja, son Merajot,

2
Ezra 7:4 Ezra

son Zeraja, son Uzzi, son Bukki,

2
Ezra 7:5 Ezra

son Abisua, son Pinehas, son Eleazar, son Áron høvuðsprest

2
Ezra 7:6 Ezra

– hesin Ezra fór heim úr Bábel. Hann var skriftlærdur maður, kunnigur við Móselóg, hana, ið HARRIN Gud Ísraels hevði givið. Og við tað at HARRIN Gud hansara helt hond Sína yvir honum, læt kongurin hann fáa alt, ið hann bað um.

2
Ezra 7:7 Ezra

Nakrir av Ísraelsmonnum og av prestunum, Levitunum, sangarunum, duravaktarunum og tempultænarunum fóru við honum til Jerusalem, sjeynda árið ið Artaxerxes kongur sat við stýrið.

2
Ezra 7:8 Ezra

Í fimta mánaði kom hann til Jerusalem – tað var sjeynda árið, ið kongurin sat við stýrið.

2
Ezra 7:9 Ezra

Tí tann fyrsta í fyrsta mánaði gjørdi hann av at fara úr Bábel, og tann fyrsta í fimta mánaði kom hann til Jerusalem – við tað at Gud hansara helt góðu hond Sína yvir honum.

2
Ezra 7:10 Ezra

Tí Ezra hevði vent hjarta sínum til at granska í lóg HARRANS og gera eftir henni og til at læra onnur í Ísrael lóg og rætt.

2
Ezra 7:11 Ezra

Hetta er avskrift av brævinum, ið Artaxerxes kongur fekk Ezra presti, hinum skriftlærda, sum var kunnigur við boðini og lógirnar, ið HARRIN hevði givið Ísrael:

2
Ezra 7:12 Ezra

„Artaxerxes, kongur konganna – til Ezra prest, hann, sum er fulllærdur í lóg Guds Himmalsins“ – og so framvegis.

2
Ezra 7:13 Ezra

„– Eg havi givið boð um, at hvør tann av Ísraelsfólki og av prestum og Levitum teirra, sum er í ríki mínum, og sum hevur hug at fara til Jerusalem, kann fara við tær,

2
Ezra 7:14 Ezra

við tað at tú ert sendur av konginum og hinum sjey ráðgevarum hansara til at granska viðurskiftini í Juda og Jerusalem – eftir lóg Guds tíns, sum tú hevur í hondum –

2
Ezra 7:15 Ezra

og til at flyta hagar silvurið og gullið, sum kongurin og ráðgevarar hansara sjálvkravdir hava givið Gudi Ísraels – Honum, sum hevur bústað Sín í Jerusalem –

2
Ezra 7:16 Ezra

og somuleiðis alt tað silvur og gull, ið tú kanst fáa í øllum landspartinum Bábel, og tær sjálvkravdu gávur, ið fólkið og prestarnir vilja lata til hús Guds síns í Jerusalem.

2
Ezra 7:17 Ezra

Tí skalt tú fyri henda pening sum ærligur maður keypa tarvar, veðrar og lomb við matofrunum og drykkjuofrunum, ið til hoyra, og tú skalt ofra hetta á altarinum í húsi Guds tykkara í Jerusalem.

2
Ezra 7:18 Ezra

Og tað, ið eftir verður av silvurinum og gullinum, við tað skulu tú og brøður tínir gera, sum tykkum tykir best – eftir vilja Guds tykkara.

2
Ezra 7:19 Ezra

Men íløtini, ið tú hevur fingið til tænastuna í húsi Guds tíns, skalt tú lata frá tær fyri ásjón Guds Jerusalems.

2
Ezra 7:20 Ezra

Tað, ið tú annars kemur undir at gjalda – sum neyðugt er at lata til hús Guds tíns – skalt tú lata gjalda úr skattkamari kongsins.

2
Ezra 7:21 Ezra

Eg, Artaxerxes kongur, gevi hervið øllum skattmeistarum hinumegin Ánna boð um, at alt, ið Ezra prestur, hin skriftlærdi, sum kennir lóg Guds Himmalsins, biður tykkum um, skal latast, áðrenn hálvtalað er orðið

2
Ezra 7:22 Ezra

– líka inntil 100 talentir av silvuri, 100 kor av hveiti, 100 bat av víni og salt ómált.

2
Ezra 7:23 Ezra

Alt tað, ið Gud Himmalsins gevur boð um, má verða lagt sær eina við at gera fyri hús Guds Himmalsins, so ikki vreiði kemur yvir ríki kongsins og sona hansara.

2
Ezra 7:24 Ezra

Tað veri tykkum kunngjørt, at eingin skal hava rætt at leggja skatt, toll ella vegpening á prestar, Levitar, sangarar, duravaktarar, tempultænarar ella nakran annan, ið hevur tænastu við hetta gudshús.

2
Ezra 7:25 Ezra

Og tú, Ezra, skalt – eftir vísdóminum, ið tú hevur fingið frá Gudi tínum – innseta dómarar og lógkønar at døma alt fólkið hinumegin Ánna, øll tey, ið kenna lóg Guds tíns; og kennir onkur hana ikki, skulu tit læra hann hana.

2
Ezra 7:26 Ezra

Er onkur, sum ger ikki eftir lóg Guds tíns og eftir lóg kongsins, yvir hann skal í rættvísi fellast dómur, tað veri nú til deyða, útlegd, peningabót ella fangahús.“

2
Ezra 7:27 Ezra

Lovaður veri HARRIN Gud fedra okkara, sum gav kongi slíkt í hjarta, so hús HARRANS í Jerusalem kundi verða prýtt,

2
Ezra 7:28 Ezra

og sum læt meg finna náði hjá kongi og ráðgevarum hansara og hjá øllum hinum mætu høvdingum kongs! Eg kendi meg sterkan, við tað at HARRIN Gud mín helt hond Sína yvir mær, og eg fekk savnað saman nakrar av høvdingum Ísraels til at fara heim við mær.

2
Esaias 13:17 Esaias

Eg øsi upp Medarar móti teimum, teir, sum ikki leggja í silvur og ikki rokna gull fyri nakað.

2
Dániel 6:8 Dániel

Allir yvirhøvdingar ríkisins, landsstjórar, jallar, ráðharrar og landshøvdingar, eru komnir ásamt um, at kongsboð eigur at verða givið – strangt forboð – at hvør tann, sum í 30 dagar biður til nakran gud ella nakað menniskja uttan til tín, kongurin, skal verða kastaður í leyvubølið.

2
Dániel 6:9 Dániel

Gev tí nú, kongurin, slíkt forboð, og lat tað verða gjørt skrivliga, so tað – eftir teirri óbroytiligu lóg Medara og Persara – ikki kann takast aftur!“

2
Dániel 6:10 Dániel

Darius kongur læt tí skrivliga hetta forboð verða givið.

2
Dániel 6:11 Dániel

Men við tað sama sum Dániel fekk at vita, at hetta var skrivað og sett upp, fór hann inn í hús sítt; har hevði hann í sali sínum opin vindeygu, ið vendu móti Jerusalem, og tríggjar ferðir um dagin fall hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds – júst sum hann hevði gjørt áður.

2
Dániel 6:12 Dániel

Nú tustu hinir menn inn og sóu, at Dániel bað til Gud sín og ákallaði Hann.

2