peningaskifarar í templinum
7 versir um "peningaskifarar í templinum"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 21:12 Matteus
Jesus fór nú inn í tempul Guds og rak út allar, sum seldu og keyptu í templinum; borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur, koyrdi Hann umkoll.
Jóhannes 2:15 Jóhannes
Tá gjørdi Hann Sær koyril av togi og rak tey øll út úr templinum, bæði seyðin og neytini; og Hann stoytti niður smápeningar peningavekslaranna og koyrdi umkoll borð teirra.
Fimta Mósebók 23:19 Fimta Mósebók
Tú mást ikki taka rentu frá bróður tínum, hvørki av peningi, matvørum ella nøkrum øðrum, ið renta verður tikin av.
Fimta Mósebók 23:20 Fimta Mósebók
Frá útlendinginum kanst tú taka rentu, men ikki frá bróður tínum – so satt sum HARRIN Gud tín skal signa teg í øllum, ið tú fert undir at gera í landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
Jóhannes 2:14 Jóhannes
Í templinum fann Hann teir sitandi, sum seldu neyt, seyð og dúvur, og peningavekslararnar.
Matteus 21:13 Matteus
Og Hann segði við teir: „Skrivað er: „Hús Mítt skal kallast bønhús.“ Men tit gera tað til ránsmannabøli!“
Markus 11:15 Markus
So komu teir til Jerusalem; og Hann fór inn í templið og fór at reka út teir, sum seldu og keyptu í templinum; Hann koyrdi umkoll borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur.