peningalig eydna
22 versir um "peningalig eydna"
Versir
Síða 1 av 1Fimta Mósebók 8:18 Fimta Mósebók
Nei, minst HARRAN Gud tín! Tað er Hann, ið gevur tær mátt at vinna tær ríkidømi, tí Hann vil halda sáttmála Sín, ið Hann svór fedrum tínum – sum Hann higartil hevur gjørt.
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Orðtøkini 10:22 Orðtøkini
Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan, og Hann leggur onga sorg aftrat henni.
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Sálmarnir 112:3 Sálmarnir
Góðs og ríkidømi eru í húsi hansara, og rættvísi hansara stendur føst í allar ævir.
Orðtøkini 11:24 Orðtøkini
Ein stroyir út – og fær enn meiri; ein annar noktar sær alt – og hevur tó ov lítið.
Orðtøkini 11:25 Orðtøkini
Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.
Orðtøkini 22:9 Orðtøkini
Hin hjartagóði verður signaður, afturfyri at hann gav hinum fátæka av breyði sínum.
Filippibrævið 4:19 Filippibrævið
Og Gud mín skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.
Fimta Mósebók 28:11 Fimta Mósebók
HARRIN skal geva tær yvirflóð av øllum, ið gott er, bæði av lívsfrukt tíni og av fruktini av fæi tínum og av jørð tíni, í landinum, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum tínum at geva tær.
Fimta Mósebók 28:12 Fimta Mósebók
HARRIN skal lata upp fyri tær ríku goymslu Sína – himmalin – og geva landi tínum regn í rættari tíð og signa alt, ið tú fert undir at gera; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá.
Fimta Mósebók 28:13 Fimta Mósebók
HARRIN skal gera teg til høvd og ikki til hala; tú skalt altíð vera omaná og ikki liggja undir – so satt sum tú hoyrir boð HARRANS Guds tíns, sum eg í dag áleggi tær, og leggur tær eina við at halda tey,
Fimta Mósebók 28:14 Fimta Mósebók
og so satt sum tú víkur ikki frá einum av orðunum, ið eg í dag leggi fyri tykkum – hvørki til høgru ella vinstru – so tú heldur teg til aðrar gudar og dýrkar teir.
Josva 1:8 Josva
Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.
Orðtøkini 11:28 Orðtøkini
Tann, ið lítur á ríkidømi sítt, fellur, men hini rættvísu grønkast sum leyvið.
Orðtøkini 15:22 Orðtøkini
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
Orðtøkini 22:7 Orðtøkini
Hin ríki valdar yvir fátækum, og tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá.
Orðtøkini 28:20 Orðtøkini
Trúfastur maður verður ríkliga signaður, men tann, ið vil skunda sær at verða ríkur, verður ikki óstraffaður.
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Jóhannes 10:10 Jóhannes
Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.