peningalig endurreising
48 versir um "peningalig endurreising"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 115:12 Sálmarnir
HARRIN mintist okkum; Hann skal signa, Hann skal signa hús Ísraels, Hann skal signa hús Árons,
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Galatiabrævið 5:17 Galatiabrævið
Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 3:14 Galatiabrævið
fyri at signing Ábrahams kundi í Kristi Jesusi koma yvir heidningarnar, so vit við trúnni kundu fáa Andan, ið lovaður var.
Jeremias 33:11 Jeremias
frøiróp og gleðiróp, mál brúðgóms og mál brúðar, róp teirra, ið siga: „Lovið HARRANUM Gudi herskaranna, tí HARRIN er góður, náði Hansara varir í allar ævir!“ og sum bera fram takkoffur í húsi HARRANS. Tí Eg skal leiða hini herleiddu teirra heimaftur, og landið skal verða sum í forðum – sigur HARRIN.
Matteus 6:32 Matteus
Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.
Galatiabrævið 4:1 Galatiabrævið
Men eg sigi: So leingi sum arvingin er barn, er eingin munur á honum og træli, tóat hann er harri yvir øllum;
Galatiabrævið 4:2 Galatiabrævið
nei, hann er undir fíggjarhaldsmonnum og húshaldarum inntil ta tíð, sum faðirin hevur ásett.
Galatiabrævið 4:3 Galatiabrævið
Soleiðis vóru eisini vit, ta tíðina vit vóru børn, trælir undir barnalærdómi heimsins.
Galatiabrævið 4:4 Galatiabrævið
Men táið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud Son Sín, føddan av kvinnu, føddan undir lógini,
Galatiabrævið 4:5 Galatiabrævið
fyri at Hann skuldi keypa tey leys, sum undir lógini vóru, so vit skuldu fáa sonarættin.
Galatiabrævið 4:6 Galatiabrævið
Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba! Faðir!“
Galatiabrævið 4:7 Galatiabrævið
Tú ert tá ikki trælur longur, men sonur; og ert tú sonur, ert tú eisini arvingi við Gudi.
Jeremias 31:23 Jeremias
So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Einaferð enn skal verða sagt í Judalandi og í býunum har – táið Eg vendi lagnu teirra: „HARRIN signi teg, rættvísibústaðurin, tú hitt heilaga fjallið!“
Jóhannes 8:30 Jóhannes
Táið Hann talaði hetta, komu mong til trúgv á Hann.
Jóhannes 8:31 Jóhannes
Jesus segði tá við Jødarnar, sum vóru komnir til trúgv á Hann: „Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir;
Jóhannes 8:32 Jóhannes
og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“
Jóhannes 8:33 Jóhannes
Teir svaraðu Honum: „Vit eru ætt Ábrahams og hava aldri verið trælir nakars mans; hvussu kanst Tú tá siga: „Tit skulu verða fríir!““
Jóhannes 8:34 Jóhannes
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvør tann, ið ger synd, er trælur syndarinnar.
Jóhannes 8:35 Jóhannes
Og trælurin verður ikki verandi í húsinum allar ævir, men Sonurin verður verandi har allar ævir.
Jóhannes 8:36 Jóhannes
Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.
Jóhannes 8:37 Jóhannes
Eg veit, at tit eru ætt Ábrahams; men tit liggja Mær eftir lívinum, tí tala Mín finnur ikki rúm hjá tykkum.
Jóhannes 8:38 Jóhannes
Eg tali tað, sum Eg havi sæð hjá Faðir Mínum; soleiðis gera eisini tit tað, sum tit hava hoyrt frá faðir tykkara.“
Jóhannes 8:39 Jóhannes
Teir svaraðu Honum: „Faðir okkara er Ábraham!“ Jesus segði við teir: „Vóru tit børn Ábrahams, gjørdu tit verk Ábrahams.
Jóhannes 8:40 Jóhannes
Men nú liggja tit Mær eftir lívinum – manni, ið hevur sagt tykkum sannleikan, sum Eg havi hoyrt frá Gudi. Slíkt gjørdi Ábraham ikki.
Jóhannes 8:41 Jóhannes
Tit gera verk faðirs tykkara!“ Teir søgdu við Hann: „Vit eru ikki føddir í hori, vit hava ein Faðir, Gud!“
Jóhannes 8:42 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Var Gud Faðir tykkara, elskaðu tit Meg; tí Eg eri gingin út frá Gudi og eri komin frá Honum; tí Eg eri heldur ikki komin av Mær sjálvum, nei, Hann hevur sent Meg.
Jóhannes 8:43 Jóhannes
Hví skilja tit ikki talu Mína? Tí tit tola ikki at hoyra orð Mítt!
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Jóhannes 8:45 Jóhannes
Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan.
Jóhannes 8:46 Jóhannes
Hvør tykkara kann vísa á nakra synd hjá Mær! Og sigi Eg sannleika, hví trúgva tit Mær tá ikki?
Jóhannes 8:47 Jóhannes
Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“
Jóhannes 8:48 Jóhannes
Jødarnir svaraðu Honum: „Siga vit ikki av røttum, at Tú ert Samverji og settur av illum anda!“
Jóhannes 8:49 Jóhannes
Jesus svaraði: „Eg eri ikki settur av illum anda, nei, Eg æri Faðir Mín, og tit vanæra Meg.
Jóhannes 8:50 Jóhannes
Men Eg søki ikki æru Mína; tann er, sum søkir hana – og dømir.
Jóhannes 8:51 Jóhannes
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki síggja deyðan.“
Jóhannes 8:52 Jóhannes
Jødarnir søgdu við Hann: „Nú síggja vit, at Tú ert settur av illum anda! Ábraham doyði, og profetarnir doyðu – og Tú sigur: „Heldur nakar orð Mítt, skal hann í allar ævir ikki smakka deyðan!“
Jóhannes 8:53 Jóhannes
Ert Tú tá størri enn faðir okkara Ábraham, sum jú doyði! Og profetarnir doyðu – hvønn gert Tú Teg sjálvan til?“
Jóhannes 8:54 Jóhannes
Jesus svaraði: „Æri Eg Meg sjálvan, er æra Mín einki; tað er Faðir Mín, ið ærir Meg, Hann, sum tit siga, er Gud tykkara.
Jóhannes 8:55 Jóhannes
Og tit kenna Hann ikki, men Eg kenni Hann. Og sigi Eg, at Eg kenni Hann ikki, so verði Eg lygnari eins og tit. Men Eg kenni Hann og haldi orð Hansara.
Jóhannes 8:56 Jóhannes
Ábraham, faðir tykkara, gleddist til at síggja dag Mín, og hann sá hann og varð glaður.“
Jóhannes 8:57 Jóhannes
Tá søgdu Jødarnir við Hann: „Tú ert ikki 50 ár enn, og Tú hevur sæð Ábraham!“
Jóhannes 8:58 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“
Jóhannes 8:59 Jóhannes
Tá tóku teir upp steinar at kasta á Hann. Men Jesus fjaldi Seg og fór út úr templinum.