páskavikan / heilaga vikan
38 versir um "páskavikan / heilaga vikan"
Versir
Síða 1 av 1Jóhannes 14:21 Jóhannes
Tann, ið hevur boð Míni – og heldur tey – er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.“
Jóhannes 14:22 Jóhannes
Judas – ikki Iskariot – segði við Hann: „Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?“
Jóhannes 14:23 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum.
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Hebrearabrævið 11:6 Hebrearabrævið
Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.
Fyrra Korintbrævið 5:7 Fyrra Korintbrævið
Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir – tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.
Jóhannes 1:9 Jóhannes
Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.
Jóhannes 13:1 Jóhannes
Fyri páskahøgtíðina hendi hetta. Jesus visti, at tími Hansara var komin, at Hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til Faðirin; og sum Hann hevði elskað Síni egnu, sum í heiminum vóru, so elskaði Hann tey líka til endan.
Jóhannes 13:2 Jóhannes
Teir hildu kvøldmáltíð, og Djevulin hevði longu skotið Judasi Iskariot, syni Símun, inn í hjartað, at hann skuldi svíkja Hann.
Jóhannes 13:3 Jóhannes
Og Jesus visti, at Faðirin hevði givið Honum alt í hendur, og at Hann var gingin út frá Gudi og fór til Gud.
Jóhannes 13:4 Jóhannes
Tá reisti Hann seg frá máltíðini, legði klæði Síni av Sær og tók línklæði og bant upp fyri Seg.
Jóhannes 13:5 Jóhannes
So helti Hann vatn í fat og fór at vaska lærisveinunum um føturnar og turkaði teimum við línklæðinum, ið Hann hevði bundið upp fyri Seg.
Jóhannes 13:6 Jóhannes
Hann kom tá til Símun Pætur. Hann segði við Hann: „Harri, vaskar Tú mær um føturnar!“
Jóhannes 13:7 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni.“
Jóhannes 13:8 Jóhannes
Pætur segði við Hann: „Aldri í allar ævir skalt Tú vaska mær um føturnar!“ Jesus svaraði honum: „Vaski Eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við Mær.“
Jóhannes 13:9 Jóhannes
Tá segði Símun Pætur við Hann: „Harri, ikki bert um føturnar, men um hendurnar og høvdið við!“
Jóhannes 13:10 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Tann, ið baðaður er, honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir – tó ikki allir.“
Jóhannes 13:11 Jóhannes
– Tí Hann visti, hvør hann var, sum svíkja Hann skuldi; tí segði Hann: „Tit eru ikki reinir allir.“
Jóhannes 13:12 Jóhannes
Táið Hann nú hevði vaskað teimum um føturnar, latið Seg í klæðini og sett Seg aftur til borðs, segði Hann við teir: „Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum?
Jóhannes 13:13 Jóhannes
Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað.
Jóhannes 13:14 Jóhannes
Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.
Jóhannes 13:15 Jóhannes
Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.
Jóhannes 14:1 Jóhannes
„Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við!
Sálmarnir 33:6 Sálmarnir
Við orði HARRANS er himmalin skaptur, allur herur hansara við andanum úr munni Hansara.
Matteus 28:1 Matteus
Eftir sabbatin, táið lýsti av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja at grøvini.
Matteus 28:2 Matteus
Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil Harrans kom niður av Himli, steig til og velti burt steinin og setti seg á hann.
Matteus 28:3 Matteus
Hann var sum snarljós at síggja, og klæði hansara vóru hvít sum kavi.
Matteus 28:4 Matteus
Av ræðslu fyri honum skulvu teir, ið hildu vakt, og vórðu sum deyðir.
Matteus 28:5 Matteus
Men eingilin tók til orða og segði við kvinnurnar: „Ræðist ikki! Eg veit, at tit leita eftir Jesusi, hinum krossfesta.
Matteus 28:6 Matteus
Hann er ikki her; Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt – komið og síggið staðið, har Harrin lá!
Matteus 28:7 Matteus
Og skundið tykkum avstað og sigið við lærisveinar Hansara, at Hann er risin upp frá hinum deyðu! Hann fer undan tykkum til Galilea; har skulu tit síggja Hann. Nú havi eg sagt tykkum tað.“
Matteus 28:8 Matteus
Tær skundaðu sær tá burtur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum Hansara tað.
Matteus 28:9 Matteus
Men tá kom Jesus ímóti teimum og segði: „Heilar!“ Tá komu tær og tóku um føtur Hansara og tilbóðu Hann.
Matteus 28:10 Matteus
Jesus segði við tær: „Óttist ikki! Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg.“
Jóhannes 17:3 Jóhannes
Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.
Jóhannes 14:14 Jóhannes
Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað.
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Hebrearabrævið 5:6 Hebrearabrævið
– sum Hann jú eisini sigur á øðrum staði: „Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.“