páskarsunnudagur
84 versir um "páskarsunnudagur"
Versir
Síða 1 av 2Matteus 28:1 Matteus
Eftir sabbatin, táið lýsti av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja at grøvini.
Matteus 28:2 Matteus
Tá varð stórur jarðskjálvti; tí eingil Harrans kom niður av Himli, steig til og velti burt steinin og setti seg á hann.
Matteus 28:3 Matteus
Hann var sum snarljós at síggja, og klæði hansara vóru hvít sum kavi.
Matteus 28:4 Matteus
Av ræðslu fyri honum skulvu teir, ið hildu vakt, og vórðu sum deyðir.
Matteus 28:5 Matteus
Men eingilin tók til orða og segði við kvinnurnar: „Ræðist ikki! Eg veit, at tit leita eftir Jesusi, hinum krossfesta.
Matteus 28:6 Matteus
Hann er ikki her; Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt – komið og síggið staðið, har Harrin lá!
Matteus 28:7 Matteus
Og skundið tykkum avstað og sigið við lærisveinar Hansara, at Hann er risin upp frá hinum deyðu! Hann fer undan tykkum til Galilea; har skulu tit síggja Hann. Nú havi eg sagt tykkum tað.“
Matteus 28:8 Matteus
Tær skundaðu sær tá burtur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum Hansara tað.
Matteus 28:9 Matteus
Men tá kom Jesus ímóti teimum og segði: „Heilar!“ Tá komu tær og tóku um føtur Hansara og tilbóðu Hann.
Matteus 28:10 Matteus
Jesus segði við tær: „Óttist ikki! Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg.“
Lukas 24:1 Lukas
Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga, í lýsingini, komu tær til grøvina og høvdu við sær hinar angandi urtirnar, ið tær høvdu gjørt til.
Lukas 24:2 Lukas
Og tær funnu steinin veltan frá grøvini.
Lukas 24:3 Lukas
Táið tær so fóru inn í hana, funnu tær ikki likam Harrans Jesusar.
Lukas 24:4 Lukas
Táið tær nú ikki vistu, hvat tær skuldu hugsa um hetta, stóðu hjá teimum tveir menn í skínandi klæðum.
Lukas 24:5 Lukas
Tær ræddust og boygdu andlit síni móti jørðini. Men teir søgdu við tær: „Hví leita tit eftir hinum livandi millum hini deyðu!
Lukas 24:6 Lukas
Hann er ikki her, Hann er risin upp; minnist tað, ið Hann talaði til tykkara, meðan Hann enn var í Galilea, hvussu Hann segði,
Lukas 24:7 Lukas
at Menniskjasonurin skuldi verða givin syndigum menniskjum upp í hendur og verða krossfestur og rísa upp aftur triðja dagin!“
Lukas 24:8 Lukas
Tá mintust tær orð Hansara.
Lukas 24:9 Lukas
Tær fóru nú avstað aftur frá grøvini og søgdu alt hetta fyri hinum ellivu og fyri øllum hinum.
Lukas 24:10 Lukas
Tað vóru Maria Magdalena, Jóhanna og Maria, móðir Jákup, og hinar kvinnurnar við teimum; tær søgdu ápostlunum hetta.
Lukas 24:11 Lukas
Men orð teirra tyktust teimum at vera leyst tos; teir trúðu teimum ikki.
Lukas 24:12 Lukas
Men Pætur reistist og leyp út til grøvina, og táið hann bukkaði seg niður, sá hann einki uttan línklæðini liggja har; hann fór tá aftur til hús í undran um tað, ið hent hevði.
Jóhannes 20:1 Jóhannes
Fyrsta dagin í vikuni kom Maria Magdalena tíðliga til grøvina, meðan enn var myrkt; hon sá tá, at steinurin var tikin frá grøvini.
Jóhannes 20:2 Jóhannes
Tá leyp hon avstað og kom til Símun Pætur og hin lærisveinin, hann, sum Jesus elskaði, og segði við teir: „Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt Hann!“
Jóhannes 20:3 Jóhannes
Pætur og hin lærisveinurin fóru tá avstað og komu til grøvina.
Jóhannes 20:4 Jóhannes
Teir lupu báðir avstað saman; men hin lærisveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr til grøvina.
Jóhannes 20:5 Jóhannes
Táið hann boygdi seg niður, sá hann línklæðini liggja har; men hann fór tó ikki inn.
Jóhannes 20:6 Jóhannes
Nú kom Símun Pætur – sum var aftan á honum; hann fór inn í grøvina og sá, at línklæðini lógu har,
Jóhannes 20:7 Jóhannes
og at sveittadúkurin, sum hevði verið á høvdi Hansara, lá ikki saman við línklæðunum, men lá samanlagdur á øðrum staði, fyri seg sjálvan.
Jóhannes 20:8 Jóhannes
Tá fór eisini hin lærisveinurin inn, hann, sum fyrr var komin til grøvina; og hann sá og trúði.
Jóhannes 20:9 Jóhannes
Tí enn skiltu teir ikki skriftina, at Hann skuldi rísa upp frá hinum deyðu.
Jóhannes 20:10 Jóhannes
Lærisveinarnir fóru tá heimaftur til sín sjálvs.
Jóhannes 20:11 Jóhannes
Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, boygdi hon seg niður og hugdi inn í grøvina;
Jóhannes 20:12 Jóhannes
hon sá tá tveir einglar í hvítum klæðum sita, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum likam Jesusar hevði ligið.
Jóhannes 20:13 Jóhannes
Teir søgdu við hana: „Kvinna, hví grætur tú?“ Hon svaraði teimum: „Tí teir hava tikið Harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt Hann!“
Jóhannes 20:14 Jóhannes
Táið hon hetta hevði sagt, vendi hon sær og sá Jesus standa har; men hon visti ikki, at tað var Jesus.
Jóhannes 20:15 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?“ Hon helt tað vera urtagarðsmannin og segði við Hann: „Harri, hevur Tú borið Hann burt, so sig mær, hvar Tú hevur lagt Hann, so skal eg taka Hann!“
Jóhannes 20:16 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Maria!“ Tá vendi hon sær og segði við Hann á hebraiskum: „Rabbuni!“ (tað er meistari).
Jóhannes 20:17 Jóhannes
Jesus segði við hana: „Nem ikki við Meg! Eg eri ikki enn farin upp til Faðir Mín; nei, far til brøður Mínar og sig við teir, at Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!“
Jóhannes 20:18 Jóhannes
Maria Magdalena fór og segði lærisveinunum: „Eg havi sæð Harran!“ – og at Hann hevði sagt hetta við hana.
Markus 16:1 Markus
Táið sabbaturin var farin, keyptu Maria Magdelena, Maria, móðir Jákup, og Saloma angandi salvur til at fara og salva Hann.
Markus 16:2 Markus
Og ógvuliga tíðliga um morgunin fyrsta dagin í vikuni komu tær til grøvina, táið sólin kom undan.
Markus 16:3 Markus
Tær søgdu nú hvør við aðra: „Hvør skal velta okkum steinin frá gravarmunnanum?“
Markus 16:4 Markus
Men táið tær hugdu upp, fingu tær at síggja, at steinurin var veltur burtur; hann var ógvuliga stórur.
Markus 16:5 Markus
Og táið tær komu inn í grøvina, sóu tær ungan mann í síðum hvítum klæðum sita høgrumegin; og tær ræddust.
Markus 16:6 Markus
Men hann segði við tær: „Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nazaret, hinum krossfesta; Hann er risin upp, Hann er ikki her; hyggið, har er staðið, har teir løgdu Hann!
Markus 16:7 Markus
Men farið avstað, sigið við lærisveinar Hansara og við Pætur, at Hann fer undan tykkum til Galilea. Har skulu tit síggja Hann, sum Hann hevur sagt tykkum.“
Markus 16:8 Markus
Tá fóru tær út og flýddu burtur frá grøvini; tí bivan og ræðsla var komin á tær; og tær søgdu ongum nakað, tí tær óttaðust.
Rómverjabrævið 14:9 Rómverjabrævið
Tí doyði jú Kristus og varð livandi aftur, at Hann skuldi vera Harri yvir bæði livandi og deyðum.
Esaias 53:5 Esaias
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.