páskahátíðin (Pesach)
42 versir um "páskahátíðin (Pesach)"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 12:21 Onnur Mósebók
Móses kallaði nú saman allar teir elstu í Ísrael og segði við teir: „Farið og fáið tykkum eitt lamb fyri hvørt húshald, og drepið páskalambið!
Onnur Mósebók 12:22 Onnur Mósebók
Og takið tykkum isopkustar, drepið teir í blóðið í fatinum, og smyrjið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar av blóðinum í fatinum! Eingin av tykkum má fara út um dyrnar í húsi sínum fyrrenn morgunin eftir.
Onnur Mósebók 12:23 Onnur Mósebók
Tí HARRIN fer at ganga gjøgnum landið og sláa Egyptar, og táið Hann tá sær blóðið á trænum yvir durunum og á báðum durastøvunum, skal Hann leypa dyrnar um og ikki geva oyðaranum loyvi at koma inn í hús tykkara og sláa tykkum.
Onnur Mósebók 12:24 Onnur Mósebók
Hetta skulu tit halda; tað skal til ævigar tíðir vera tær og børnum tínum ein fyriskipan.
Onnur Mósebók 12:25 Onnur Mósebók
Og táið tit koma inn í landið, sum HARRIN fer at geva tykkum, soleiðis sum Hann hevur lovað, skulu tit halda hesa gudstænastu.
Onnur Mósebók 12:26 Onnur Mósebók
Táið tá børn tykkara spyrja tykkum: „Hvat hevur henda gudstænasta at týða, sum tit halda?“
Onnur Mósebók 12:27 Onnur Mósebók
so skulu tit svara: „Hetta er páskaoffur fyri HARRANUM, sum í Egyptalandi leyp hús Ísraelsmanna um; Hann sló Egyptar, men spardi hús okkara!““ – Tá boygdi fólkið seg og tilbað.
Onnur Mósebók 12:28 Onnur Mósebók
Ísraelsmenn fóru nú og gjørdu hetta; sum HARRIN hevði sagt við Móses og Áron, so gjørdu teir.
Triðja Mósebók 23:4 Triðja Mósebók
Hesar eru høgtíðir HARRANS við heilagum samkomum, tær, ið tit skulu lýsa, hvørja á síni tíð:
Triðja Mósebók 23:5 Triðja Mósebók
Um sólsetur tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir HARRANS.
Triðja Mósebók 23:6 Triðja Mósebók
Tann fimtanda í sama mánaði skulu tit halda HARRANUM høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð.
Triðja Mósebók 23:7 Triðja Mósebók
Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu; tit mugu einki arbeiði gera.
Triðja Mósebók 23:8 Triðja Mósebók
Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur. Sjeynda dagin skal aftur verða hildin heilag samkoma; tit mugu einki arbeiði gera.““
Fyrra Korintbrævið 5:7 Fyrra Korintbrævið
Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir – tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.
Onnur Mósebók 23:15 Onnur Mósebók
Tú skalt halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tá skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð, so sum Eg havi álagt tær, ta ásettu tíðina í abib mánaði; tí í tí mánaðinum fórt tú út av Egyptalandi. Og eingin má vísa seg fyri eygum Mínum tómhentan.
Matteus 26:26 Matteus
Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: „Takið, etið! Hetta er likam Mítt.“
Matteus 26:27 Matteus
So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: „Drekkið allir av honum!
Matteus 26:28 Matteus
Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving.
Onnur Mósebók 12:8 Onnur Mósebók
Somu nátt skulu tit eta kjøtið; steikt við eld og aftur við ósúrgaðum breyði og beiskum urtum skulu tit eta tað.
Onnur Mósebók 12:15 Onnur Mósebók
Í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Alt fyri eitt fyrsta dagin skulu tit fáa alt súrdeiggj burtur úr húsum tykkara; ein og hvør, ið etur súrgað breyð, líka frá fyrsta degi til sjeynda, skal verða týndur úr Ísrael.
Onnur Mósebók 12:16 Onnur Mósebók
Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu, og sjeynda dagin skulu tit eisini halda heilaga samkomu; einki arbeiði má verða gjørt teir dagarnar; bert matin, ið einum og hvørjum tykkara tørvar, hann kunnu tit gera til, men einki annað.
Onnur Mósebók 12:17 Onnur Mósebók
Tit skulu halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tí henda sama dag leiddi Eg herar tykkara út av Egyptalandi; tað skal tí vera tykkum ævig fyriskipan at halda henda dag, mann eftir mann.
Onnur Mósebók 12:18 Onnur Mósebók
Um kvøldið tann fjúrtanda í fyrsta mánaði skulu tit eta ósúrgað breyð, og tað skulu tit halda á at gera, líka til um kvøldið tann fyrsta og tjúgunda í sama mánaði.
Onnur Mósebók 12:19 Onnur Mósebók
Í sjey dagar má ikki súrdeiggj finnast í húsum tykkara; ein og hvør, ið etur nakað súrgað, hann skal verða týndur úr samkomu Ísraels, veri hann so fremmandur ella føddur í landinum.
Onnur Mósebók 12:20 Onnur Mósebók
Einki súrgað mugu tit eta; í hvørjum húsi skulu tit eta ósúrgað breyð.““
Fjórða Mósebók 9:14 Fjórða Mósebók
Táið ein fremmandur er at vera hjá tykkum og vil halda páskir fyri HARRANUM, skal hann halda tær eftir lógini um páskirnar og eftir fyriskipanunum um tær. Ein og sama lóg skal galda fyri tykkum, bæði fyri hin fremmanda og fyri tann, ið føddur er í landinum.““
Markus 14:12 Markus
Fyrsta dagin í høgtíðini, sum rópast hini ósúrgaðu breyðini – táið teir drópu páskalambið – søgdu lærisveinar Hansara við Hann: „Hvar vilt Tú, at vit skulu fara og gera Tær til reiðar at eta páskalambið?“
Markus 14:13 Markus
Tá sendi Hann tveir av lærisveinum Sínum avstað og segði við teir: „Farið inn í staðin! So skal maður ið ber vatnkrukku, møta tykkum; farið aftan á honum!
Markus 14:14 Markus
Har sum hann fer inn, skulu tit siga við húsbóndan: „Meistarin sigur: „Hvar er herbergi Mítt, har Eg kann eta páskalambið við lærisveinum Mínum?““
Markus 14:15 Markus
So skal hann vísa tykkum stóran sal, gjørdan í stand og til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera okkum tað til.“
Markus 14:16 Markus
Lærisveinarnir fóru tá avstað og komu inn í staðin og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; so gjørdu teir páskalambið til.
Markus 14:17 Markus
Táið so kvøldið var komið, kom Hann við hinum tólv.
Markus 14:18 Markus
Meðan teir sótu til borðs og ótu, segði Jesus: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara – ein, sum etur við Mær – fer at svíkja Meg!“
Markus 14:19 Markus
Tá vórðu teir tungir og søgdu við Hann, ein fyri og annar eftir: „Tað er tó ikki eg?“
Markus 14:20 Markus
Hann segði við teir: „Ein av hinum tólv, hann, sum dyppar í fatið við Mær.
Markus 14:21 Markus
Víst fer Menniskjasonurin burtur, sum skrivað er um Hann; men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.“
Markus 14:22 Markus
Meðan teir nú ótu, tók Hann breyð, signaði og breyt tað, gav teimum tað og segði: „Takið hetta! Hetta er likam Mítt.“
Markus 14:23 Markus
So tók Hann kalik, takkaði og gav teimum hann; og teir drukku allir av honum.
Markus 14:24 Markus
Og Hann segði við teir: „Hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong.
Markus 14:25 Markus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg skal ongantíð aftur drekka av ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg skal drekka hann nýggjan í ríki Guds.“
Lukas 22:15 Lukas
Hann segði við teir: „Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalamb við tykkum, áðrenn Eg líði.
Fyrra Korintbrævið 5:8 Fyrra Korintbrævið
Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!