pápi og sonur
54 versir um "pápi og sonur"
Versir
Síða 1 av 2Lukas 15:11 Lukas
Og Hann segði: „Maður hevði tveir synir.
Lukas 15:12 Lukas
Hin yngri teirra segði við faðir sín: „Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!“ Tá skifti hann góðsið millum teirra.
Lukas 15:13 Lukas
Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi.
Lukas 15:14 Lukas
Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð.
Lukas 15:15 Lukas
Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.
Lukas 15:16 Lukas
Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað.
Lukas 15:17 Lukas
Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: „Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri!
Lukas 15:18 Lukas
Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær!
Lukas 15:19 Lukas
Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!“
Lukas 15:20 Lukas
So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann.
Lukas 15:21 Lukas
Men sonurin segði við hann: „Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.“
Lukas 15:22 Lukas
Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!
Lukas 15:23 Lukas
Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað!
Lukas 15:24 Lukas
Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.“ Tey byrjaðu nú at vera glað.
Lukas 15:25 Lukas
Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans.
Lukas 15:26 Lukas
Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða.
Lukas 15:27 Lukas
Hann svaraði honum: „Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.“
Lukas 15:28 Lukas
Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann.
Lukas 15:29 Lukas
Men hann svaraði faðirinum: „So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum.
Lukas 15:30 Lukas
Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!“
Lukas 15:31 Lukas
Tá segði hann við hann: „Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
Lukas 15:32 Lukas
men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.““
Orðtøkini 3:11 Orðtøkini
Sonur mín! Virð ikki lítið tykt HARRANS, og ver ikki ótolin, táið Hann revsar teg!
Orðtøkini 3:12 Orðtøkini
Tí HARRIN revsar tann, ið Hann elskar, Hann straffar sonin, ið er Honum kærur.
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Seinna Sámuelsbók 18:33 Seinna Sámuelsbók
Tá varð kongurin ógvuliga illa við. Hann fór upp í stovuna á takinum yvir portrinum og græt; og sum hann gekk, segði hann so: „Sonur mín Absalom! Sonur mín, sonur mín Absalom! Á, hevði eg verið deyður í staðin fyri teg! Absalom, sonur mín, sonur mín!“
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Malakias 4:6 Malakias
Hann skal venda hjørtum fedranna til børnini og hjørtum barnanna til fedrar teirra, so Eg komi ikki og slái landið við banni.
Jóhannes 5:19 Jóhannes
Jesus tók tí til orða og segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Sonurin kann einki gera av Sær sjálvum, men bert tað, ið Hann sær Faðirin gera; tí tað, sum Hann ger, ger Sonurin somuleiðis.
Jóhannes 5:20 Jóhannes
Tí Faðirin elskar Sonin og vísir Honum alt, ið Hann sjálvur ger; og Hann skal lata Hann síggja størri verk enn hesi, so tit skulu undrast.
Hebrearabrævið 12:7 Hebrearabrævið
Tað er til uppfostran tykkara, tit tola líðingar; Gud ger við tykkum sum við synir – hvør er sonurin, ið faðirin tyktar ikki!
Hebrearabrævið 12:8 Hebrearabrævið
Eru tit uttan tykt – sum øll hava fingið part sín av – so eru tit óektabørn og ikki synir.
Hebrearabrævið 12:9 Hebrearabrævið
Framvegis: Vit høvdu eftir holdinum fedrar, sum tyktaðu okkum, og vit høvdu virðing fyri teimum; skulu vit tá ikki mangan meir vera Faðir andanna undirgivin – og liva!
Hebrearabrævið 12:10 Hebrearabrævið
Teir tyktaðu okkum jú nakrar fáar dagar, eftir tykki sínum, men Hann ger tað okkum til gagn, so vit skulu fáa lut í heilagleika Hansara.
Hebrearabrævið 12:11 Hebrearabrævið
Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.
Matteus 3:17 Matteus
Og rødd kom av Himli, sum segði: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“
Lukas 2:48 Lukas
Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: „Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“
Lukas 2:49 Lukas
Tá segði Hann við tey: „Hví leitaðu tit eftir Mær? Vistu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?“
Efesusbrævið 6:1 Efesusbrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!
Efesusbrævið 6:2 Efesusbrævið
„Ær faðir tín og móður tína“ – hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: –
Efesusbrævið 6:3 Efesusbrævið
„fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!“
Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Fyrra Tessalonikabrævið 2:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Somuleiðis vita tit, hvussu vit ámintu hvønn og ein tykkara, eins og faðir børn síni, og løgdu tykkum á hjarta
Fyrra Tessalonikabrævið 2:12 Fyrra Tessalonikabrævið
og vitnaðu fyri tykkum, at tit máttu liva Gudi verdiga, sum kallaði tykkum til ríki Sítt og dýrd Sína.
Orðtøkini 23:24 Orðtøkini
Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann.
Lukas 11:11 Lukas
Hvør tykkara, sum er faðir, fer at geva syni sínum stein, táið hann biður um breyð, ella – táið hann biður um fisk – geva honum orm í staðin fyri fiskin,
Lukas 11:12 Lukas
ella – táið hann biður um egg – geva honum skorpión!
Lukas 11:13 Lukas
Vita nú tit – sum ónd eru – at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann!“
Sálmarnir 103:13 Sálmarnir
Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann.
Orðtøkini 17:6 Orðtøkini
Krúna hinna gomlu er barnabørn, og prýði barnanna er fedrar teirra.