pálmasunnudagur
56 versir um "pálmasunnudagur"
Versir
Síða 1 av 2Jóhannes 12:13 Jóhannes
tóku tey pálmagreinar og fóru út ímóti Honum og róptu: „Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans, kongur Ísraels!“
Zakarias 9:9 Zakarias
Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnaðarróp, dóttir Jerusalem! Hygg, kongur tín kemur til tín! Rættvísur er Hann og fullur av frelsu, fátækur er Hann og ríður á esli, á ungum esilsfyli.
Jóhannes 12:12 Jóhannes
Dagin eftir, táið alt hitt nógva fólk, ið komið var til høgtíðina, fekk at hoyra, at Jesus kom til Jerusalem,
Jóhannes 12:14 Jóhannes
Jesus fann nú ungt esil og setti Seg á tað – sum skrivað er:
Jóhannes 12:15 Jóhannes
„Óttast ikki, dóttir Zion! Hygg, kongur tín kemur, sitandi á esilsfyli!“
Jóhannes 12:16 Jóhannes
Hetta skiltu lærisveinar Hansara ikki tá við tað sama; men táið Jesus var vorðin dýrmætur, kom teimum í hug, at hetta var skrivað um Hann, og at teir høvdu gjørt hetta fyri Hann.
Jóhannes 12:17 Jóhannes
Fólkið, sum var í fylgi við Honum, vitnaði nú, at Hann hevði kallað Lazarus út úr grøvini og reist hann upp frá hinum deyðu.
Jóhannes 12:18 Jóhannes
Tí var tað eisini, fólkið fór ímóti Honum, tí tey frættu, at Hann hevði gjørt hetta tekinið.
Jóhannes 12:19 Jóhannes
Fariseararnir søgdu tá hvør við annan: „Tit síggja, at tit vinna einki! Hyggið, allur heimurin hongur uppi í Honum!“
Matteus 21:1 Matteus
Táið teir nú nærkaðust Jerusalem og komu til Betfage við Oljufjallið, sendi Jesus tveir lærisveinar avstað og segði við teir:
Matteus 21:2 Matteus
„Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Har skulu tit við tað sama finna ásin bundið og fyl hjá tí; loysið tey og leiðið tey til Mín!
Matteus 21:3 Matteus
Sigur onkur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; so skal hann við tað sama lata tey.“
Matteus 21:4 Matteus
– Hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetinum, ið sigur:
Matteus 21:5 Matteus
„Sigið við dóttur Zion: „Hygg, kongur tín kemur til tín, spakførur og ríðandi á ásni, á fyli trældýrsins!““
Matteus 21:6 Matteus
Lærisveinarnir fóru so avstað og gjørdu, sum Jesus hevði sagt við teir;
Matteus 21:7 Matteus
teir fóru eftir ásninum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og Hann setti Seg oman á tey.
Matteus 21:8 Matteus
Og fjøldin av fólkinum breiddi klæði síni á vegin; onnur skóru greinar av trøunum og stroyddu tær á vegin.
Matteus 21:9 Matteus
Fólkið, sum gekk undan og aftaná, rópti: „Hosianna, sonur Dávids! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! Hosianna á hæddini!“
Matteus 21:10 Matteus
Táið Hann nú kom inn í Jerusalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: „Hvør er hesin?“
Matteus 21:11 Matteus
Fólkið segði: „Hetta er Jesus, profeturin úr Nazaret í Galilea.“
Markus 11:1 Markus
Táið teir nú nærkaðust Jerusalem og komu til Betfage og Betania við Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði við teir:
Markus 11:2 Markus
„Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Við tað sama sum tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar!
Markus 11:3 Markus
Sigur onkur við tykkum: „Hví gera tit hatta?“ so sigið: „Harranum tørvar tað, og Hann sendir tað aftur higar við tað sama!““
Markus 11:4 Markus
Teir fóru so avstað og funnu fylið bundið við dyrnar, uttan fyri, við vegin; og teir loystu tað.
Markus 11:5 Markus
Nakrir av teimum, ið stóðu har, søgdu tá við teir: „Hvat er tað, tit gera! Loysa tit fylið!“
Markus 11:6 Markus
Men teir svaraðu teimum, sum Jesus hevði sagt; og teir lótu teir fáa tað.
Markus 11:7 Markus
So leiddu teir fylið til Jesus og løgdu klæði síni á tað; og Hann setti Seg á tað.
Markus 11:8 Markus
Mong breiddu klæði síni á vegin, onnur kvistar, ið tey høvdu skorið á markini.
Markus 11:9 Markus
Tey, sum undan gingu, og tey, sum eftir fylgdu, róptu: „Hosianna! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans!
Markus 11:10 Markus
Signað veri ríki Dávids, faðirs okkara, sum kemur! Hosianna á hæddini!“
Markus 11:11 Markus
So fór Hann inn í Jerusalem, í templið; og táið Hann hevði hugt at øllum, fór Hann út til Betania við hinum tólv, við tað at longu var vorðið kvøld.
Lukas 19:28 Lukas
Táið Hann hevði sagt hetta, gekk Hann undan á ferð Síni til Jerusalem.
Lukas 19:29 Lukas
Táið Hann nú nærkaðist Betfage og Betania við fjallið, ið kallast Oljufjallið, sendi Hann tveir lærisveinar Sínar avstað og segði:
Lukas 19:30 Lukas
„Farið inn í bygdina, sum beint framman fyri tykkum er! Táið tit koma inn í hana, skulu tit finna fyl bundið, sum einki menniskja enn hevur sitið á. Loysið tað og leiðið tað higar!
Lukas 19:31 Lukas
Spyr onkur tykkum: „Hví loysa tit tað?“ – skulu tit siga so: „Harrin skal nýta tað.““
Lukas 19:32 Lukas
Teir, ið sendir vóru, fóru tá avstað og funnu tað, so sum Hann hevði sagt teimum.
Lukas 19:33 Lukas
Táið teir loystu fylið, søgdu teir, ið áttu tað, við teir: „Hví loysa tit fylið?“
Lukas 19:34 Lukas
Teir svaraðu: „Harrin skal nýta tað.“
Lukas 19:35 Lukas
So leiddu teir tað til Jesus; og teir løgdu klæði síni á fylið og lótu Jesus seta Seg á tað.
Lukas 19:36 Lukas
Sum Hann nú helt fram, breiddu tey klæði síni á vegin undir Hann.
Lukas 19:37 Lukas
Táið Hann nú nærkaðist staðnum, har sum oman verður gingið av Oljufjallinum, fór allur flokkurin av lærisveinum glaður at prísa Gudi hart fyri allar kraftargerðirnar, ið teir høvdu sæð; teir søgdu:
Lukas 19:38 Lukas
„Signaður veri kongurin, sum kemur, í navni Harrans! Friður í Himli, og dýrd á hæddini!“
Lukas 19:39 Lukas
Nakrir av Farisearunum í fólkahópinum søgdu við Hann: „Meistari, hav at lærisveinum Tínum!“
Lukas 19:40 Lukas
Men Hann svaraði teimum: „Eg sigi tykkum, at tiga hesir, skulu steinarnir rópa.“
Lukas 19:41 Lukas
Táið Hann kom nær og sá staðin, græt Hann um hann og segði:
Lukas 19:42 Lukas
„Hevði tó eisini tú vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.
Lukas 19:43 Lukas
Tí dagar skulu koma á teg, táið fíggindar tínir skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum síðum.
Lukas 19:44 Lukas
Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær – tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.“
Sálmarnir 118:25 Sálmarnir
Á HARRI, frels! Á HARRI, lat tað eydnast!
Sálmarnir 118:26 Sálmarnir
– Signaður veri Hann, sum kemur, í navni HARRANS! Vit signa tykkum úr húsi HARRANS.