Páll
7 versir um "Páll"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 13:9 Ápostlasøgan
Tá varð Saul – sum eisini kallaðist Paulus – fyltur av Heilaga Andanum, hugdi hvast upp á hann og segði:
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Rómverjabrævið 7:15 Rómverjabrævið
Tí eg veit ikki, hvat eg geri; eg geri jú ikki tað, sum eg vil; nei, tað, sum eg hati, geri eg.
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Galatiabrævið 2:20 Galatiabrævið
Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.
Fyrra Timoteusarbrævið 1:16 Fyrra Timoteusarbrævið
Men tí fann eg miskunn – fyri at Jesus Kristus kundi á mær – sum fyrstur var – vísa alt langmóð Sítt, teimum til fyridømi, sum skuldu trúgva á Hann til ævigt lív.
Seinna Timoteusarbrævið 4:16 Seinna Timoteusarbrævið
Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg – hevði tað ikki verðið teimum tilroknað!