oyru

16 versir um "oyru"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 20:12 Orðtøkini

Oyrað, ið hoyrir, og eygað, ið sær – HARRIN hevur skapt bæði.

4
Matteus 11:15 Matteus

Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!

3
Matteus 13:9 Matteus

Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!“

3
Markus 4:9 Markus

Og Hann segði: „Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“

3
Seinna Timoteusarbrævið 4:3 Seinna Timoteusarbrævið

Tí tann tíð skal koma, táið tey ikki vilja vita av hini heilnæmu læru, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, alt eftir sum tað kitlar tey í oyruni;

3
Seinna Timoteusarbrævið 4:4 Seinna Timoteusarbrævið

og tey skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær til ævintýr.

3
Sálmarnir 40:6 Sálmarnir

Stór eru undrini, ið Tú hevur gjørt, HARRI Gud mín, og mangir tankarnir, ið Tú hugsaði fyri okkum – ikki stendur til at rokna teir upp fyri Tær; um eg vil kunngera teir og tala um teir, so eru teir ov mangir at telja.

2
Esaias 6:10 Esaias

Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra dul og eygu teirra blind, so tey síggja ikki við eygunum, hoyra ikki við oyrunum og skilja ikki við hjartanum – og venda ikki við og verða grødd!“

2
Esaias 30:21 Esaias

Og táið tú fert av leið – til høgru ella til vinstru – skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: „Hetta er vegurin, gangið eftir honum!“

2
Matteus 13:16 Matteus

Men sæl eru eygu tykkara, tí tey síggja, og oyru tykkara, tí tey hoyra.

2
Markus 4:23 Markus

Hevur onkur oyru at hoyra við, hann hoyri!“

2
Markus 4:24 Markus

Og Hann segði við teir: „Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið.

2
Lukas 8:8 Lukas

Men nakað fall í góða jørð; tað vaks upp og bar hundraðfalda grøði.“ Í tí Hann segði hetta, rópti Hann: „Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“

2
Lukas 14:35 Lukas

Tað dugir hvørki í mold ella í tøð; tað verður kastað út. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“

2
Ápostlasøgan 28:27 Ápostlasøgan

Tí hjartað í hesum fólki er hert; við oyrunum hoyra tey tungliga, og eyguni hava tey latið aftur, fyri at tey skulu ikki síggja við eygunum, hoyra við oyrunum, skilja við hjartanum og venda við, so Eg kundi grøtt tey.“

2
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið

Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!

2