oyrnaringar

23 versir um "oyrnaringar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 35:4 Fyrsta Mósebók

Tey lótu tá Jákup fáa allar teir fremmandu gudarnar, ið tey høvdu við sær, og ringarnar, ið tey høvdu í oyrunum; og Jákup gróv tað niður undir eikini við Sikem.

11
Onnur Mósebók 35:22 Onnur Mósebók

Tey komu, bæði menn og kvinnur – ein og hvør, sum hevði hjartalag til tað – við spennum, oyrnaringum, fingraringum og hálspynti, alskyns stási av gulli; hvør og ein, ið vildi ofra HARRANUM gávu av gulli, kom við tí.

9
Onnur Mósebók 32:2 Onnur Mósebók

Tá segði Áron við tey: „Takið gullringarnar, ið konur tykkara og synir og døtur tykkara hava í oyrunum, og fáið mær teir!“

8
Onnur Mósebók 32:3 Onnur Mósebók

Alt fólkið tók tá gullringarnar úr oyrunum og kom við teimum til Áron.

8
Fjórða Mósebók 31:50 Fjórða Mósebók

Tí bera vit fram sum gávu til HARRAN tað av gulli, ið ein og hvør okkara hevur tikið: Armleinkjur, armbond, fingraringar, oyrnaringar og hálspynt; tað skal vera til at gera bót fyri okkum fyri ásjón HARRANS.“

8
Orðtøkini 25:12 Orðtøkini

Sum gullringur, sum prýði av fínum gulli, er vísmaður, ið talar revsandi orð fyri hoyrandi oyra.

8
Hoseas 2:13 Hoseas

Eg skal heimsøkja hana fyri dagarnar, táið hon brendi roykilsi fyri Ba’alunum og prýddi seg við nasaringi og hálsprýði og gekk eftir bólarum sínum, men gloymdi Meg – sigur HARRIN.

7
Ezekiel 16:12 Ezekiel

Eg hongdi tær ring í nøsina og oyrnaringar í oyruni og setti fagra krúnu á høvd títt.

5
Fyrsta Mósebók 24:22 Fyrsta Mósebók

Táið so kamelarnir vóru lidnir at drekka, kom hann við einum nasaringi av gulli – ein hálvan sekul vigaði hann – og tvey gullarmbond, sum vigaðu 10 seklar, legði hann um armar hennara.

3
Dómararnir 8:24 Dómararnir

Síðani segði Gideon við teir: „Eg fari at biðja tykkum um eitt: Ein og hvør av tykkum skal geva mær teir ringar, sum eru uppi í fongi hansara.“ – Tí Midjanitar gingu við gullringum, teir vóru Ísmaelitar.

3
Dómararnir 8:25 Dómararnir

Teir svaraðu: „Tað er gaman í!“ So breiddi hann út kappa sín, og á hann legði ein og hvør teirra ringarnar, sum vóru uppi í fongi hansara.

3
Dómararnir 8:26 Dómararnir

Vekt gullringanna, ið hann hevði biðið um, var 1700 seklar í gulli – umframt hálvmánarnar, oyrnaringarnar og purpurklæðini, sum midjanitakongarnir høvdu verið í, og umframt keturnar, ið kamelar teirra høvdu havt um hálsin.

3
Esaias 3:20 Esaias

høvuðpynt, fótketur, belti, luktigløs, gyklipynt,

3
Fyrra Timoteusarbrævið 2:9 Fyrra Timoteusarbrævið

somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiðuri, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,

3
Onnur Mósebók 32:4 Onnur Mósebók

Og hann tók við gullinum, stoypti tað um og høgdi tað við meitli til kálv. Tá søgdu tey: „Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!“

2
Triðja Mósebók 19:28 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki gera skurðir á likam tykkara av sorg um deyðan, ei heldur rista tykkum merki í húðina. – Eg eri HARRIN!

2
Esaias 3:18 Esaias

Tann dag skal Harrin taka alt stásið frá teimum: Fótringar, pannubond, hálspynt,

2
Esaias 3:19 Esaias

oyrnaperlur, armbond, slør,

2
Esaias 3:21 Esaias

fingraringar, nasaringar,

2
Esaias 3:22 Esaias

høgtíðarklæði, kápur, hini stóru turriklæðini, pungar,

2
Esaias 3:23 Esaias

spegl, lín, húgvur og fínslør.

2
Ezekiel 16:11 Ezekiel

Eg skrýddi teg við prýðum, spenti armbond um handliðir tínar og bant ketu um háls tín.

2
Ezekiel 16:13 Ezekiel

Tú skrýddi teg við gulli og silvuri, og klæði tíni vóru av fínum líni, silki og toyi, vovnum í ymiskum litum. Tú livdi av fínum mjøli, hunangi og olju, og tú vart ovurhonds vøkur; endin varð, at tú gjørdist drotning.

2