Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

oyðing Ísraels

291 versir um "oyðing Ísraels"

Versir

Síða 4 av 6
Jeremias 31:34 Jeremias

Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.

2
Jeremias 31:35 Jeremias

So sigur HARRIN, Hann, ið setti sólina at lýsa um dagin og mánan og stjørnurnar at lýsa um náttina, eftir fastari lóg – Hann, ið øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa, Hann, ið eitur HARRIN Gud herskaranna:

2
Jeremias 31:36 Jeremias

Táið hesar lógir ikki longur eru í gildi fyri ásjón Míni – sigur HARRIN – skal eisini ætt Ísraels halda uppat at vera tjóð fyri ásjón Míni allar dagar.

2
Jeremias 31:37 Jeremias

So sigur HARRIN: Táið himmalin haruppi verður máldur, og grundvøllir jarðarinnar harniðri verða granskaðir út, skal Eg eisini vraka ætt Ísraels fyri alt tað, ið tey hava gjørt – sigur HARRIN.

2
Jeremias 31:38 Jeremias

Dagar koma – sigur HARRIN – táið býurin verður bygdur HARRANUM frá Hananeltorni líka at Hornsportri.

2
Jeremias 31:39 Jeremias

Haðani skal málisnørið ganga beint á Garebsheyggj og síðani taka aðra leið – til Goa.

2
Jeremias 31:40 Jeremias

Og allur dalurin við hinum deyðu kroppunum og øskuni og allar markirnar líka at Kidronsløki, at horni Rossaporturs, fyri eystan, skulu vera HARRANUM halgað; har skal aldri í allar ævir aftur nakað verða slitið upp ella brotið niður.

2
Ezekiel 38:1 Ezekiel

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:

2
Ezekiel 38:2 Ezekiel

Menniskjasonur! Vend andliti tínum móti Gog í Magogslandi, høvdinga yvir Ros, Mesek og Tubal – profetera móti honum!

2
Ezekiel 38:3 Ezekiel

Tú skalt siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Gog, høvdingi yvir Ros, Mesek og Tubal!

2
Ezekiel 38:4 Ezekiel

Eg skal venda tær við, krøkja krókar í kjálkar tínar og leiða teg út við øllum heri tínum, hestum og hestmonnum – allir eru teir í vøkrum klæðum, veldigur skari við stórum og smáum skjøldum, allir við svørði í hond.

2
Ezekiel 38:5 Ezekiel

Persarar, Etioparar og Putearar eru við teimum, allir við skjøldi og hjálmi.

2
Ezekiel 38:6 Ezekiel

Gomer við øllum herflokkum sínum, Togarmafólk úr ytsta Norðurlandi við øllum herflokkum sínum – mong fólkasløg eru við tær.

2
Ezekiel 38:7 Ezekiel

Vápna teg og ger alt liðugt, tú og allir skarar tínir, sum saman eru komnir hjá tær! Tú skalt vera yvirmaður teirra.

2
Ezekiel 38:8 Ezekiel

Táið long tíð er gingin, skulu boð koma eftir tær; táið árini eru at enda, skalt tú koma til tað land, sum aftur er vunnið undan svørðinum, til tjóð, ið savnað er saman frá mongum fólkasløgum, niðan á Ísraelsfjøll, sum so leingi lógu í oyði, tjóð, ið flutt er burt frá fólkasløgunum og nú býr trygt har tilsamans.

2
Ezekiel 38:9 Ezekiel

Tú skalt fara niðan hagar; sum stormur skalt tú koma, sum skýggj skalt tú vera til at fjala landið, tú og allir herflokkar tínir og mong fólkasløg við tær.

2
Ezekiel 38:10 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Tann dag skulu hugsanir koma upp í hjarta tínum, og tú skalt leggja upp ónd ráð

2
Ezekiel 38:11 Ezekiel

og siga: „Eg skal fara móti landi við opnum býum; eg skal koma yvir friðarlig fólk, sum búgva trygt, sum øll somul búgva við ongum múrum og hvørki hava porturstengur ella portur“

2
Ezekiel 38:12 Ezekiel

– til at ræna og taka herfong, til at venda hond tíni móti toftum, sum upp aftur eru bygdar, og móti fólki, ið savnað er saman frá heidningunum, sum hevur vunnið sær fæ og góðs, og sum býr á nalva* jarðarinnar.

2
Ezekiel 38:13 Ezekiel

Sjeba, Dedan, keypmenninir úr Tarsis og allar ungu leyvur teirra skulu siga við teg: „Kemur tú at ræna? Hevur tú savnað skarar tínar til at taka herfong, til at fara avstað við silvuri og gulli, til at ræna fæ og góðs, til at taka rán í stórum?“

2
Ezekiel 38:14 Ezekiel

Profetera tí, menniskjasonur, og sig við Gog: So sigur Harrin HARRIN: Ja, tann dag Ísrael, fólk Mítt, býr trygt, skalt tú fáa at vita av tí.

2
Ezekiel 38:15 Ezekiel

Og tá skalt tú koma úr landi tínum, úr ytsta Norðurlandi, tú og mong fólkasløg við tær, allir samlir ríðandi á hestum, stórur skari, veldigur herur.

2
Ezekiel 38:16 Ezekiel

Sum skýggj skalt tú koma móti Ísrael, fólki Mínum, og fjala landið. Á síðstu døgum skal hetta henda; tá lati Eg teg koma yvir land Mítt – fyri at tjóðirnar skulu læra Meg at kenna, táið Eg fyri eygum teirra prógvi Meg heilagan á tær, Gog!

2
Ezekiel 38:17 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Er tað um teg, Eg havi talað í fornum døgum við tænarum Mínum profetum Ísraels, teimum, ið profeteraðu á teimum døgum, ár eftir ár, at Eg skuldi lata teg koma yvir tey?

2
Ezekiel 38:18 Ezekiel

Men sama dag, tann dag Gog kemur yvir Ísraelsland – sigur Harrin HARRIN – skal vreiði Mín stíga upp í ásjón Mína.

2
Ezekiel 38:19 Ezekiel

Og í vreiði Míni – í vreiðieldi Mínum – sigi Eg: Sanniliga, tann dag skal stórur jarðskjálvti verða í Ísraelslandi.

2
Ezekiel 38:20 Ezekiel

Fiskarnir í sjónum, fuglarnir undir himli, dýrini á markini, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, og øll menniskju, ið á jørðini búgva, skulu skelva fyri ásjón Míni, og fjøllini skulu detta umkoll, hamrarnir skulu rapla niður, og hvør múrur skal falla til jarðar.

2
Ezekiel 38:21 Ezekiel

Eg skal á øllum fjøllum Mínum kalla á svørðið móti honum – sigur Harrin HARRIN; svørð eins skal verða vent móti øðrum.

2
Ezekiel 38:22 Ezekiel

Eg skal halda dóm yvir honum við pest og við blóði, við grovregni og við grótheglingi; eld og svávul skal Eg lata regna niður yvir hann og skarar hansara og yvir tey mongu fólkasløg, ið við honum eru.

2
Ezekiel 38:23 Ezekiel

Eg skal prógva Meg stóran og heilagan og gera Meg kendan, so mangar tjóðir síggja – og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN.

2
Dániel 9:27 Dániel

Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran.“

2
Matteus 9:13 Matteus

Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur!“ Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“

2
Matteus 24:1 Matteus

Jesus fór nú út úr templinum og burtur haðani, og lærisveinar Hansara komu til Hansara at vísa Honum tempulbygningarnar.

2
Matteus 24:2 Matteus

Men Hann tók til orða og segði við teir: „Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga, sigi Eg tykkum: Her skal ikki verða latin steinur eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“

2
Matteus 24:3 Matteus

Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: „Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“

2
Matteus 24:4 Matteus

Jesus svaraði teimum: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!

2
Matteus 24:5 Matteus

Tí mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Eg eri Kristus!“ Og teir skulu villleiða mong.

2
Matteus 24:6 Matteus

Og tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi. Síggið til, at tit lata tykkum ikki ræða! Tí so má verða; men endin er ikki enn.

2
Matteus 24:7 Matteus

Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.

2
Matteus 24:8 Matteus

Men alt hetta eru hinir fyrstu verkirnir.

2
Matteus 24:9 Matteus

Tá skulu tey geva tykkum upp at verða illa viðfarnar og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns Míns skuld.

2
Matteus 24:10 Matteus

Tað skal verða mongum til fall, og tey skulu svíkja hvørt annað og hata hvørt annað.

2
Matteus 24:11 Matteus

Og mangir lygiprofetar skulu stíga fram og villleiða mong.

2
Matteus 24:12 Matteus

Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.

2
Matteus 24:13 Matteus

Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.

2
Matteus 24:14 Matteus

Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.

2
Matteus 24:15 Matteus

Táið tit tá síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dániel profeti, standa á heilagari grund – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! –

2
Matteus 24:16 Matteus

skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini;

2
Matteus 24:17 Matteus

tann, ið á takinum er, má ikki fara niður eftir nøkrum, sum er í húsi hansara,

2
Matteus 24:18 Matteus

og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum.

2