oyðing Ísraels
291 versir um "oyðing Ísraels"
Versir
Síða 1 av 6Lukas 21:24 Lukas
Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðir, og Jerusalem skal liggja niðurtraðkað av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda.
Opinberingin 20:1 Opinberingin
Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju.
Opinberingin 20:2 Opinberingin
Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, bant hann fyri 1000 ár
Opinberingin 20:3 Opinberingin
og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar – fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda; eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð.
Opinberingin 20:4 Opinberingin
Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
Opinberingin 20:5 Opinberingin
– Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda. – Hetta er fyrra uppreisnin.
Opinberingin 20:6 Opinberingin
Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.
Opinberingin 20:7 Opinberingin
Táið hini 1000 árini eru á enda, skal Satan verða loystur úr fangahúsi sínum.
Opinberingin 20:8 Opinberingin
Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar – Gog og Magog – og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur.
Opinberingin 20:9 Opinberingin
Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. – Men eldur fall niður av himli og oyddi teir.
Opinberingin 20:10 Opinberingin
Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.
Opinberingin 20:11 Opinberingin
Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
Opinberingin 20:12 Opinberingin
Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:13 Opinberingin
Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:14 Opinberingin
Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin – eldsjógvurin.
Opinberingin 20:15 Opinberingin
Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.
Ezekiel 39:1 Ezekiel
Tú, menniskjasonur! Profetera móti Gog og sig: So sigur Harrin HARRIN: Eg komi yvir teg, Gog, høvdingi yvir Ros, Mesek og Tubal!
Ezekiel 39:2 Ezekiel
Eg skal venda tær við, reka teg fram, lata teg koma úr ytsta Norðurlandi og leiða teg niðan á Ísraelsfjøll.
Ezekiel 39:3 Ezekiel
Eg skal sláa bogan úr vinstru hond tíni og lata pílarnar detta úr høgru hond tíni.
Ezekiel 39:4 Ezekiel
Á Ísraelsfjøllum skalt tú falla, tú og allir skarar tínir og fólkasløgini, ið við tær eru; alskyns rovfuglum og hinum villu dýrunum á markini gevi Eg teg til føði.
Ezekiel 39:5 Ezekiel
Á markini skalt tú falla; tí Eg havi talað – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 39:6 Ezekiel
Eg skal senda eld móti Magog og móti teimum, ið trygt búgva á oyggjunum – og tey skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
Ezekiel 39:7 Ezekiel
Eg skal kunngera heilaga navn Mítt millum Ísrael, fólk Mítt, og ikki longur lata heilaga navn Mítt verða vanhalgað – og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, hin heilagi í Ísrael.
Ezekiel 39:8 Ezekiel
Ja, tað kemur, og tað verður – sigur Harrin HARRIN; hetta er dagurin, ið Eg havi talað um.
Ezekiel 39:9 Ezekiel
Tá skulu teir, sum búgva í býum Ísraels, fara út og kynda eld og halda hann brennandi við herklæðum, við smáum og stórum skjøldum, við bogum, pílum, støvum og spjótum; í sjey ár skulu teir halda eldin brennandi við hesum;
Ezekiel 39:10 Ezekiel
teir skulu ikki fara út á markina eftir viði og ikki høgga í skógunum; nei, við herklæðunum skulu teir halda eldin brennandi. Teir skulu ræna frá ránsmonnum sínum og herja herjarar sínar – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 39:11 Ezekiel
Tann dag skal Eg geva Gog gravstað í Ísrael, Ferðamannadal eystan fyri havið;* hann skal steingja ferðafólki vegin. Har skulu teir jarða Gog og alt lið hansara, og teir skulu rópa hann Gogsliðsdal.
Ezekiel 39:12 Ezekiel
Sjey mánaðir skal hús Ísraels vera um at jarða teir og soleiðis reinsa landið.
Ezekiel 39:13 Ezekiel
Alt fólkið í landinum skal vera um at jarða teir, og tað skal vera teimum til rós, tann dag Eg opinberi dýrd Mína – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 39:14 Ezekiel
Teir skulu velja nakrar menn, sum støðugt skulu ferðast um landið, og aðrar, sum saman við teimum, ið ferðast um landið, skulu jarða allar, ið enn liggja eftir á markini um alt landið – til at reinsa tað. Táið sjey mánaðir eru umlidnir, skulu teir leita við sama lagi.
Ezekiel 39:15 Ezekiel
Táið ein teirra, sum ferðast um landið, á ferð síni sær menniskjabein, skal hann seta upp merki har, inntil teir, ið jarða skulu, fáa jarðað tað í Gogsliðsdali.
Ezekiel 39:16 Ezekiel
Eisini skal býur har bera navnið Hamona.* Soleiðis skulu teir reinsa landið.
Ezekiel 39:17 Ezekiel
Og tú, menniskjasonur! So sigur Harrin HARRIN: Sig við alskyns fuglar og við øll hini villu dýrini á markini: Savnist saman og komið, tyrpist saman úr øllum ættum til sláturofrið, ið Eg drepi fyri tykkum, veldigt sláturoffur á Ísraelsfjøllum – tit skulu eta kjøt og drekka blóð!
Ezekiel 39:18 Ezekiel
Kjøtið av køppum skulu tit eta, og blóðið úr høvdingum jarðarinnar skulu tit drekka – úr veðrum, lombum, bukkum og tarvum – allir eru fitaðir í Basan.
Ezekiel 39:19 Ezekiel
Tit skulu eta feitt, inntil tit eru mett, og drekka blóð, inntil tit eru drukkin – av sláturofrinum, ið Eg drepi fyri tykkum.
Ezekiel 39:20 Ezekiel
Tit skulu verða mettað við borð Mítt við ríðihestum og vagnhestum, við køppum og alskyns hermonnum – sigur Harrin HARRIN.
Ezekiel 39:21 Ezekiel
Eg skal opinbera dýrd Mína millum tjóðirnar, og øll fólkasløg skulu síggja dómin, ið Eg havi hildið, og hond Mína, ið Eg havi lagt á tey.
Ezekiel 39:22 Ezekiel
Hús Ísraels skal sanna, at Eg, HARRIN, eri Gud teirra – frá tí degi og framvegis.
Ezekiel 39:23 Ezekiel
Og tjóðirnar skulu sanna, at tað var fyri misgerð sína, hús Ísraels varð flutt burtur – aftur fyri at tey vóru Mær trúleys, so Eg fjaldi ásjón Mína fyri teimum og gav tey í hendur fígginda teirra, og tey fullu fyri svørði øll somul.
Ezekiel 39:24 Ezekiel
Eftir óreinsku teirra og lógbrotum teirra gjørdi Eg við tey og fjaldi ásjón Mína fyri teimum.
Ezekiel 39:25 Ezekiel
Tí sigur Harrin HARRIN so: Nú skal Eg venda lagnu Jákups og vísa øllum húsi Ísraels náði og vera íðin fyri heilaga navni Mínum.
Ezekiel 39:26 Ezekiel
Tey skulu gloyma skomm sína og alt trúloysið, ið tey hava víst Mær – táið tey búgva trygt í landi sínum, og eingin ræðir tey.
Ezekiel 39:27 Ezekiel
Ja, táið Eg leiði tey aftur frá tjóðunum og savni tey saman úr londum fígginda teirra og prógvi Meg heilagan á teimum, so mangar tjóðir síggja,
Ezekiel 39:28 Ezekiel
skulu tey sanna, at Eg eri HARRIN Gud teirra – við tað at Eg havi herleitt tey til tjóðirnar, men aftur savnað tey saman inn í land teirra og ongan av teimum lati verða eftir har.
Ezekiel 39:29 Ezekiel
Eg skal ikki longur fjala ásjón Mína fyri teimum; tí Eg skal úthella Anda Mín yvir alt hús Ísraels – sigur Harrin HARRIN.
Rómverjabrævið 11:26 Rómverjabrævið
So skal alt Ísrael verða frelst – sum skrivað er: „Úr Zion skal Frelsarin koma; Hann skal fáa burt gudloysi frá Jákupi;
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Fimta Mósebók 28:1 Fimta Mósebók
„Hoyrir tú nú rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær, so skal HARRIN Gud tín seta teg hægri enn øll onnur fólk á jørðini;
Fimta Mósebók 28:2 Fimta Mósebók
allar hesar signingar skulu koma yvir teg og náa tær, so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns:
Fimta Mósebók 28:3 Fimta Mósebók
Signaður skalt tú vera í staðnum, og signaður skalt tú vera á markini.