oyðing
15 versir um "oyðing"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 3:19 Filippibrævið
endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er.
Orðtøkini 16:18 Orðtøkini
Framman undan undirgangi gongur hugmóð, og framman undan falli stoltleiki.
Matteus 7:13 Matteus
Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað;
Matteus 7:14 Matteus
og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.
Matteus 10:28 Matteus
Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!
Sálmarnir 58:10 Sálmarnir
Áðrenn pottar tykkara hava kent brennið, ja, mitt í lívsmegi teirra skal Hann ríva teir burt í vreiði Síni.
Sálmarnir 97:2 Sálmarnir
Skýggj og myrkur eru rundan um Hann, rættferð og rættur eru grundvøllir hásætis Hansara.
Sálmarnir 97:3 Sálmarnir
Eldur gongur undan Honum og logar millum fíggindar Hansara.
Sálmarnir 97:4 Sálmarnir
Snarljós Hansara lýsa upp jarðarríki; jørðin sær tað og nøtrar;
Sálmarnir 97:5 Sálmarnir
fjøllini bráðna sum vaks fyri ásjón HARRANS, fyri Harranum yvir allari jørðini.
Sálmarnir 97:6 Sálmarnir
Himlarnir kunngera rættvísi Hansara, og øll fólkasløg síggja heiður Hansara.
Sálmarnir 97:7 Sálmarnir
Til skammar verða øll, ið dýrka útskornar myndir, tey, ið eru stolt av avgudum sínum; tilbiðið Hann, allir gudar!
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 3:16 Rómverjabrævið
oyðing og ósæla er á vegum teirra,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.