óvilluleiki (serliga um Skriftina)

10 versir um "óvilluleiki (serliga um Skriftina)"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

7
Sálmarnir 12:6 Sálmarnir

„Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!“ sigur HARRIN; „Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!“

5
Jóhannes 17:17 Jóhannes

Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.

5
Orðtøkini 30:5 Orðtøkini

Alt orð Guds er reint; Hann er teimum skjøldur, sum líta á Hann.

4
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.

4
Titusarbrævið 1:2 Titusarbrævið

í vón um ævigt lív, sum Gud, ið ikki lýgur, hevur lovað frá ævigum tíðum.

3
Sálmarnir 19:7 Sálmarnir

Við enda himmalsins er tað, hon kemur undan, og umferð hennara er til hin enda hansara; einki er fjalt fyri hita hennara.

2
Matteus 4:4 Matteus

Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““

2
Matteus 5:18 Matteus

Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.

2
Jóhannes 10:35 Jóhannes

Hevur Hann nú kallað teir gudar, sum orð Guds kom til – og skriftin vikast ikki –

2