ovbinding / at binda seg ov nógv
11 versir um "ovbinding / at binda seg ov nógv"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 18:13 Onnur Mósebók
Dagin eftir settist Móses at skifta rætt millum fólkið, og fólkið stóð rundan um Móses líka frá morgni til kvølds.
Onnur Mósebók 18:14 Onnur Mósebók
Men táið verfaðir Móses sá alt stríðið, ið hann hevði av fólkinum, segði hann: „Hvat er hetta fyri stríð, ið tú hevur av fólkinum! Hví situr tú einsamallur og dømir, og alt fólkið stendur rundan um teg frá morgni til kvølds?“
Onnur Mósebók 18:15 Onnur Mósebók
Móses svaraði verfaðir sínum: „Fólkið kemur til mín at fáa vilja Guds at vita;
Onnur Mósebók 18:16 Onnur Mósebók
táið tey hava søk, koma tey til mín, og eg dømi millum partarnar og lati tey vita boð og lógir Guds.“
Onnur Mósebók 18:17 Onnur Mósebók
Tá segði verfaðir Móses við hann: „Tú bert teg ikki beint at í hesum!
Onnur Mósebók 18:18 Onnur Mósebók
Á henda hátt leggjast tit fyri, bæði tú sjálvur og fólkið, ið við tær er; tí hetta arbeiði er ov mikið fyri teg, tú ert ikki mentur at gera tað einsamallur.
Onnur Mósebók 18:19 Onnur Mósebók
Men hoyr nú meg! Eg skal leggja tær ráð, og Gud skal vera við tær: Tú skalt stíga fram fyri Gud í navni fólksins og leggja sakir teirra fram fyri Hann;
Onnur Mósebók 18:20 Onnur Mósebók
og tú skalt fáa tey at skilja boðini og lógirnar og vísa teimum vegin, tey skulu ganga, og tað, ið tey skulu gera.
Onnur Mósebók 18:21 Onnur Mósebók
Men tú skalt millum alt fólkið velja tær dugandi menn, ið óttast Gud, menn, ið lítandi er á, og sum hata vinning av órætti; teir skalt tú seta yvir teimum, sum fyristøðumenn, summar yvir 1000, summar yvir 100, summar yvir 50, og summar yvir 10.
Onnur Mósebók 18:22 Onnur Mósebók
Teir skulu so skifta rætt millum fólkið altíð. Allar sakir, ið nógvan týdning hava, skulu teir lata koma fyri teg, men í øllum søkum, sum minni hava at týða, skulu teir døma sjálvir. Soleiðis lættir tú tær sjálvum byrðina, og teir bera hana við tær.
Onnur Mósebók 18:23 Onnur Mósebók
Gert tú hetta – og vil Gud tað so – tá fert tú at kunna halda út, og so kemur eisini alt fólkið her at kunna fara heim í friði.“