ouija-brettir

9 versir um "ouija-brettir"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Mósebók 19:31 Triðja Mósebók

Vendið tykkum ikki til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa! Leitið ikki til teirra, so tit gera tykkum órein við teimum! – Eg eri HARRIN Gud tykkara!

14
Triðja Mósebók 20:6 Triðja Mósebók

Vendir onkur sær til teirra, ið mana upp deyð, og sum spáa, og rennur eftir teimum í trúleysum fráfalli, so skal Eg seta ásjón Mína móti tí menniskja og týna tað úr fólki tess.

9
Fimta Mósebók 7:26 Fimta Mósebók

og tú mást onga andstygd lata koma inn í hús títt, so tú verður sligin við banni sum hon; hon skal bjóða tær ímóti, og tú skalt rokna hana fyri andstygd, tí hon er sligin við banni.“

5
Triðja Mósebók 20:27 Triðja Mósebók

Táið onkur – maður ella kvinna – fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív; tey skulu verða steinað, blóðskyld hvílir á teimum.““

4
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók

Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,

4
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók

eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.

4
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók

Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.

4
Matteus 24:4 Matteus

Jesus svaraði teimum: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!

4
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið

Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.

4