óttar
56 versir um "óttar"
Versir
Síða 1 av 2Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
Sálmarnir 34:4 Sálmarnir
Gerið HARRAN stóran saman við mær, latið okkum saman seta navn Hansara høgt!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Matteus 7:1 Matteus
„Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd,
Matteus 7:2 Matteus
og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini
Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Hebrearabrævið 10:1 Hebrearabrævið
Lógin hevur bert skugga hinna komandi góða, ikki sonnu mynd teirra; tí kann hon aldri við ofrunum, ið teir altíð hvørt ár av nýggjum bera fram, gera tey fullkomin, sum koma fram við teimum.
Hebrearabrævið 10:2 Hebrearabrævið
Annars høvdu tey jú hildið uppat at borið tey fram, av tí at hini ofrandi ikki longur høvdu havt syndir á samvitskuni, táið tey eina ferð vóru reinsað.
Hebrearabrævið 10:3 Hebrearabrævið
Men við hesum ofrum verður hvørt ár mint um syndir.
Hebrearabrævið 10:4 Hebrearabrævið
Tað er jú ómøguligt, at blóð tarva og bukka kann taka burtur syndir.
Hebrearabrævið 10:5 Hebrearabrævið
Tí sigur Hann, táið Hann kemur í heimin: „Sláturoffur og matoffur vildi Tú ikki hava, men likam gjørdi Tú Mær til;
Hebrearabrævið 10:6 Hebrearabrævið
brennioffur og syndoffur líkaði Tær ikki.
Hebrearabrævið 10:7 Hebrearabrævið
Tá segði Eg: „Hygg, Eg komi – í bókrulluni er skrivað um Meg – at gera vilja Tín, Gud!““
Hebrearabrævið 10:8 Hebrearabrævið
– Eftir at Hann fyrst hevur sagt: „Sláturoffur, matoffur, brennioffur og syndoffur vildi Tú ikki hava, og tey líkaði Tær ikki“ – og tey verða tó borin fram eftir lógini –
Hebrearabrævið 10:9 Hebrearabrævið
so hevur Hann harnæst sagt: „Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!“ – Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin –
Hebrearabrævið 10:10 Hebrearabrævið
og við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar!
Hebrearabrævið 10:11 Hebrearabrævið
Ein og hvør prestur stendur dagliga og ger tænastu og ber fram somu offur ferð eftir ferð – sum tó aldri kunnu taka burtur syndir;
Hebrearabrævið 10:12 Hebrearabrævið
men Hann hevur borið fram eitt offur fyri syndir og hevur síðani við alla sett Seg við høgru hond Guds
Hebrearabrævið 10:13 Hebrearabrævið
og bíðar nú bert eftir, at fíggindar Hansara skulu verða lagdir fótum Hansara til skammul.
Hebrearabrævið 10:14 Hebrearabrævið
Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða.
Hebrearabrævið 10:15 Hebrearabrævið
Tað vitnar eisini Heilagi Andin fyri okkum. Tí eftir at Hann hevur sagt:
Hebrearabrævið 10:16 Hebrearabrævið
„Hetta er sáttmálin, Eg skal gera við tey eftir teir dagar“, sigur Harrin: „Eg skal leggja lógir Mínar í hjørtu teirra, og Eg skal skriva tær í sinni teirra,
Hebrearabrævið 10:17 Hebrearabrævið
og syndir teirra og lógbrot teirra skal Eg ikki minnast aftur.“
Hebrearabrævið 10:18 Hebrearabrævið
Men har sum fyrigeving er fyri tey, er ikki longur offur fyri synd.
Hebrearabrævið 10:19 Hebrearabrævið
Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin,
Hebrearabrævið 10:20 Hebrearabrævið
sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold Hansara –
Hebrearabrævið 10:21 Hebrearabrævið
og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds,
Hebrearabrævið 10:22 Hebrearabrævið
so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni!
Hebrearabrævið 10:23 Hebrearabrævið
Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!
Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið
Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,
Hebrearabrævið 10:27 Hebrearabrævið
men bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti.
Hebrearabrævið 10:28 Hebrearabrævið
Hevur ein brotið Móselóg, doyr hann miskunnarleyst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna.
Hebrearabrævið 10:29 Hebrearabrævið
– Hvussu mangan verri revsing halda tit tá ikki, tann skal roknast verdur, sum traðkar Son Guds undir fótum, vanvirðir blóð sáttmálans – tað, sum hann varð halgaður í – og háðar Anda náðinnar!
Hebrearabrævið 10:30 Hebrearabrævið
Vit kenna jú Hann, sum sagt hevur: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal endurgjalda!“ og aftur: „Harrin skal døma fólk Sítt.“
Hebrearabrævið 10:31 Hebrearabrævið
Tað er øgiligt at falla í hendur hins livandi Guds!
Hebrearabrævið 10:32 Hebrearabrævið
Men minnist hinar farnu dagar, táið tit, eftir at tit vóru upplýst, toldu nógv stríð í líðingum!
Hebrearabrævið 10:33 Hebrearabrævið
Eitt var, at tit sjálv við háði og trongdum vórðu sjónleikur; annað var, at tit tóku lut við teimum, ið slík kor høvdu.
Hebrearabrævið 10:34 Hebrearabrævið
Bæði høvdu tit samkenslu við fangunum, og tit bóru tað við gleði, um tað, ið tit áttu, varð rænt – tit vistu jú, at tit sjálv áttu betri ogn, eina, sum verður varandi.