ótryggur
14 versir um "ótryggur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:25 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Fyrra Korintbrævið 6:12 Fyrra Korintbrævið
Eg havi loyvi til alt – men ikki alt er til gagn! Eg havi loyvi til alt – men eg má einki lata fáa vald á mær!
Fyrra Korintbrævið 6:13 Fyrra Korintbrævið
Maturin er fyri búkin, og búkurin fyri matin – og Gud skal gera enda á báðum. Men likamið er ikki fyri siðloysi, men fyri Harran; og Harrin er fyri likamið.
Fyrra Korintbrævið 6:14 Fyrra Korintbrævið
Gud, sum hevur reist upp Harran, skal eisini reisa okkum upp við kraft Síni.
Fyrra Korintbrævið 6:15 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara eru limir Kristusar? Skal eg tá taka limir Kristusar og gera teir til skøkjulimir! Minni enn so!
Fyrra Korintbrævið 6:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tann, ið heldur seg til skøkjuna, er eitt likam við henni? Hann sigur jú: „Tey bæði skulu vera eitt hold.“
Fyrra Korintbrævið 6:17 Fyrra Korintbrævið
Men tann, ið heldur seg til Harran, er ein andi við Honum.
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið
Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!