ótrúfesti (serliga kynsligt)

18 versir um "ótrúfesti (serliga kynsligt)"

Versir

Síða 1 av 1
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

12
Esaias 47:10 Esaias

Tú heltst teg sita trygga í óndskapi tínum, tú segði: „Eingin sær meg!“ Vísdómur tín og kunnskapur tín, teir hava villleitt teg, so tú segði í hjartanum: „Eg og eingin annar!“

6
Matteus 5:31 Matteus

Eisini er sagt: „Tann, ið skilst frá konu síni, skal geva henni skilnaðarbræv.“

6
Matteus 5:32 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor.

6
Esaias 47:11 Esaias

Tí skal koma á teg vanlukka, sum tú ikki ert ment at gykla burtur; oyðing skal ráma teg, sum tú ikki ert ment at venda frá tær, og undirgangur skal knappliga koma á teg, táið tú minst varir tað.

5
Matteus 5:28 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.

4
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið

Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.

4
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók

Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.

3
Orðtøkini 6:25 Orðtøkini

– Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum!

3
Orðtøkini 6:26 Orðtøkini

Tí skøkjan armar mann út líka til síðstu breyðflís, og kona annars mans fangar dýrabara sál.

3
Esaias 29:15 Esaias

Vei teimum, sum í djúpinum ætla at dylja ráð síni fyri HARRANUM, sum fremja verk síni í myrkrinum, og sum siga: „Hvør sær okkum, og hvør ansar eftir okkum!“

3
Rómverjabrævið 7:2 Rómverjabrævið

Hin gifta kvinnan er jú við lógini bundin til mann sín, so leingi sum hann livir; men doyr maðurin, er hon loyst frá lógini viðvíkjandi manninum.

3
Sálmarnir 50:21 Sálmarnir

So hevur tú borið teg at, og Eg havi tagt; og nú hugsar tú, at Eg eri sum tú – men Eg skal straffa teg, og tað, so tú fært tað at síggja!

2
Sálmarnir 64:5 Sálmarnir

fyri í loyndum at skjóta hin sakleysa – alt í einum skjóta teir hann og ræðast ikki!

2
Matteus 19:4 Matteus

Hann svaraði: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu

2
Matteus 19:5 Matteus

og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“

2
Matteus 19:6 Matteus

So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“

2
Lukas 16:18 Lukas

Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor.

2