ótilætlað manndráp

66 versir um "ótilætlað manndráp"

Versir

Síða 1 av 2
Josva 20:1 Josva

HARRIN talaði við Josva og segði:

8
Josva 20:2 Josva

„Tala við Ísraelsmenn og sig: „Latið nú griðstaðirnar, ið Eg við Mósesi talaði við tykkum um,

8
Josva 20:3 Josva

fyri at manndrápari, sum av misgáum – uttan at hann ætlaði tað – drepur onkun, kann flýggja hagar! Tit skulu hava teir manndráparanum til griðstaðir, táið hann flýggjar undan blóðhevnaranum.

8
Josva 20:4 Josva

Hann skal flýggja til ein av hesum býum og standa í inngongd býportursins og leggja mál sítt fram fyri hinar elstu í býnum; teir skulu tá taka hann inn til sín í býin og lata hann fáa stað at búgva hjá sær.

8
Josva 20:5 Josva

Táið so blóðhevnarin kemur eftir honum, skulu teir ikki geva manndráparan í hendur hansara; tí tað var av misgáum, hann drap næsta sín, og uttan at hava borið hatur til hansara frammanundan.

8
Josva 20:6 Josva

Hann skal so verða búgvandi har í býnum, inntil hann hevur staðið fyri samkomuni til dóms, og inntil høvuðspresturin, ið tá livir, er deyður; tá kann manndráparin fara aftur í bý sín og hús sítt, í býin, sum hann er flýddur úr.““

8
Josva 20:7 Josva

Teir halgaðu tá: Kedes í Galilea, í Naftalifjøllum, Sikem í Efra’imsfjøllum og Kirjat-Arba – tað er Hebron – í Judafjøllum.

8
Josva 20:8 Josva

Hinumegin Jordan – sum rennur eystan fyri Jeriko – lótu teir: Av ætt Rubens Bezer í oyðimørkini, á slættlendinum, av ætt Gads Ramot í Gilead og av ætt Manasse Golan í Basan.

8
Josva 20:9 Josva

Hetta vóru býirnir, ið ásettir vórðu til griðstaðir øllum Ísraelsmonnum og hinum fremmandu, ið millum teirra búðu, so ein og hvør, sum av misgáum drap onkun, kundi flýggja hagar og ikki koma at doyggja fyri hond blóðhevnarans, áðrenn hann hevði staðið fyri samkomuni til dóms.

8
Fimta Mósebók 19:1 Fimta Mósebók

„Táið HARRIN Gud tín hevur týnt øll fólkini í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær, og tú hevur rikið tey burt og hevur búsett teg í býum og húsum teirra,

5
Fimta Mósebók 19:2 Fimta Mósebók

skalt tú skilja frá tríggjar býir í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær at eiga.

5
Fimta Mósebók 19:3 Fimta Mósebók

Tú skalt seta vegirnar til teirra í góðan stand; og tú skalt skifta alt landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, í tríggjar partar, so at ein og hvør manndrápari kann flýggja hagar.

5
Fimta Mósebók 19:4 Fimta Mósebók

Undir hesum korum skal manndrápari kunna flýggja hagar og bjarga lívinum: Táið onkur av misgáum drepur næsta sín og uttan at hava hatað hann frammanundan

5
Fimta Mósebók 19:5 Fimta Mósebók

– sum táið ein fer við næsta sínum út í skógin at høgga við, og hann reiggjar øksina til at fella eitt træ, men øksin loypur av skaftinum og rakar næsta hansara, so hann doyr – tá kann hann flýggja til ein av hesum býum og bjarga lívinum.

5
Fimta Mósebók 19:6 Fimta Mósebók

Tí blóðhevnarin kundi annars í brennandi vreiði síni elt manndráparan og – um vegurin var ov langur – fingið hann aftur og dripið hann, tóat hann var ikki sekur at doyggja, við tað at hann hevði ikki borið hatur til hansara frammanundan.

5
Fimta Mósebók 19:7 Fimta Mósebók

Tí gevi eg tær hetta boð: Tú skalt skilja tríggjar býir frá.

5
Fimta Mósebók 19:8 Fimta Mósebók

Og táið HARRIN Gud tín veksur um land títt – soleiðis sum Hann við eiði hevur lovað fedrum tínum – og Hann gevur tær alt landið, ið Hann segði, at Hann skuldi geva fedrum tínum

5
Fimta Mósebók 19:9 Fimta Mósebók

– við tað at tú aktar væl eftir at halda øll hesi boð, sum eg í dag gevi tær, so tú elskar HARRAN Gud tín og allar dagar gongur leiðir Hansara – tá skalt tú leggja uppaftur tríggjar býir aftrat hinum trimum,

5
Fimta Mósebók 19:10 Fimta Mósebók

so sakleyst blóð skal ikki renna í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í arv, og blóðskyld soleiðis koma at hvíla á tær.

5
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

4
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók

Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.

3
Fyrsta Mósebók 9:5 Fyrsta Mósebók

Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans.

2
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

2
Onnur Mósebók 21:12 Onnur Mósebók

Tann, ið slær onkun, so hann doyr, skal lata lív.

2
Onnur Mósebók 21:13 Onnur Mósebók

Ger hann tað kortini ikki við vilja, men hond hansara verður stýrd av Gudi, so skal hann kunna flýggja til stað, ið Eg skal vísa tær.

2
Onnur Mósebók 21:14 Onnur Mósebók

Men ger onkur hasa gerð av fríum vilja, at hann við svikum drepur næsta sín, so skalt tú taka hann, um tað so er frá altari Mínum; hann skal doyggja.

2
Onnur Mósebók 21:22 Onnur Mósebók

Táið menn fara saman at berjast og fíra undir konu, ið er við barn, so at hon hittir reis, men eingin onnur vanlukka stendst av, so skal hann, ið gjørdi tað, lata í bót tað, ið maður konuna leggur á; hann skal lata tað, ið dómarar áleggja.

2
Onnur Mósebók 21:23 Onnur Mósebók

Men stendst vanlukka av, so skal lív latast fyri lív!

2
Onnur Mósebók 21:24 Onnur Mósebók

– Eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót,

2
Onnur Mósebók 21:25 Onnur Mósebók

brent fyri brent, sár fyri sár, kúlu fyri kúlu!

2
Onnur Mósebók 22:2 Onnur Mósebók

Verður tjóvurin tikin, meðan hann brýtur inn, og sligin, so hann doyr, skal tað ikki verða roknað fyri manndráp.

2
Onnur Mósebók 22:3 Onnur Mósebók

Men er sólin undankomin, so verður tað roknað fyri manndráp. Tjóvurin skal lata fulla bót. Eigur hann ikki so mikið, skal hann verða seldur til bót fyri tað, ið hann hevur stolið.

2
Fjórða Mósebók 35:22 Fjórða Mósebók

Men um ein av misgáum, ikki av fíggindskapi, fírir undir ein annan ella kastar eitt ella annað á hann – uttan at hava ilt í huga –

2
Fjórða Mósebók 35:23 Fjórða Mósebók

ella uttan at síggja hann rakar hann við steini, sum er nóg stórur at drepa mann við – so hann doyr, men drápsmaðurin er ikki óvinur hansara og vildi honum ikki ilt,

2
Fjórða Mósebók 35:24 Fjórða Mósebók

so skal samkoman døma millum drápsmannin og blóðhevnaran eftir hesum lógum;

2
Fjórða Mósebók 35:25 Fjórða Mósebók

og samkoman skal verja manndráparan fyri blóðhevnaranum og beina hann aftur í griðstaðin, sum hann var flýddur til; har skal hann vera, inntil høvuðspresturin, hann, ið salvaður er við hini heilagu oljuni, er deyður.

2
Fimta Mósebók 17:6 Fimta Mósebók

Eftir tí, ið tvey ella trý vitni siga frá, skal hann lata lív, sum deyðasøk er ímóti; hann skal ikki lata lív bert eftir tí, ið eitt vitni sigur.

2
Fimta Mósebók 19:11 Fimta Mósebók

Men táið maður hatar næsta sín og lúrir eftir honum, leggur á hann og slær hann, so hann doyr, og hann so flýggjar til ein av hesum býum,

2
Fimta Mósebók 19:12 Fimta Mósebók

tá skulu teir elstu í býi hansara senda boð og taka hann haðani og geva hann í hendur blóðhevnarans, og hann skal lata lív.

2
Fimta Mósebók 19:13 Fimta Mósebók

Tú mást ikki spara hann, nei, tú skalt reinsa Ísrael fyri sakleyst blóð – so tær kann gangast væl.

2
Fimta Mósebók 19:14 Fimta Mósebók

Tú mást ikki flyta markaskjal næsta tíns, tað, sum teir gomlu hava sett á jørðini, ið tú skalt fáa í arvalut í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær í ogn.

2
Fimta Mósebók 19:15 Fimta Mósebók

Ikki má bert eitt vitni stíga fram móti manni, táið tað viðvíkur nakrari misgerð ella synd – tað veri nú hvør synd, ið tað vera vil, ið hann hevur gjørt; eftir tí, sum tvey ella trý vitni siga, skal mál gerast av.

2
Fimta Mósebók 19:16 Fimta Mósebók

Táið órættvíst vitni stígur fram móti onkrum og vitnar móti honum um misbrot,

2
Fimta Mósebók 19:17 Fimta Mósebók

skulu báðir teir, ið hava mál hvør við annan, stíga fram fyri ásjón HARRANS, fyri prestarnar og dómararnar, ið tá eru;

2
Fimta Mósebók 19:18 Fimta Mósebók

og dómararnir skulu granska málið gjølla; er tá vitnið lygivitni, hevur hann vitnað rangt móti bróður sínum,

2
Fimta Mósebók 19:19 Fimta Mósebók

so skulu tit gera við hann, sum hann hevði ætlað at gera við bróður sín. Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda frá tær –

2
Fimta Mósebók 19:20 Fimta Mósebók

so hini kunnu fáa tað at hoyra og óttast, so tey gera ikki slíka illgerð uppaftur millum tykkara.

2
Fimta Mósebók 19:21 Fimta Mósebók

Tú mást ongan spara: Lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót!“

2
Matteus 5:21 Matteus

Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: „Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.“

2
Matteus 5:22 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.

2