ostur

100 versir um "ostur"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrra Sámuelsbók 17:45 Fyrra Sámuelsbók

Dávid svaraði Filistaranum: „Tú kemur móti mær við svørði, spjóti og kastivápni, men eg komi móti tær í navni HARRANS Guds herskaranna, Guds herfylkinga Ísraels, sum tú hevur háðað.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:46 Fyrra Sámuelsbók

Í dag skal HARRIN geva teg í hendur mínar; eg skal drepa teg og høgga høvdið av tær, og eg skal í dag geva fuglum himmalsins og teimum villu dýrunum á jørðini líkini av Filistaraherinum, so øll jørðin skal sanna, at ein Gud er í Ísrael.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:47 Fyrra Sámuelsbók

Og alt hetta fólk skal sanna, at tað er ikki við svørði og spjóti, HARRIN frelsir; tí bardagin er HARRANS, og Hann skal geva tykkum í hendur okkara!“

2
Fyrra Sámuelsbók 17:48 Fyrra Sámuelsbók

Táið nú Filistarin fór til gongu og kom Dávidi nærri, skundaði Dávid sær og leyp fram móti herinum, móti Filistaranum.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:49 Fyrra Sámuelsbók

Og Dávid stakk hondina niður í taskuna, tók stein úr henni, slongdi hann og rakti Filistaran í pannuna; steinurin fór djúpt inn í pannu hansara, og hann datt fram eftir rommum til jarðar.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:50 Fyrra Sámuelsbók

Soleiðis vann Dávid Filistaran við sleingibandi og steini, og hann drap Filistaran, tóat hann hevði ikki svørð í hondini.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:51 Fyrra Sámuelsbók

Síðani leyp Dávid fram og stóð tætt hjá Filistaranum, tók svørð hansara, dró tað úr slíðrunum og gav honum deyðasting og høgdi høvdið av honum við tí. Táið Filistarar sóu, at kappi teirra var deyður, flýddu teir.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:52 Fyrra Sámuelsbók

Men herur Ísraels og herur Juda løgdu avstað, skóru í herróp og eltu Filistarar líka til portur Gats og Ekrons, og falnir Filistarar lógu eftir vegnum úr Sa’arajim og líka til Gat og Ekron.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:53 Fyrra Sámuelsbók

So eltu Ísraelsmenn ikki Filistarar longur, men vendu aftur og rændu tilhald teirra.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:54 Fyrra Sámuelsbók

Dávid tók høvd Filistarans og hevði tað við sær til Jerusalem; men vápn hansara legði hann í tjald sítt.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:55 Fyrra Sámuelsbók

Táið Saul sá Dávid fara móti Filistaranum, segði hann við Abner, herhøvdingan: „Hvør eigur handa unga drongin, Abner?“ Abner svaraði: „So satt sum tú livir, kongurin, eg veit tað ikki!“

2
Fyrra Sámuelsbók 17:56 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði kongurin: „Fá at vita, hvør ið eigur handa unga drongin!“

2
Fyrra Sámuelsbók 17:57 Fyrra Sámuelsbók

Táið so Dávid kom aftur, eftir at hann hevði dripið Filistaran, tók Abner hann og fór fram fyri Saul við honum; og hann hevði høvd Filistarans í hondini.

2
Fyrra Sámuelsbók 17:58 Fyrra Sámuelsbók

Saul segði tá við hann: „Hvørs sonur ert tú, unglingi?“ Dávid svaraði: „Eg eri sonur tænara tín Ísai í Betlehem.“

2
Seinna Sámuelsbók 17:1 Seinna Sámuelsbók

Akitofel segði nú við Absalom: „Lat meg velja út 12000 mans og halda avstað eftir Dávidi í nátt!

2
Seinna Sámuelsbók 17:2 Seinna Sámuelsbók

Táið eg soleiðis leggi á hann, meðan hann er troyttur og mótfallin, so fái eg loypt ræðslu á hann; og alt fólkið, ið við honum er, flýggjar tá, so eg fái dripið kong einsamallan.

2
Seinna Sámuelsbók 17:3 Seinna Sámuelsbók

Síðani skal eg fáa alt fólkið aftur til tín; at øll koma aftur, stendur jú í tí, at tað gongur manninum, ið tú vilt hava fatur á, soleiðis; alt fólkið kann tá vera í friði.“

2
Seinna Sámuelsbók 17:4 Seinna Sámuelsbók

Hesi ráð dámdi Absalom og øllum hinum elstu í Ísrael væl.

2
Seinna Sámuelsbók 17:5 Seinna Sámuelsbók

Men Absalom segði: „Rópið mær eisini Husai Arkit, so vit fáa at hoyra, hvat hann hevur at siga!“

2
Seinna Sámuelsbók 17:6 Seinna Sámuelsbók

Táið nú Husai kom til Absalom, segði Absalom við hann: „So og so hevur Akitofel sagt; skulu vit gera, sum hann mælir til? Um ikki, so sig, hvat tú heldur!“

2
Seinna Sámuelsbók 17:7 Seinna Sámuelsbók

Husai svaraði Absalom: „Hesa ferð eru ráðini ikki góð, ið Akitofel hevur lagt!“

2
Seinna Sámuelsbók 17:8 Seinna Sámuelsbók

Framvegis segði Husai: „Tú kennir faðir tín og menn hansara; tú veitst, at teir eru kappar; og teir eru grammir í huga sum bjørn á markini, ið ungarnir eru tiknir frá. Og faðir tín er sannur bardagamaður – hann legst ikki til hvíldar um náttina við monnum sínum.

2
Seinna Sámuelsbók 17:9 Seinna Sámuelsbók

Nú krógvar hann seg óivað í onkrum helli ella onkra aðrastaðni; falla nú alt fyri eitt nakrir av monnum tínum, so fer hvør tann, ið frættir hetta, at siga: „Stórt mannafall hevur verið millum teirra, sum eru í parti við Absalom!“

2
Seinna Sámuelsbók 17:10 Seinna Sámuelsbók

– Og um tað so er djarvasti maður, hann, ið hevur hjarta sum leyvan, so missir hann tá mótið. Tí alt Ísrael veit, at faðir tín er hetja, og at teir eru raskir menn, ið við honum eru.

2
Seinna Sámuelsbók 17:11 Seinna Sámuelsbók

Nei – ráð míni eru: Lat alt Ísrael savnast um teg, úr Dan til Be’erseba, fjølmentar sum sand á sjóvarstrond – og sjálvur mást tú fara við í bardagan!

2
Seinna Sámuelsbók 17:12 Seinna Sámuelsbók

Táið vit so koma fram á hann onkustaðni – har sum hann nú er at finna – so skulu vit falla yvir hann, sum døggin fellur á jørðina, og ikki so mikið sum ein skal liva eftir av teimum, hvørki hann sjálvur ella nakar av monnunum, ið við honum eru.

2
Seinna Sámuelsbók 17:13 Seinna Sámuelsbók

Leitar hann so inn í ein av býunum, so skal alt Ísrael leggja tog um tann bý, og vit skulu draga hann oman í dalin, so ikki so mikið sum steinur verður eftir av honum!“

2
Seinna Sámuelsbók 17:14 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Absalom og hvør maður í Ísrael: „Ráð Husai Arkits eru betri enn ráð Akitofels!“ – Men tað var HARRIN, ið stýrdi tí so – fyri at hini góðu ráð Akitofels skuldu koma upp í einki, so HARRIN fekk latið vanlukkuna komið yvir Absalom.

2
Seinna Sámuelsbók 17:15 Seinna Sámuelsbók

Husai segði nú við prestarnar Zadok og Abjatar: „Tey og tey ráð hevur Akitofel lagt Absalom og hinum elstu í Ísrael, og tey og tey ráð havi eg lagt.

2
Seinna Sámuelsbók 17:16 Seinna Sámuelsbók

Sendið tí sum skjótast Dávidi boð um hetta og latið siga: „Steðga ikki í nátt við vaðini í oyðimørkini, nei, far heldur yvirum, so ikki kongurin og alt fólkið, ið við honum er, verður týnt!““

2
Seinna Sámuelsbók 17:17 Seinna Sámuelsbók

Jónatan og Ahima’az stóðu við Rogelskeldu, og ein arbeiðskona plagdi at bera teimum tíðindi hagar; teir bóru síðani Dávidi kongi tíðindini; tí fara inn í býin og lata tey síggja seg har, tað tordu teir ikki.

2
Seinna Sámuelsbók 17:18 Seinna Sámuelsbók

Men ein drongur fekk at síggja teir, og hann segði Absalom tað. Tá skundaðu teir sær avstað báðir, og teir fóru inn hjá einum manni í Bahurim. Hann hevði brunn í garðinum við húsini, og niður í brunnin fóru teir.

2
Seinna Sámuelsbók 17:19 Seinna Sámuelsbók

Síðani tók kona hansara teppi, breiddi tað út yvir brunnin og stroyddi grýn á tað, so eingin skuldi verða varur við nakað.

2
Seinna Sámuelsbók 17:20 Seinna Sámuelsbók

Táið so tænarar Absaloms komu inn í húsið til konuna og spurdu: „Hvar eru Ahima’az og Jónatan?“ svaraði konan: „Teir fóru um løkin har!“ Teir leitaðu nú eftir teimum, men funnu teir ikki, og fóru so aftur til Jerusalem.

2
Seinna Sámuelsbók 17:21 Seinna Sámuelsbók

Men við tað sama sum teir vóru farnir, komu hinir upp úr brunninum og fóru og bóru Dávidi kongi tíðindini og søgdu við hann: „Gerið tykkum til reiðar og farið sum skjótast um ánna! Tí tey og tey ráð hevur Akitofel lagt móti tykkum.“

2
Seinna Sámuelsbók 17:22 Seinna Sámuelsbók

Tá hildu tey avstað, bæði Dávid og alt fólkið, ið við honum var; tey fóru um Jordan; táið lýsti morgunin eftir, var ikki eitt, sum ikki var farið um Jordan.

2
Seinna Sámuelsbók 17:23 Seinna Sámuelsbók

Men táið Akitofel sá, at ikki varð gjørt eftir ráðum hansara, saðlaði hann esil sítt, helt avstað, fór heim til bý sín, skipaði fyri húsi sínum og hongdi seg; og hann doyði og varð jarðaður í grøv faðirs síns.

2
Seinna Sámuelsbók 17:24 Seinna Sámuelsbók

Dávid var longu komin til Mahanajim, táið Absalom við øllum monnum Ísraels fór um Jordan.

2
Seinna Sámuelsbók 17:25 Seinna Sámuelsbók

Absalom hevði sett Amasa yvir herin í staðin fyri Jóab. – Amasa var sonur ein mann, ið æt Jitra, ein Jizre’elit, sum var farin inn til Abigajil, dóttur Ísai, systur Zeruju, móður Jóab.

2
Seinna Sámuelsbók 17:26 Seinna Sámuelsbók

Og Ísrael og Absalom reistu tjøldini í Gilead.

2
Seinna Sámuelsbók 17:27 Seinna Sámuelsbók

Táið Dávid kom til Mahanajim, komu Sobi, sonur Nahas í Rabba í Ammon, Makir, sonur Ammiel í Lo-Debar, og Barzillai Gileaditur úr Rogelim

2
Seinna Sámuelsbók 17:28 Seinna Sámuelsbók

– teir komu við seingjum, føtum og leiríløtum; og hveiti, bygg, mjøl, bakað korn, bønur, linsur,

2
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Rómverjabrævið 8:18 Rómverjabrævið

Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.

2
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

2
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2