ósemjur
63 versir um "ósemjur"
Versir
Síða 2 av 2Opinberingin 11:7 Opinberingin
Táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr avgrundini, berjast við teir, sigra yvir teimum og drepa teir.
Opinberingin 11:8 Opinberingin
Lík teirra skulu liggja á gøtu hins stóra staðar, sum andaliga eitur Sodoma og Egyptaland – har eisini Harri teirra varð krossfestur.
Opinberingin 11:9 Opinberingin
Menniskju av øllum fólkum, ættum, tungumálum og tjóðum skulu hyggja at líkum teirra hálvanfjórða dag og ikki loyva, at lík teirra verða løgd í grøv.
Opinberingin 11:10 Opinberingin
Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.“
Opinberingin 11:11 Opinberingin
Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.
Opinberingin 11:12 Opinberingin
Og teir hoyrdu harða rødd av Himli, sum segði við teir: „Komið upp higar!“ Tá fóru teir í skýnum upp til Himmals – fyri eygum fígginda sína.
Opinberingin 11:13 Opinberingin
Í somu stund varð stórur jarðskjálvti, tíggjundaparturin av staðnum fall, og 7000 menniskju lótu lív í jarðskjálvtanum. Og ótti fall á hini, og tey góvu Gudi Himmalsins dýrd.
Opinberingin 11:14 Opinberingin
Annað vei er at enda – men triðja vei kemur skjótt!
Opinberingin 11:15 Opinberingin
Sjeyndi eingilin blásti í lúður; tá hoyrdust í Himli harðar røddir, ið søgdu: „Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða Hansara í lut, og Hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!“
Opinberingin 11:16 Opinberingin
Hinir 24 elstu, sum sita í hásætum sínum fyri ásjón Guds, fullu niður á andlit síni, tilbóðu Gud og søgdu:
Opinberingin 11:17 Opinberingin
„Vit takka Tær, Harri Gud, Tú Alvaldi, Tú, sum ert, og sum vart, at Tú hevur tikið stóra mátt Tín og ert vorðin kongur!
Opinberingin 11:18 Opinberingin
Fólkasløgini vórðu vreið; men vreiði Tín er komin, og tíðin táið hini deyðu skulu verða dømd, og táið Tú skalt løna profetunum, tænarum Tínum, og hinum heilagu og teimum, ið óttast navn Títt, hinum smáu og hinum stóru – og táið Tú skalt oyða tey, sum oyða jørðina.“
Opinberingin 11:19 Opinberingin
Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.