ósemjur í familju
35 versir um "ósemjur í familju"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið
Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi.
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Matteus 4:1 Matteus
Tá varð Jesus av Andanum leiddur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av Djevulinum.
Matteus 4:2 Matteus
Táið Hann nú hevði fastað 40 dagar og 40 nætur, hungraði Hann til endan.
Matteus 4:3 Matteus
Tá kom freistarin til Hansara og segði: „Ert Tú Sonur Guds, so sig, at hesir steinar skulu verða breyð!“
Matteus 4:4 Matteus
Hann svaraði: „Skrivað er: „Menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið út gongur av munni Guds.““
Matteus 4:5 Matteus
Tá tók Djevulin Hann við sær til hin heilaga stað, setti Hann á takbrún tempulsins og segði við Hann:
Matteus 4:6 Matteus
„Ert Tú Sonur Guds, so leyp niður! Tí skrivað er: „Hann skal geva einglum Sínum boð um teg, og teir skulu bera teg á hondum, so tú ongan stein skalt sláa fótin í.““
Matteus 4:7 Matteus
Jesus segði við hann: „Uppaftur er skrivað: „Tú mást ikki freista Harran Gud tín.““
Matteus 4:8 Matteus
Aftur tók Djevulin Hann við sær – niðan á ógvuliga høgt fjall, vísti Honum øll ríki heimsins og dýrd teirra og segði við Hann:
Matteus 4:9 Matteus
„Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“
Matteus 4:10 Matteus
Tá segði Jesus við hann: „Far burt, Satan! Tí skrivað er: „Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.““
Matteus 4:11 Matteus
Tá fór Djevulin frá Honum, og einglar komu til Hansara og tæntu Honum.
Matteus 4:12 Matteus
Táið Jesus frætti, at Jóhannes var settur fastur, fór Hann til Galilea.
Matteus 4:13 Matteus
Og Hann fór úr Nazaret og kom og búsettist í Kapernaum við vatnið, í landslutum Zebulons og Naftali
Matteus 4:14 Matteus
– fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:
Matteus 4:15 Matteus
„Zebulonsland og Naftaliland fram við vatninum, hinumegin Jordan, Galilea heidninganna –
Matteus 4:16 Matteus
fólkið, sum sat í myrkri, sá stórt ljós, og fyri teimum, sum sótu í landi og skugga deyðans, rann upp ljós.“
Matteus 4:17 Matteus
Frá teirri tíð fór Jesus at prædika og siga: „Vendið við, tí ríki Himmiríkis er komið nær!“
Matteus 4:18 Matteus
Sum Hann nú gekk við vatnið í Galilea, sá Hann tveir brøður, Símun, ið kallast Pætur, og Andrias, bróður hansara, seta garn í vatnið; tí teir vóru fiskimenn.
Matteus 4:19 Matteus
Hann segði tá við teir: „Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!“
Matteus 4:20 Matteus
Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.
Matteus 4:21 Matteus
Táið Hann haðani fór longur, sá Hann tveir aðrar brøður, Jákup, son Zebedeus, og Jóhannes, bróður hansara, í bátinum við Zebedeusi, faðir teirra; teir bøttu gørn síni. Og Hann kallaði teir.
Matteus 4:22 Matteus
Tá fóru teir við tað sama frá bátinum og faðir sínum og fylgdu Honum.
Matteus 4:23 Matteus
Jesus ferðaðist nú um alt Galilea, lærdi í sýnagogum teirra, prædikaði evangelium ríkisins og grøddi hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum.
Matteus 4:24 Matteus
Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.
Matteus 4:25 Matteus
Og nógv fólk fylgdi Honum úr Galilea, Dekapolis, Jerusalem, Judea og landinum hinumegin Jordan.
Matteus 5:38 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Eyga fyri eyga, og tonn fyri tonn!“
Matteus 5:39 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;