ósemja í samkomuni
15 versir um "ósemja í samkomuni"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 12:20 Seinna Korintbrævið
Tí eg ræðist fyri, at eg, táið eg komi, kanska skal ikki finna tykkum so, sum eg vildi ynskt, og at eg skal verða funnin av tykkum so, sum tit ikki vildu ynskt – at har skal vera klandur, øvund, vreiði, stríð, baktal, slatur, erpinskapur, óskil –
Orðtøkini 17:14 Orðtøkini
At byrja stríð er sum at opna fyri vatni; halt tí uppat við trætu, áðrenn nakar vísir tenn!
Orðtøkini 20:3 Orðtøkini
Tað er manninum æra, at hann heldur seg frá trætu, men allir dárar elva klandur.
Orðtøkini 29:22 Orðtøkini
Tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er.
Matteus 18:15 Matteus
Men um bróðir tín syndar móti tær, so far og hav at honum undir fýra eygum! Lurtar hann eftir tær, so hevur tú vunnið bróður tín.
Matteus 18:16 Matteus
Men lurtar hann ikki eftir tær, so far aftur og hav ein ella tveir við tær, fyri at „hvør søk skal standa føst eftir tí, sum tveir ella tríggir vitna“!
Matteus 18:17 Matteus
Lurtar hann nú ikki eftir teimum, so sig tað við samkomuna! Og lurtar hann ikki eftir samkomuni heldur, skal hann vera tær sum heidningur og tollari.
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Fyrra Korintbrævið 11:16 Fyrra Korintbrævið
– Og hevur onkur hug at trætast um hetta – vit hava ikki slíkan sið, samkomur Guds heldur ikki!
Fyrra Korintbrævið 11:17 Fyrra Korintbrævið
Hetta boð gevi eg tykkum nú. Men tað, sum eg ikki rósi tykkum fyri, er, at tit koma saman, ikki til hitt betra, men til hitt verra.
Fyrra Korintbrævið 11:18 Fyrra Korintbrævið
Fyri tað fyrsta hoyri eg, at á samkomufundum tykkara er flokkadráttur tykkara millum – og fyri ein part trúgvi eg tí!
Fyrra Korintbrævið 11:19 Fyrra Korintbrævið
Flokkaskifting má jú vera tykkara millum – so koma kann fyri ein dag, hvørji ið fullroynd eru tykkara millum.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:3 Fyrra Timoteusarbrævið
Gongur onkur við fremmandari læru og heldur seg ikki til heilnæmu orð Harra okkara Jesu Krists og læruna, ið samsvarar við gudsótta,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:4 Fyrra Timoteusarbrævið
so er hann uppblástur, tóat hann einki skilir, men er sjúkur eftir trætum og orðastríði, sum volda øvund, kjak, speireking, óndan illgruna,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:5 Fyrra Timoteusarbrævið
støðugt klandur – millum menniskju, sum eru hugspilt og hava mist sannleikan, so tey halda gudsóttan vera vinning.