ósámjandi anda
33 versir um "ósámjandi anda"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Rómverjabrævið 16:17 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið
Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Efesusbrævið 4:1 Efesusbrævið
Eg áminni tykkum tí, eg, fangin í Harranum, at liva kallinum verdiga, sum tit vórðu kallað við,
Efesusbrævið 4:2 Efesusbrævið
við øllum eyðmjúkleika og spakføri, við langmóði, so tit í kærleika umbera hvørt annað
Efesusbrævið 4:3 Efesusbrævið
og leggja tykkum eina við at verða verandi í einleika Andans í bandi friðarins:
Onnur Mósebók 20:16 Onnur Mósebók
Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.
Matteus 15:18 Matteus
Men tað, sum út fer av munninum, kemur úr hjartanum, og tað er tað, sum ger menniskjað óreint.
Matteus 15:19 Matteus
Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan.
Matteus 15:20 Matteus
Hetta er tað, sum ger menniskjað óreint; men at eta við óvaskaðum hondum ger ikki menniskjað óreint.“
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Triðja Mósebók 19:18 Triðja Mósebók
Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!
Sálmarnir 5:5 Sálmarnir
Tí ikki ert Tú tann Gud, sum líkar gudloysi; hin óndi sleppur ikki at búgva hjá Tær.
Jóhannes 8:43 Jóhannes
Hví skilja tit ikki talu Mína? Tí tit tola ikki at hoyra orð Mítt!
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Jóhannes 8:45 Jóhannes
Men Mær trúgva tit ikki, tí Eg sigi tykkum sannleikan.
Jóhannes 8:46 Jóhannes
Hvør tykkara kann vísa á nakra synd hjá Mær! Og sigi Eg sannleika, hví trúgva tit Mær tá ikki?
Jóhannes 8:47 Jóhannes
Tann, ið er av Gudi, hoyrir orð Guds; tí hoyra tit ikki, tí tit eru ikki av Gudi.“
Ápostlasøgan 17:11 Ápostlasøgan
Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so.
Rómverjabrævið 5:8 Rómverjabrævið
men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.