órættvísur
19 versir um "órættvísur"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Timoteusarbrævið 2:15 Seinna Timoteusarbrævið
Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!
Triðja Mósebók 20:13 Triðja Mósebók
Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív, blóðskyld hvílir á teimum!
Lukas 18:9 Lukas
Hann segði eisini hetta líknilsið við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og vanvirdu hini:
Lukas 18:10 Lukas
„Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; annar var Fariseari, og annar tollari.
Lukas 18:11 Lukas
Farisearin stóð fyri seg sjálvan og bað so: „Gud! Eg takki Tær, at eg eri ikki sum onnur menniskju – ránsmenn, órættvís, horkallar – ella tá sum hasin tollari.
Lukas 18:12 Lukas
Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni.“
Lukas 18:13 Lukas
Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: „Gud! Ver mær syndara náðigur!“
Lukas 18:14 Lukas
Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur aftur til hús, og hin ikki; tí ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið
Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.
Jákupsbrævið 4:1 Jákupsbrævið
Hvaðani kemur allur ófriðurin, og hvaðani kemur alt stríðið tykkara millum? Koma tey ikki av girndum tykkara, sum berjast í limum tykkara!