órættvísi

25 versir um "órættvísi"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 17:15 Orðtøkini

Tann, ið fríkennir hin seka, og tann, ið dómfellir hin sakleysa, eru báðir HARRANUM andstygd.

5
Jeremias 22:3 Jeremias

So sigur HARRIN: Gerið rætt og rættvísi, frelsið hin rænda av hondum kúgarans, gerið ikki hinum fremmanda, hinum faðirleysa og einkjuni órætt – kúgið tey ikki! – Og úthellið ikki sakleyst blóð á hesum staði!

4
Jeremias 22:4 Jeremias

Tí gera tit eftir hesum orði, so skulu kongar, sum sita í hásæti Dávids, koma í vagnum og á hestum inn um portrini til hetta hús – hann sjálvur og tænarar og fólk hansara.

4
Jeremias 22:5 Jeremias

Men lurta tit ikki eftir hesum orðum, so svørji Eg um Meg sjálvan – sigur HARRIN – at hetta hús skal verða lagt í oyði.

4
Mika 6:8 Mika

– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!

4
Triðja Mósebók 19:15 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki gera órætt, táið tit halda rættargang; tú skalt ikki halda við einum, fyri tað at hann hevur lítið at týða, ei heldur fara í part við ein, fyri tað at hann er mektigur; tú skalt døma næsta tín við rættvísi!

3
Sálmarnir 43:1 Sálmarnir

Fá mær rætt, Gud, barst fyri málevni mítt móti fólki, ið ikki kennir til miskunn, frels meg frá følskum, órættvísum monnum!

3
Orðtøkini 31:8 Orðtøkini

Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!

3
Orðtøkini 31:9 Orðtøkini

Ja, lat upp munnin, døm rættvíst og hjálp hinum arma og fátæka at fáa rætt!

3
Prædikarin 5:8 Prædikarin

Og ið hvussu er: Tað er landi til frama, at kongur er, sum fólkið aktar.

3
Onnur Mósebók 23:7 Onnur Mósebók

Tú skalt halda teg langt burtur frá órættvísari søk og ikki veita hjálp til at fáa lívið av hinum sakleysa og rættvísa; tí tann, ið sekur er, hann dømi Eg ikki sakleysan!

2
Job 5:8 Job

Men var tað eg, so hevði eg leitað til Gud og lagt málevni mítt fram fyri Hann –

2
Job 5:9 Job

Hann, sum ger tað, ið stórt og órannsakiligt er, óteljandi undur,

2
Job 5:10 Job

Hann, sum sendir regn yvir jørðina og letur vatn streyma niður yvir markirnar,

2
Job 5:11 Job

táið Hann vil seta tann høgt, sum lítið hevur at týða, og hjálpa hinum syrgjandi fram til frelsu,

2
Job 5:12 Job

Hann, sum letur ráð hinna snildu miseydnast, so hendur teirra fáa ikki avrikað nakað, ið verður varandi,

2
Job 5:13 Job

Hann, sum letur hinar vísu koma fastar í teirra egna klókskap og letur hinar snildu leypa framav í ráðum teirra;

2
Job 5:14 Job

mitt um dagin sløðra teir sum í myrkri, trilva um middagin, sum nátt hevði verið.

2
Job 5:15 Job

Og soleiðis frelsir Hann hin fátæka undan svørðinum, undan munni teirra og undan valdi hins sterka;

2
Job 5:16 Job

vón verður fyri hann, sum lítið hevur at týða, og óndskapurin noyðist at halda munnin saman.

2
Sálmarnir 82:2 Sálmarnir

„Hvussu leingi ætla tit at døma órættiliga og halda við hinum gudleysu?“ – Sela.

2
Orðtøkini 29:27 Orðtøkini

Órættvísur maður er rættvísum andstygd, men tann, ið sannhjartaður gongur fram, er gudleysum andstygd.

2
Esaias 1:17 Esaias

Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!

2
Lukas 16:15 Lukas

Men Hann segði við teir: „Tit eru teir, ið gera tykkum sjálvar rættvísar fyri menniskjum, men Gud kennir hjørtu tykkara; tí tað, sum høgt er í eygum manna, er andstygd fyri Gudi.

2
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

2