Ormarnir

33 versir um "Ormarnir"

Versir

Síða 1 av 1
Markus 16:18 Markus

tey skulu taka ormar upp í hendurnar; drekka tey eitur, skal tað ikki saka tey; á sjúk skulu tey leggja hendurnar, og tey skulu verða grødd.“

4
Lukas 10:19 Lukas

Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.

4
Fyrsta Mósebók 3:1 Fyrsta Mósebók

Men ormurin var snildari enn øll onnur dýr á markini, sum Gud HARRIN hevði gjørt; hann segði við kvinnuna: „Hevur nú Gud sagt: „Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av“?“

3
Fyrsta Mósebók 3:2 Fyrsta Mósebók

Kvinnan svaraði orminum: „Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum;

3
Fyrsta Mósebók 3:3 Fyrsta Mósebók

bert um fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: „Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.““

3
Fyrsta Mósebók 3:4 Fyrsta Mósebók

Tá segði ormurin við kvinnuna: „Einki skulu tit doyggja!

3
Fyrsta Mósebók 3:5 Fyrsta Mósebók

Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!“

3
Fyrsta Mósebók 3:6 Fyrsta Mósebók

Kvinnan sá nú, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av; hon tók tá av fruktini á tí og át; hon gav eisini manni sínum, og hann át.

3
Fyrsta Mósebók 3:7 Fyrsta Mósebók

Tá vórðu eyguni í báðum latin upp, og tey raktu við, at tey vóru nakin; tey seymaðu tí fikubløð saman og bundu upp fyri seg.

3
Fyrsta Mósebók 3:8 Fyrsta Mósebók

Tey hoyrdu ljóðið av Gudi HARRANUM, sum gekk í urtagarðinum, táið dagurin var vorðin svalur, og Ádam og kona hansara krógvaðu seg fyri ásjón Guds HARRANS millum trøini í urtagarðinum.

3
Fyrsta Mósebók 3:9 Fyrsta Mósebók

Tá rópti Gud HARRIN á Ádam og segði við hann: „Hvar ert tú?“

3
Fyrsta Mósebók 3:10 Fyrsta Mósebók

Hann svaraði: „Eg hoyrdi Teg í urtagarðinum; tá ræddist eg, av tí at eg var nakin; tí krógvaði eg meg!“

3
Fyrsta Mósebók 3:11 Fyrsta Mósebók

Tá segði Hann: „Hvør hevur latið teg vita, at tú ert nakin? Hevur tú etið av trænum, ið Eg forbeyð tær at eta av?“

3
Fyrsta Mósebók 3:12 Fyrsta Mósebók

Ádam svaraði: „Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av trænum, og eg át.“

3
Fyrsta Mósebók 3:13 Fyrsta Mósebók

Tá segði Gud HARRIN við kvinnuna: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt!“ Kvinnan svaraði: „Ormurin dáraði meg, so at eg át.“

3
Fyrsta Mósebók 3:14 Fyrsta Mósebók

Tá segði Gud HARRIN við ormin: „Aftur fyri at tú gjørdi hetta, so skalt tú vera bannaður millum alt fæið og millum øll dýrini á markini. Á búki tínum skalt tú skríða, og dust skalt tú eta, allar lívsdagar tínar.

3
Fyrsta Mósebók 3:15 Fyrsta Mósebók

Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.“

3
Fyrsta Mósebók 3:16 Fyrsta Mósebók

Við kvinnuna segði Hann: „Eg skal lata teg líða stóra trongd, táið tú verður við barn; við pínu skalt tú eiga børn. Men til mann tín skal trá tín vera, og hann skal ráða yvir tær.“

3
Fyrsta Mósebók 3:17 Fyrsta Mósebók

Við Ádam segði Hann: „Aftur fyri at tú lurtaði eftir tí, ið kona tín segði, og átst av trænum, ið Eg segði, tú ikki mátti eta av, so skal jørðin vera bannað fyri tína skuld. Við møði skalt tú fáa føði tína av henni allar lívsdagar tínar.

3
Fyrsta Mósebók 3:18 Fyrsta Mósebók

Tornir og tistlar skal hon bera tær, og urtirnar á markini skulu vera føði tín.

3
Fyrsta Mósebók 3:19 Fyrsta Mósebók

Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, inntil tú fert aftur í jørðina; tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“

3
Fyrsta Mósebók 3:20 Fyrsta Mósebók

Ádam gav konu síni navnið Eva; tí hon varð móðir at øllum, sum liva.

3
Fyrsta Mósebók 3:21 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN gjørdi nú Ádami og konu hansara klæði úr skinni og klæddi tey við teimum.

3
Fyrsta Mósebók 3:22 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN segði: „Hygg, menniskjan er vorðin sum ein av Okkum, so at hon kennir gott og ilt! Bert hon nú ikki rættir út hondina og tekur av træi lívsins við og etur – og livir í allar ævir!“

3
Fyrsta Mósebók 3:23 Fyrsta Mósebók

So koyrdi Gud HARRIN hana út úr urtagarðinum Eden og setti hana at dýrka jørðina, sum hon var tikin úr.

3
Fyrsta Mósebók 3:24 Fyrsta Mósebók

Hann rak menniskjuna út, og eystan fyri urtagarðin Eden setti Hann kerúbarnar við hinum logandi svørði, sum vendir sær í allar ættir at halda vakt yvir vegnum til lívsins træ.

3
Matteus 10:16 Matteus

Eg sendi tykkum út sum seyð mitt ímillum úlvar! Verið tí klókir sum ormar og einfaldir sum dúvur!

3
Orðtøkini 23:32 Orðtøkini

– At endanum bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur;

2
Mika 7:17 Mika

Tey skulu sleikja dust sum ormurin; sum skriðdýrini á jørðini skulu tey bivandi koma út úr borgum sínum; til HARRAN Gud okkara skulu tey skelvandi koma og óttast teg.

2
Jóhannes 3:14 Jóhannes

Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,

2
Ápostlasøgan 28:3 Ápostlasøgan

Í tí Paulus kastaði á bálið eina rúgvu av turrum greinum, sum hann hevði sankað saman, skreið ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara.

2
Ápostlasøgan 28:4 Ápostlasøgan

Táið tey, ið á oynni búðu, sóu dýrið hanga í hond hansara, søgdu tey hvørt við annað: „Hasin maður er óivað manndrápari, sum hevndin ikki gevur loyvi at liva, tóat hann er bjargaður frá sjónum!“

2
Ápostlasøgan 28:5 Ápostlasøgan

Men hann risti dýrið av sær í eldin og hevði einki mein av tí.

2