ormar
5 versir um "ormar"
Versir
Síða 1 av 1Markus 9:48 Markus
har ormur teirra doyr ikki, og eldurin sløknar ikki.
Job 25:6 Job
– hvussu mikið minni tá ikki menniskjað, tann maðkurin, menniskjabarnið, tann ormurin!“
Esaias 41:14 Esaias
– Óttast ikki, Jákup, maðkur tín, tú lítli flokkur Ísraels. Eg hjálpi tær! sigur HARRIN, og frelsari tín er hin Heilagi Ísraels.
Esaias 66:24 Esaias
Og tey skulu fara út og hyggja at hinum deyðu kroppum teirra manna, ið falnir eru frá Mær; tí ormur teirra skal ikki doyggja, eldur teirra skal ikki sløkna, og teir skulu vera øllum holdi viðurstygd.
Ápostlasøgan 12:23 Ápostlasøgan
Í somu stund sló eingil Harrans hann, aftur fyri at hann gav ikki Gudi dýrdina; hann varð etin upp av ormum og gav upp andan.