orka
47 versir um "orka"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 40:28 Esaias
Veitst tú tá ikki, hevur tú ikki hoyrt tað? – at HARRIN er ævigur Gud; jørðina hevur Hann skapt, so víð sum hon er. Hann møðist ikki, Hann verður ikki máttleysur, vit Hansara er órannsakiligt.
Esaias 40:29 Esaias
Hann gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki.
Esaias 40:30 Esaias
Unglingar møðast og verða máttleysir, ungir menn noyðast at lúta.
Esaias 40:31 Esaias
Men tey, sum bíða eftir HARRANUM, fáa nýggja kraft, tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna – og møðast ikki, tey ganga – og lúgvast ikki!
Kolossibrævið 1:29 Kolossibrævið
Fyri hetta arbeiði eisini eg – og stríði við kraft Hansara, sum veldiga virkar í mær.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Kolossibrævið 1:11 Kolossibrævið
og styrkjast við allari styrki eftir kraft dýrdar Hansara til alt tol og langmóð,
Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Jóhannes 3:8 Jóhannes
Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“
Fimta Mósebók 32:36 Fimta Mósebók
Tí HARRIN skal fáa fólki Sínum rætt, og Honum skal tykjast synd í tænarum Sínum, táið Hann sær, at megi teirra er brotin, og at tað er úti við bæði stórum og smáum.
Job 33:12 Job
– Nei, í hasum hevur tú ikki rætt, tað er svar mítt; tí Gud er størri enn menniskja.
Job 33:13 Job
Hví trætir tú við Hann? Hann svarar jú ikki so mikið sum eitt orð!
Job 33:14 Job
Men bæði á ein og annan hátt talar Gud, men ikki verður givið tí gætur.
Job 33:15 Job
Í dreymi, í náttarsjón, táið fólk liggur í fastasvøvni, táið tey liggja á leguni og blunda,
Job 33:16 Job
letur Hann upp oyru teirra og innsiglar ávaringina til teirra
Job 33:17 Job
– fyri at fáa mannin burtur frá gerðum hansara og fyri at gera enda á hugmóði mansins,
Job 33:18 Job
so sál hansara kann verða bjargað frá grøvini, og lív hansara frá at verða rakt av drepandi spjóti.
Job 33:19 Job
Menniskjað verður eisini revsað við sjúkalegu og við ófriði samt og javnt, sum nítur í mønu og merg.
Job 33:20 Job
Breyð býður honum ímóti, og sál hansara stendst við føðina, ið hon elskaði.
Job 33:21 Job
Hold hansara tærist burtur, so tað sæst ikki longur, og ber liggja bein hansara, sum ikki sóust áður;
Job 33:22 Job
sál hansara kemur grøvini nær, lív hansara einglum deyðans.
Job 33:23 Job
Er tá eingil í parti hansara, talsmaður, ein av hinum túsund, ið kunngera menniskjanum røttu leið tess,
Job 33:24 Job
so tykist Gudi synd í honum, og Hann sigur: „Frels hann frá at søkka í grøvina! Eg havi fingið loysigjald.“
Job 33:25 Job
Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum.
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Ápostlasøgan 3:19 Ápostlasøgan
Fáið tí annað sinni og vendið við, so syndir tykkara kunnu verða útstrikaðar, og lívganartíðir kunnu koma frá ásjón Harrans,
Ápostlasøgan 3:20 Ápostlasøgan
og Hann kann senda hin tykkum ætlaða Kristus, Jesus,
Ápostlasøgan 3:21 Ápostlasøgan
sum Himmalin skal hýsa, inntil tær tíðir táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilagra profeta Sína frá upphavi.
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Filippibrævið 2:13 Filippibrævið
Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.