Orion (stjørnurbólkur)
33 versir um "Orion (stjørnurbólkur)"
Versir
Síða 1 av 1Job 38:31 Job
Bindur tú bandið um Sjeystjørnuna! Kanst tú loysa leinkjurnar av Orion!
Amos 5:8 Amos
Hann, sum hevur skapt Sjeystjørnuna og Orion, ger deyðaskuggan til morgun og ger dagin myrkan sum náttina – Hann, sum rópar vatnið í sjónum og stoytir tað út yvir jørðina – HARRIN er navn Hansara!
Job 9:9 Job
sum skapti Bjørnina, Orion, Sjeystjørnuna og stjørnukømur suðursins,
Job 38:32 Job
Er tað tú, ið letur stjørnumyndirnar í dýraringinum koma fram í rættari tíð! Og Bjørnin og ungar hennara – kanst tú stýra gongd teirra!
Sálmarnir 147:4 Sálmarnir
Hann ger av, hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn.
Esaias 40:26 Esaias
Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! – Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!
Opinberingin 12:1 Opinberingin
Stórt tekin sást í Himli: Kvinna, klædd í sólina, við mánanum undir fótunum og krúnu av tólv stjørnum á høvdinum.
Opinberingin 12:2 Opinberingin
Hon var við barn og rópti í barnsneyð og føðingarverkjum.
Opinberingin 12:3 Opinberingin
Annað tekin sást í Himli: Stórur, eldreyður dreki, sum hevði sjey høvd og tíggju horn og á høvdum sínum sjey krúnur.
Opinberingin 12:4 Opinberingin
Hali hansara dró triðingin av stjørnum himmalsins við sær og kastaði tær á jørðina. Og drekin stóð framman fyri kvinnuni, ið eiga skuldi, fyri at gloypa barni hennara, táið hon hevði átt tað.
Opinberingin 12:5 Opinberingin
Hon átti dreingjabarn, sum skal stýra øllum fólkasløgum við jarnstavi, og barn hennara varð rykt burtur til Gud og hásæti Hansara.
Opinberingin 12:6 Opinberingin
Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina; har hevur hon stað, sum av Gudi er gjørt henni til reiðar, at hon har skuldi fáa føði sína 1260 dagar.
Opinberingin 12:7 Opinberingin
Bardagi varð í Himli: Mikael og einglar hansara tóku at berjast við drekan, og drekin og einglar hansara bardust.
Opinberingin 12:8 Opinberingin
Men teir vóru tað ikki mentir, og stað teirra var ikki longur at finna í Himli.
Opinberingin 12:9 Opinberingin
Hin stóri dreki varð kastaður niður, hin gamli ormur, sum kallast Djevulin og Satan, hann, ið villleiðir allan heimin; hann varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum.
Opinberingin 12:10 Opinberingin
Eg hoyrdi harða rødd í Himli siga: „Nú eru frelsan, mátturin og ríkið vorðin Guds okkara, og veldið hins salvaða Hansara! Tí klagari brøðra okkara er kastaður niður, hann, sum klagaði teir fyri Gudi okkara dag og nátt.
Opinberingin 12:11 Opinberingin
Teir hava sigrað hann við blóði lambsins og við orði vitnisburðar síns; teir elskaðu ikki lív sítt – líka til deyðan!
Opinberingin 12:12 Opinberingin
Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva! – Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara – í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt!“
Opinberingin 12:13 Opinberingin
Táið drekin sá, at hann var kastaður niður á jørðina, legði hann eftir kvinnuni, sum hevði átt dreingjabarnið.
Opinberingin 12:14 Opinberingin
Men báðir veingir hinnar stóru arnar vórðu kvinnuni givnir, fyri at hon skuldi flúgva út í oyðimørkina til stað sítt, har hon fær føði sína tíð, tíðir og hálva tíð, burtur frá ásjón ormsins.
Opinberingin 12:15 Opinberingin
Tá spýði ormurin vatn úr munninum – eins og á – eftir kvinnuni, fyri at skola hana burtur við ánni.
Opinberingin 12:16 Opinberingin
Men jørðin kom kvinnuni til hjálpar; jørðin læt upp munnin og drakk ánna, sum drekin spýði úr munni sínum.
Opinberingin 12:17 Opinberingin
Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar.
Sálmarnir 8:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Eftir gittit. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 8:2 Sálmarnir
HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin!
Sálmarnir 8:3 Sálmarnir
Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama.
Sálmarnir 8:4 Sálmarnir
Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt,
Sálmarnir 8:5 Sálmarnir
hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí!
Sálmarnir 8:6 Sálmarnir
Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiðuri og dýrd krýndi Tú tað;
Sálmarnir 8:7 Sálmarnir
Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur,
Sálmarnir 8:8 Sálmarnir
smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini,
Sálmarnir 8:9 Sálmarnir
fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins.
Esaias 13:10 Esaias
Tí stjørnurnar og stjørnumerkini á himli skulu ikki lata ljós sítt skína; sólin er myrk, táið hon kemur upp, og mánin skínur ikki.