óreista breyð

79 versir um "óreista breyð"

Versir

Síða 1 av 2
Fimta Mósebók 16:3 Fimta Mósebók

Tú mást ikki eta súrgað breyð aftur við tí; í sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð aftur við tí – neyðarbreyð – tí í skundi fórt tú út av Egyptalandi. Soleiðis skalt tú alla tíð tína minnast tann dag, ið tú fórt út av Egyptalandi.

4
Fyrsta Mósebók 19:3 Fyrsta Mósebók

Tá noyddi hann teir mikið, og teir fóru tá inn hjá honum at gista; hann gjørdi teimum eina máltíð til og bakaði ósúrgað breyð, og teir ótu.

3
Onnur Mósebók 12:18 Onnur Mósebók

Um kvøldið tann fjúrtanda í fyrsta mánaði skulu tit eta ósúrgað breyð, og tað skulu tit halda á at gera, líka til um kvøldið tann fyrsta og tjúgunda í sama mánaði.

3
Fyrra Korintbrævið 5:6 Fyrra Korintbrævið

Tað er ikki vakurt, ið tit rósa tykkum av! Vita tit ikki, at eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið?

3
Fyrra Korintbrævið 5:7 Fyrra Korintbrævið

Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir – tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.

3
Fyrra Korintbrævið 5:8 Fyrra Korintbrævið

Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!

3
Onnur Mósebók 12:15 Onnur Mósebók

Í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð. Alt fyri eitt fyrsta dagin skulu tit fáa alt súrdeiggj burtur úr húsum tykkara; ein og hvør, ið etur súrgað breyð, líka frá fyrsta degi til sjeynda, skal verða týndur úr Ísrael.

2
Triðja Mósebók 23:1 Triðja Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Triðja Mósebók 23:2 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur – høgtíðir Mínar eru hesar:

2
Triðja Mósebók 23:3 Triðja Mósebók

Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva.

2
Triðja Mósebók 23:4 Triðja Mósebók

Hesar eru høgtíðir HARRANS við heilagum samkomum, tær, ið tit skulu lýsa, hvørja á síni tíð:

2
Triðja Mósebók 23:5 Triðja Mósebók

Um sólsetur tann fjúrtanda í fyrsta mánaði eru páskir HARRANS.

2
Triðja Mósebók 23:6 Triðja Mósebók

Tann fimtanda í sama mánaði skulu tit halda HARRANUM høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; í sjey dagar skulu tit eta ósúrgað breyð.

2
Triðja Mósebók 23:7 Triðja Mósebók

Fyrsta dagin skulu tit halda heilaga samkomu; tit mugu einki arbeiði gera.

2
Triðja Mósebók 23:8 Triðja Mósebók

Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur. Sjeynda dagin skal aftur verða hildin heilag samkoma; tit mugu einki arbeiði gera.““

2
Triðja Mósebók 23:9 Triðja Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

2
Triðja Mósebók 23:10 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, og heysta grøðina av tí, skulu tit bera prestinum fyrsta bundið av heysti tykkara.

2
Triðja Mósebók 23:11 Triðja Mósebók

Hann skal sveiggja bundið fyri ásjón HARRANS, so tit verða fagnaðir av HARRANUM; dagin eftir sabbatin skal presturin sveiggja tað.

2
Triðja Mósebók 23:12 Triðja Mósebók

Sama dag ið tit sveiggja bundið, skulu tit ofra lýtaleysan, veturgamlan seyð sum brennioffur til HARRAN.

2
Triðja Mósebók 23:13 Triðja Mósebók

Matofrið, ið til hoyrir, skal vera tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, sum er blandað við olju – til eldoffur fyri HARRANUM, til góðan anga – og drykkjuofrið fjórðingurin av hin av víni.

2
Triðja Mósebók 23:14 Triðja Mósebók

Hvørki breyð ella bakað korn ella rátt korn mugu tit eta fyrrenn henda dagin – fyrrenn tit hava borið Gudi tykkara ofrið fram; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.

2
Triðja Mósebók 23:15 Triðja Mósebók

Frá deginum eftir sabbatin – frá tí degi, ið tit bera fram sveiggibundið, skulu tit telja fullar sjey vikur;

2
Triðja Mósebók 23:16 Triðja Mósebók

50 dagar skulu tit telja, til dagin eftir sjeynda sabbatin; tá skulu tit bera HARRANUM fram offur av tí nýggju grøðini.

2
Triðja Mósebók 23:17 Triðja Mósebók

Úr bústøðum tykkara skulu tit koma við sveiggibreyðum, tveimum breyðum, sum skulu vera gjørd av tveimum tíggjundapørtum av efu av fínum mjøli og bakað við súrdeiggi; tey eru frumgróðuroffur til HARRAN.

2
Triðja Mósebók 23:18 Triðja Mósebók

Umframt breyðið skulu tit føra fram sjey lýtaleysar, veturgamlar seyðir, ungan tarv og tveir veðrar; teir skulu vera til brennioffur fyri HARRANUM – og matofrið og drykkjuofrini, ið til hoyra; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga.

2
Triðja Mósebók 23:19 Triðja Mósebók

Tit skulu ofra bukk sum syndoffur og tveir veturgamlar seyðir sum takkoffur.

2
Triðja Mósebók 23:20 Triðja Mósebók

Teir skal presturin sveiggja – seyðirnar báðar – fyri ásjón HARRANS, saman við frumgróðurbreyðunum; teir skulu vera HARRANUM halgaðir og hoyra prestinum til.

2
Triðja Mósebók 23:21 Triðja Mósebók

Sama dag skulu tit lata lýsa, at heilag samkoma skal verða hildin; tit mugu einki arbeiði gera; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.

2
Triðja Mósebók 23:22 Triðja Mósebók

Táið tit heysta grøðina í landi tykkara, mást tú ikki skera akur tín heilt út á bakkarnar, ei heldur mást tú henta elmuna; tað skalt tú lata verða eftir til hin fátæka og hin fremmanda. – Eg eri HARRIN Gud tykkara!““

2
Triðja Mósebók 23:23 Triðja Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Triðja Mósebók 23:24 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig: „Tann fyrsta í sjeynda mánaði skulu tit halda hvíludag, minningardag við lúðrablástri og heilagari samkomu.

2
Triðja Mósebók 23:25 Triðja Mósebók

Tá mugu tit einki arbeiði gera, og tit skulu ofra HARRANUM eldoffur.““

2
Triðja Mósebók 23:26 Triðja Mósebók

HARRIN talaði framvegis við Móses og segði:

2
Triðja Mósebók 23:27 Triðja Mósebók

„Tann tíggjundi í hesum sama mánaði, tí sjeynda, er bótardagurin; tá skulu tit halda heilaga samkomu, og tit skulu fasta og ofra HARRANUM eldoffur.

2
Triðja Mósebók 23:28 Triðja Mósebók

Tann dagin mugu tit einki arbeiði gera; tí tað er bótardagurin; tá skal bót verða gjørd fyri tykkum fyri ásjón HARRANS Guds tykkara.

2
Triðja Mósebók 23:29 Triðja Mósebók

Tí ein og hvør, ið ikki fastar tann dagin, skal oyðast úr fólki sínum.

2
Triðja Mósebók 23:30 Triðja Mósebók

Og ein og hvønn, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal Eg týna úr fólki hansara.

2
Triðja Mósebók 23:31 Triðja Mósebók

– Tit mugu einki arbeiði gera tann dagin; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann, allastaðni har sum tit búgva.

2
Triðja Mósebók 23:32 Triðja Mósebók

Háheilagur sabbatur skal hann vera tykkum, og tit skulu fasta; frá um kvøldið tann níggjunda í hesum mánaði til kvøldið eftir skulu tit halda sabbatshvílu tykkara.“

2
Triðja Mósebók 23:33 Triðja Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Triðja Mósebók 23:34 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig: „Tann fimtanda í hesum sama mánaði, tí sjeynda, skal leyvsalahøgtíðin haldast; hon skal haldast HARRANUM í sjey dagar.

2
Triðja Mósebók 23:35 Triðja Mósebók

Fyrsta dag skal vera heilag samkoma; tit mugu einki arbeiði gera.

2
Triðja Mósebók 23:36 Triðja Mósebók

Í sjey dagar skulu tit ofra HARRANUM eldoffur, og áttanda dagin skulu tit halda heilaga samkomu og ofra HARRANUM eldoffur; tað er hátíðarsamkoma; tit mugu einki arbeiði gera.

2
Triðja Mósebók 23:37 Triðja Mósebók

Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur; á teimum skulu tit ofra HARRANUM eldoffur: Brennioffur, matoffur, sláturoffur og drykkjuoffur, hvønn dag tað, ið til hoyrir tann dagin

2
Triðja Mósebók 23:38 Triðja Mósebók

– umframt sabbatar HARRANS og umframt gávur tykkara og øll ofrini, ið tit hava lovað, og øll tey sjálvkravdu offur, ið tit geva HARRANUM.

2
Triðja Mósebók 23:39 Triðja Mósebók

Men tann fimtanda í sjeynda mánaði, táið tit hava fingið grøðina av landinum í hús, skulu tit halda høgtíð HARRANS, og hon skal haldast í sjey dagar; fyrsti dagurin skal vera hvíludagur, og áttandi dagurin skal vera hvíludagur.

2
Triðja Mósebók 23:40 Triðja Mósebók

Fyrsta dagin skulu tit taka tykkum ávøkst av vøkrum trøum, pálmagreinar og kvistar av blaðríkum trøum og pílatrøum; og í sjey dagar skulu tit vera glað fyri ásjón HARRANS Guds tykkara.

2
Triðja Mósebók 23:41 Triðja Mósebók

Hesa høgtíð skulu tit halda sum høgtíð HARRANS sjey dagar um árið; tað skal vera tykkum ævig lóg, mann eftir mann; í sjeynda mánaði skulu tit halda hana.

2
Triðja Mósebók 23:42 Triðja Mósebók

Tá skulu tit í sjey dagar búgva í leyvsølum; øll innfødd í Ísrael skulu búgva í leyvsølum,

2
Triðja Mósebók 23:43 Triðja Mósebók

fyri at eftirkomarar tykkara skulu vita, at Eg læt Ísraelsmenn búgva í leyvsølum, táið Eg leiddi teir út av Egyptalandi. – Eg eri HARRIN Gud tykkara.““

2