órein matur
132 versir um "órein matur"
Versir
Síða 2 av 3Fimta Mósebók 14:6 Fimta Mósebók
Øll fýrføtt dýr, ið kleyvar hava, klovnar heilt niðan, og sum jótra, kunnu tit eta.
Fimta Mósebók 14:7 Fimta Mósebók
Men hesi mugu tit ikki eta av teimum, ið jótra, og av teimum, ið kleyvar hava, klovnar heilt niðan: Kamelin, haruna og fjallagrevlingin, tí víst jótra tey, men tey hava ikki kleyvar – tey skulu vera tykkum órein –
Fimta Mósebók 14:8 Fimta Mósebók
og svínið, tí víst hevur tað kleyvar, men tað jótrar ikki – tað skal vera tykkum óreint. Kjøtið av hesum dýrum mugu tit ikki eta, og eru tey deyð, mugu tit ikki nema við tey.
Fimta Mósebók 14:9 Fimta Mósebók
Av øllum tí, sum í vatninum livir, kunnu tit eta hetta: Alt tað, ið hevur fjaðrar og roðslu, kunnu tit eta.
Fimta Mósebók 14:10 Fimta Mósebók
Men einki, sum ikki hevur fjaðrar og roðslu, mugu tit eta – tað skal vera tykkum óreint.
Fimta Mósebók 14:11 Fimta Mósebók
Allar reinar fuglar kunnu tit eta.
Fimta Mósebók 14:12 Fimta Mósebók
Men hesar fuglar mugu tit ikki eta: Ørnina, gripin, sjóørnina,
Fimta Mósebók 14:13 Fimta Mósebók
glentuna, øll falkasløg,
Fimta Mósebók 14:14 Fimta Mósebók
øll ravnasløg,
Fimta Mósebók 14:15 Fimta Mósebók
strutsin, geykin, másan, øll heykasløg,
Fimta Mósebók 14:16 Fimta Mósebók
ugluna, náttugluna, tinsemetfuglin,
Fimta Mósebók 14:17 Fimta Mósebók
pelikanin, rægripin, súluna,
Fimta Mósebók 14:18 Fimta Mósebók
storkin, øll hegrasløg, herfuglin og flogmúsina.
Fimta Mósebók 14:19 Fimta Mósebók
Øll skriðdýr, ið veingir hava, skulu vera tykkum órein; tey mugu tit ikki eta.
Fimta Mósebók 14:20 Fimta Mósebók
Men alt reint, ið flýgur, kunnu tit eta.
Fimta Mósebók 14:21 Fimta Mósebók
Tit mugu einki sjálvdeytt dýr eta. Hinum fremmanda, ið hjá tær býr, honum kanst tú geva tað, hann kann eta tað – ella tú kanst selja útlendingi tað. Tí tú ert fólk, ið er halgað HARRANUM Gudi tínum. Tú mást ikki kóka geitarlamb í mjólkini undan móður tess.
Ápostlasøgan 10:9 Ápostlasøgan
Men dagin eftir, meðan hesir vóru á veg og nærkaðust býnum, fór Pætur um sætta tíman upp á takið at biðja.
Ápostlasøgan 10:10 Ápostlasøgan
Hann varð tá ógvuliga svangur og vildi hava at eta. Meðan tey nú gjørdu tað til, fall hann í burturrykking.
Ápostlasøgan 10:11 Ápostlasøgan
Hann sá Himmalin opnan og nakað eins og stóran dúk dala niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður á jørðina.
Ápostlasøgan 10:12 Ápostlasøgan
Í tí vóru øll fýrføtt dýr og skriðdýr jarðarinnar og fuglar himmalsins.
Ápostlasøgan 10:13 Ápostlasøgan
Rødd ljóðaði til hansara: „Reis teg, Pætur, drep og et!“
Ápostlasøgan 10:14 Ápostlasøgan
Men Pætur svaraði: „Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.“
Ápostlasøgan 10:15 Ápostlasøgan
Uppaftur, aðru ferð, ljóðaði rødd til hansara: „Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!“
Ápostlasøgan 10:16 Ápostlasøgan
Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt fyri eitt tikið upp aftur til Himmals.
Rómverjabrævið 14:14 Rómverjabrævið
Eg veit og eri í Harranum Jesusi vísur í, at einki er í sær sjálvum óreint; bert honum, ið roknar nakað fyri óreint – honum er tað óreint.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:3 Fyrra Timoteusarbrævið
sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:4 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;
Fyrra Timoteusarbrævið 4:5 Fyrra Timoteusarbrævið
tí tað verður halgað við orði Guds og bøn.
Triðja Mósebók 20:25 Triðja Mósebók
Tit skulu gera mun á reinum og óreinum dýrum og reinum og óreinum fuglum, so tit ikki gera tykkum sjálv til andstygd við teimum dýrum, teimum fuglum ella tí, sum á jørðini skríður – øllum tí, sum Eg havi skilt út og sagt, at tit skulu rokna tað óreint.
Esaias 66:17 Esaias
Tey, sum halga og reinsa seg fyri urtagørðum* – fylgjandi einum, ið er mitt ímillum teirra – tey, sum eta svínakjøt og viðurstyggilig dýr, ja, mýs, skulu øll somul umkomast – sigur HARRIN.
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið
Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
Esaias 66:15 Esaias
Tí HARRIN skal koma í eldi, og vagnar Hansara skulu vera sum stormurin – til at løna aftur við vreiði Síni í glóðum og við hóttan Síni í logandi eldi;
Esaias 66:16 Esaias
tí við eldi skal HARRIN halda dóm og við svørði Sínum sláa alt hold, og mong skulu tey verða, ið HARRIN drepur.
Ezekiel 4:14 Ezekiel
Men eg svaraði: „Á Harri HARRI! Sál mín er aldri vorðin órein; nakað sjálvdeytt og sundurskrætt havi eg ikki etið frá ungdóminum líka higartil, og óreint kjøt er ikki komið mær í munn!“
Matteus 15:10 Matteus
Hann kallaði nú fólkið til Sín og segði við tey: „Hoyrið og fatið!
Matteus 15:11 Matteus
Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.“
Matteus 15:12 Matteus
Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: „Veitst Tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av hasum orði, ið teir hoyrdu?“
Matteus 15:13 Matteus
Hann svaraði: „Hvør planta, ið himmalski Faðir Mín ikki hevur plantað, skal verða rykt upp við rót.
Matteus 15:14 Matteus
Latið teir fara! Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og táið blindur leiðir blindan, falla báðir í grøvina.“
Matteus 15:15 Matteus
Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Útlegg okkum hatta líknilsið!“
Matteus 15:16 Matteus
Hann segði: „Fata eisini tit so lítið enn?
Matteus 15:17 Matteus
Skilja tit ikki, at alt tað, sum inn fer í munnin, fer í magan og verður leitt út hin náttúrliga vegin?
Matteus 15:18 Matteus
Men tað, sum út fer av munninum, kemur úr hjartanum, og tað er tað, sum ger menniskjað óreint.
Matteus 15:19 Matteus
Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan.
Matteus 15:20 Matteus
Hetta er tað, sum ger menniskjað óreint; men at eta við óvaskaðum hondum ger ikki menniskjað óreint.“
Markus 7:18 Markus
Hann svaraði teimum: „Eru eisini tit so skilaleysir? Skilja tit ikki, at einki, sum uttanfrá kemur inn í menniskjað, kann gera tað óreint?
Markus 7:19 Markus
Tað fer jú ikki inn í hjarta tess, men í magan, og fer út hin náttúrliga vegin, soleiðis sum øll føði verður reinsað.“
Markus 7:20 Markus
Men Hann segði: „Tað, sum út fer úr menniskjanum, tað ger menniskjað óreint.
Markus 7:21 Markus
Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp,
Markus 7:22 Markus
hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska.